28. juni 2018Nr. 88
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski og rækjum við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2018
(Hækking av útlutaðu kvotuni eftir rækjum)
§ 1
Í kunngerð nr. 186 frá 29. desember 2017 um veiðu eftir botnfiski og rækjum við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2018 verður í § 6, stk. 2, 1. pkt. “Av heildarkvotuni, sambært stk. 1, verða 3.842 tons” broytt til: “Heildarkvotan, sambært stk. 1, verður”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 28. juni 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Jens Helgi Toftum (sign.)