21. september 1989Nr. 89
Kunngerð um útgávu og gjøld fyri siglingarbøkur, hýruavtaluformálar og manningarlistar
Við heimild í § 11 í løgtingslóg nr. 57 frá 3. november 1967 um sjómenn og § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 9. juni 1988 um mynstring hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Útgávu av siglingarbókum, hýruavtaluformálum og manningarlistum fyrisitir Landsskrivstovan. Skjøl og bøkur fáast hjá mynstringarmyndugleikanum.
§ 2. Fyri slíkar bøkur og listar verður gjald kravt soleiðis:
|
Fyri siglingarbók |
|
200 kr. |
|
fyri hýruavtaluformála |
|
4 kr. |
|
og fyri manningarlista |
|
150 kr. |
|
|
|
|
Stk. 2. Gjøld verða landskassans vegna kravd av tí, sum stendur fyri útgávuni í samráð við Føroya Gjaldstovu.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.