Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. juli 2023Nr. 89
Kunngerð um broyting í kunngerð um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina
(Herdar reglur um havnastongsul)
§ 1
Í kunngerð nr. 105 frá 23. juni 2022 um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 26, stk. 3, nr. 1 verður “. Fiskiskip eru ikki fevnd av hesum kapitli” strikað.
2. Í § 26 verður aftan á stk. 3 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 4. Forboðið í stk. 1 er ikki galdandi fyri fiskiskip, sum hava ørindi í føroyskari havn, ið er knýtt at fiskiskapi, sum er heimilaður í fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland. Ørindi, fevnd av 1. pkt., eru umskiping og landing av veiðu frá fiskiskapi sambært fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland, umframt onnur ørindi, beinleiðis knýtt at fiskiskapi sambært fiskiveiðuavtaluni.”
Stk. 4 og 5 verða eftir hetta stk. 5 og 6.
3. í § 26 verður sum stk. 7 sett:
“Stk. 7. Forboðini í kapitli 4 eru ikki galdandi fyri fulnað áðrenn 7. oktober 2023 av sáttmálum um m.a. tøkniligan stuðul og veitingar viðvíkjandi fiskiskipum, sum eru gjørdir áðrenn 7. juli 2023, ella atknýttar sáttmálar, sum eru neyðugir fyri at halda slíkar sáttmálar.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 12. juli 2023.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 6. juli 2023
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)