Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. november 1979Nr. 89
Kunngerð um kránføraraprógv, sum broytt við kunngerð nr. 74 frá 11. august 1999
Eftir § 17 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd hevur Føroya landsstýri fyrisett:
§ 1. Kunngerðin fevnir um allar mekaniskt riknar kránar og heysitól, ið kunnu lyfta eina byrðu uppfrá, og sum í minsta lagi hava eina mekaniska rørslu umframt at hiva og lora.
2. stk. Hesir kránar og heysitól mugu bert passast av persónum, sum hava tikið kránføraraprógv, ið er góðkent av arbeiðseftirlitinum.
§ 2. 1) Undir kunngerðina koma ikki:
1. Kránar og líknandi heysitól, har byrðan verður flutt soleiðis, at hetta ikki kann hava við sær, at persónar kunnu koma til skaða, um byrðan dettur ella fer at sveiggja.
2. Kránar og líknandi heysitól, ið verða nýtt til seriulyft við einum til endamálið gjørdari lyftiútgerð, so sum at lyfta evnir í einari ávísari arbeiðsgongd, og har lyftihæddin í mesta lagi er 1,5 m frá undirlagnum.
3. Kránar og líknandi heysitól, sum t.d. traverskránar, har lastin av byrðuni altíð er innanfyri stuðulsøkið hjá kránanum, soleiðis at byrðan ikki kann fáa kránan at koppa og har tann størst loyvda lastin ikki er yvir 5 tons.
4. Konsol-kránar, har tann størsta loyvda lastin ikki er yvir 5 tons.
5. Lastvognskránar, har tann loyvda lastin ikki fer upp um 8 tonsmetur.
§ 3. Kránføraraprógv kann bert gevast til persónar, ið hava fylt 18 ár. Umsøkjarin skal kunna vísa læknaváttan, ið prógvar, at hann heilsuliga egnar seg at passa kránar. Umsøkjarin skal prógva, at hann hevur neyðuga teoretiska og praktiska útbúgving og staðið roynd í hesum. Arbeiðseftirlitið ásetur krøvini til hesa roynd.
§ 4. Arbeiðseftirlitið kann taka eitt kránføraraprógv aftur, varandi ella fyri eina ávísa tíð, um kránførarin av grovum vansketni ella heilsuligum orsøkum verður mettur óegnaður at passa kránar. Nýggj roynd kann krevjast, áðrenn prógvið verður givið aftur.
§ 5. Arbeiðseftirlitið kann loyva frávik frá hesi kunngerð, tá hetta verður mett rímiligt og forsvarligt.
§ 6. Brot á hesa kunngerð verða revsað eftir § 39 í lógini, um so er, at brotið eftir lóggávuni annars ikki hevur við sær hægri straff.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. februar 1980. Tó kunna kránførarar, ið kunnu vátta, at teir tey seinastu 3 árini hava passað kránar í minsta lagi 1 ár, framvegis passa kránar uttan kránføraraprógv til 1. februar 1981.