Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. juni 2005Nr. 89
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 12 frá 1. apríl 2004 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 60 frá 15. september 2004 verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3, landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir” strikað: “A. nr. 389 af 15. november 1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde, som senest ændret ved Ll. nr. 93 frá 13. juni 1995”.
2) Í § 3, landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum verður í kapitlinum “Umsitingarøkið” strikað: “vanlukkutryggingarmál”.
3) Í § 3, landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum verður í kapitlinum “Løgtingslógaruppskot” strikað: “Tvungin vanlukkutrygging”.
4) Í § 5, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir” strikað:
“Ll. nr. 38 frá 04. mai 1957 um uppmáting av skipum, sum broytt við Ll. nr. 23 frá 09. juni 1967”, “Ll. nr. 9 frá 05. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við Ll. nr. 75 frá 23. mai 1997”, “Ll. nr. 90 frá 10. juni 1982 um skipauppmáling” og “Ll. nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá, sum seinast broytt við Ll. nr. 80 frá 13. november 1998”.
5) Í § 6, landsstýrismaðurin í innlendismálum verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir” sett afturat:
“L. nr. 147 af 27. mars 1939 om udskiftning, som senest ændret ved Ll. nr. 110 frá 29. juni 1995, tó ikki § 8 stk. 6”, “Ll. nr. 38 frá 04. mai 1957 um uppmáting av skipum, sum broytt við Ll. nr. 23 frá 09. juni 1967”, “Ll. nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m.”, “Ll. nr. 9 frá 05. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við Ll. nr. 75 frá 23. mai 1997”, “Ll. nr. 11 frá 03. apríl 1970 um eigaraíbúðir, sum broytt við Ll. nr. 33 frá 26. mai 1988”, “Ll. nr. 90 frá 10. juni 1982 um skipauppmáling” og “Ll. nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá, sum seinast broytt við Ll. nr. 80 frá 13. november 1998”.
6) Í § 6, landsstýrismaðurin í innlendismálum verður í kapitlinum “Løgtingslógaruppskot” sett afturat: “Listi A nr. 15 Skipaskráseting”.
7) Í § 7, landsstýrismaðurin í mentamálum, verður í kapitlinum “Tænastuboð” sett: “Trygdarmiðstøðin”.
8) Í § 8, landsstýrismaðurin í vinnumálum verður í kapitlinum “Fyrisitingarheimildir” strikað: “ L. nr. 147 af 27. mars 1939 om udskiftning, som senest ændret ved Ll. nr. 110 frá 29. juni 1995”, tó ikki” § 8 stk. 6”, “Ll. nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m.” og “ Ll. nr. 11 frá 03. apríl 1970 um eigaraíbúðir, sum broytt við Ll. nr. 33 frá 26. mai 1988”. Afturat verður sett: “A. nr. 389 af 15. november 1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde, som senest ændret ved Ll. nr. 93 frá 13. juni 1995”.
9) Í § 8, landsstýrismaðurin í vinnumálum verður í kapitlinum “Umsitingarøkið” sett afturat í 1. reglubroti “Landsstýrismaðurin útvegar undirstøðukervi, felags nýtsluskipanir og standardforrit, sum fyrisitingarligar eindir hjá landinum kunnu fáa atgongd til. Tá stovnur fær atgongd til felags undirstøðukervi o.t., tekur landsstýrismaðurin á seg ábyrgd viðvíkjandi trygd av felags skipanum. Landsstýrismaðurin umsitir vanlukkutryggingarmál”.
10) Í § 8, landsstýrismaðurin í vinnumálum verður í kapitlinum “Løgtingslógaruppskot” strikað: “Skipaskráseting” og sett afturat undir lista A nr. 5: “Tvungin vanlukkutrygging”.
11) Í § 8, landsstýrismaðurin í vinnumálum verður í kapitlinum “Tænastuboð” sett afturat: “Hevur heimild at geva fyrisitingarligu eindunum hjá landinum boð um KT-nýtslu og -trygd”.
§ 2
Fráboðanin fær gildi 1. januar 2006.
Stk. 2. Fyrisitingin av § 16 í Ll. nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v.m., sum seinast broytt við Ll. nr. 138 frá 01. november 2001 liggur hjá landsstýrismanninum í mentamálum sbr. § 7. Hendan fyrisiting hevur tó í roynd í veru enn verið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum. 1. januar 2006 verður fyrisitingin flutt til landsstýrismannin í mentamálum.
Løgmansskrivstovan, 14. juni 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)