Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. september 2006Nr. 89
Kunngerð um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri roknskaparskyldug, sum seinast broytt við kunngerð nr. 95 frá 14. august 2023
Við heimild í § 105, stk. 1 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður ásett:
§ 1. 1) 2) Seinasta freist at lata inn sjálvuppgávu við roknskapi er 1. mai. Sama freist er galdandi fyri løntakarar uttanlands.
§ 2. 3) Seinasta freist at lata inn sjálvuppgávu hjá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum o.ø., sbr. § 1, stk. 1, nr. 7-17 og § 2 í skattalógini, er 1. juli í álíkningarárinum.
§ 3. Freistirnar sambært §§ 1 og 2 eru eisini galdandi fyri at lata inn ognaruppgerðir fyri avvarðandi inntøkuár.
§ 4. Økisskrivstovunum er tó heimilað, tá ið heilt serligar grundir eru til tess, s.s., deyði og sjúka, at leingja freistirnar sambært §§ 1 og 2, ein mánað í senn, tó ikki út um 15. august í álíkningarárinum.
Stk. 2. Treytin fyri, at freistin kann verða longd, er, at skrivlig umsókn verður send økisskrivstovunum í seinasta lagi 7 dagar, áðrenn freistin er úti, og at sjálvuppgávur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innkomin til Toll- og Skattstovu Føroya.
§ 5. Sjálvuppgávan er roknað fyri at vera innlatin rættstundis, tá ið hon í seinasta lagi síðsta innlatingardag er fingin Toll- og Skattstovu Føroya ella latin í postin. Eisini ber til at senda sjálvuppgávuna við telduposti, sum pdf-fílur. Sama er galdandi viðvíkjandi roknskapi og ognaruppgerð.
Stk. 2. Fellur innlatingardagurin á ein leygardag ella sunnu- ella halgidag, verður innlatingardagurin fyrsti eftirfylgjandi gerandisdagur.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2007. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 92 frá 19. november 1999 um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri roknskaparskyldug.
Fíggjarmálaráðið, 14. september 2006
Bárður Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 54 frá 30. apríl 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan kunngerð kemur í gildi sama dag, sum hon verður kunngjørd.”
2) Broytt við kunngerð nr. 95 frá 14. august 2023.
3) Broytt við kunngerð nr. 93 frá 18. juni 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 2 kemur í gildi 1. januar 2021.”