Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 17-10-2008
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2008 A - Hefti 21 A frá 17. oktober 2008
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

15. oktober 2008Nr. 89

Kunngerð um roknskaparverk kommunanna o.tíl.

Við heimild í § 47 í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin) verður ásett:

Kapittul 1

Uppgávur roknskaparverksins

§ 1. Roknskaparverkið skal tryggja eina munadygga búskaparfyrisiting við at skráseta upplýsingar, sum skulu verða nýttar til búskaparliga leiðslu, sum er ráðlegging, stýring og eftirlit við virkseminum á øllum stigum í kommunalu fyrisitingini.

Stk. 2. Roknskaparverkið skal verða skipað soleiðis, at útvegast kunnu neyðugar upplýsingar at nýta til innanhýsis roknskapareftirlit, framløgu av tíðarskeiðsroknskapum og at gera kommunuroknskapin. Somuleiðis skal roknskaparverkið verða lagt so til rættis, at búskapardátur kunnu verða útvegaðar um tann samlaða kommunala geiran.

Stk. 3. Roknskaparverkið skal lata upplýsingar at nýta til at grannskoða roknskapirnar sbrt. § 45 í Kommunustýrislógini.

Kapittul 2

Hvønn reglurnar fevna um

§ 2. Reglurnar um roknskaparverk kommunanna eru galdandi fyri allar kommunur.

Stk. 2. Kommunur sbrt. stk. 1 eru kommunala fyrisitingin, kommunalir stovnar og kommunalt virksemi annars.

Stk. 3. Uttan mun til hvussu kommunalt virksemið t.d. virksemi á sjálvsognarstovnum, sum kommuna fíggjar, er sett í verk, skal kommunustýrið krevja, at virksemið fylgir krøvunum í hesi kunngerð. Er parturin, sum tað almenna luttekur við minni enn 20% og upphæddin, sum tað almenna luttekur við minni enn 1 mió. so kann kommunan velja ikki at fylgja hesum kravi.

Stk. 4. Er talan um kommunalt virksemi, sum er undir ræði hjá fleiri kommunum í felag, ella har kommunur velja stýrandi meiriluta av leiðslu ella nevnd, verður avgjørt av landsstýrismanninum, um stovnurin verður partur av roknskapinum hjá eini kommunu, ella skal hava sjálvstøðugan roknskap sambært hesi kunngerð.

Stk. 5. SEV og IRF eru ikki fevndir av hesi kunngerðini.

Stk. 6. Er ivi um, hvat er kommunalt virksemi, so ger landsstýrismaðurin av, um virksemið er kommunalt.

Kapittul 3

Fyriskipan av roknskaparverkinum

Uppsetingar o.tíl. av fíggjarætlan og roknskapi

§ 3. Kommunalu fíggjarætlanirnar verða settar upp við hesum tættum:

1)   grein, sum er 3 talstavir,

2)   málsøki, sum er 2 talstavir,

3)   virksemisøki, sum er 2 talstavir,

4)   høvuðskontu, sum er 3 talstavir,

5)   undirkontu, sum er 2 talstavir, og

6)   standardkontu, sum er 2 talstavir

Landsstýrismaðurin ásetur virði og heiti á hesum tættum.

Stk. 2. Kontuskipan kommunanna er 4 talstavir og ásetur landsstýrismaðurin virði, heiti og konteringarleiðbeining.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin er samskipandi liðurin, tá ið umræður kommunalu búskaparskipanirnar.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur innihaldið í dátusamskiftinum millum land og kommunur, og hvat skal verða samskift um.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur meginreglurnar fyri uppsetingina av ársroknskapinum.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin skal altíð hoyra kommunurnar áðrenn týðandi broytingar verða settar í verk. 

Kommunur og kommunalir stovnar

§ 4. Fíggjarnevndin skipar roknskaparhaldið undir yvirskipaðu ásetingunum og syrgir fyri at fingnar verða til vega tær upplýsingar, sum nevndar eru í § 1.

Stk. 2. Tað áliggur fíggjarnevndini at gera og dagføra eina roknskaparreglugerð, sum ásetur, hvussu roknskaparhaldið í kommunalu eindunum er fyriskipað. Ansað skal verða eftir, at roknskaparreglugerðin við ábyrgdar- og heimildarreglum verður hildin. Landsstýrismaðurin ger eina vegleiðing um, hvussu slíkar reglur skulu verða gjørdar. Tryggjað skal vera, at tey, sum arbeiða á roknskaparøkinum, hava nøktandi fakligan førleika at røkja uppgávuna.

Stk. 3. Kommunustýrið skal góðkenna roknskapareglugerðina.

Stk. 4. Tað áliggur kommununum at hava nøktandi KT-skipanir, sum stuðlað undir roknskaparverkið sbrt. § 1 og tey formkrøv, sum annars verða sett í hesi kunngerð. Tað áliggur somuleiðis kommununum at hava KT-skipanir, sum kunnu samskifta við skipanir hjá Fíggjarmálaráðnum í sambandi við upplýsingar, sum fíggjarmálaráðið skal hava sbr. § 10, stk. 1-3.

Kapittul 4

Roknskaparstýring, roknskapur o.a.

§ 5. Roknskaparligu skrásetingarnar hjá kommununum skulu í minsta lagi fevna um:

1)   Inntøkuviðskifti, sum eru rakstrarinntøkur, inntøkur fyri støðisogn umframt skattir, veitingarinntøkur o. t.

2)   Útreiðsluviðskifti, sum eru útreiðslur í sambandi við rakstur, støðisogn, veitingar o. t.

3)   Gjaldsviðskifti, sum eru inn- og útgjaldingar.

4)   Tilgongd til og tað, sum verður nýtt av vørugoymslu.

5)   Tilgongd og nýttar avsettar skyldur.

6)   Veittar tilsagnir, og hvørja ávirkan tær hava á útreiðslur ella inntøkur í næsta fíggjarári.

7)   Avskrivingar viðvíkjandi materiellari og immateriellari støðisogn.

8)   Niðurskriving og uppskriving viðvíkjandi materiellari støðisogn.

9)   Aktiv, sum er tilgongd og frágongd viðvíkjandi immateriellari, materiellari og fíggjarligari støðisogn, herímillum ogn, sum ikki er kommununnar ogn, men har kommunan hevur ábyrgdina av fyrisitingini av henni

10) Passiv, sum er avsettar skyldur og stutt- og langfreistað skuld, herímillum skuld, sum ikki er kommununnar skuld, men har kommunan hevur ábyrgdina av fyrisitingini av henni.

11) Skrásetingarnar skulu eisini eftir tørvi fevna um skásetingar viðvíkjandi bindandi avtalum sbrt. § 6.

Stk. 2. Kommunan skal skipa fyri, at hóskandi tíðarskráseting er í kommununi, so lønarútgjaldingarnar eru rættar.

Stk. 3. Roknskaparárið fylgir almanakkaárinum, sbrt. § 39, stk. 1 í Kommunustýrislógini. Tvey ískoytistíðarskeið verða knýtt at roknskaparárinum.

Stk. 4. Skrásetingin, sum skal verða sambært bruttomeginregluni, fer fram í samsvari við fíggjarætlanina og veittar eykajáttanir, og verður gjørd samsvarandi Kontuskipan kommunanna við tilhoyrandi vegleiðingartilfari (sbrt. § 3 stk. 2).

Ræðisroknskapur

§ 6. Roknskaparskrásetingin skal leggjast soleiðis til rættis, at skrásetingar kunnu gerast av avtalum og skyldum, um talan er um munandi upphæddir, sum seinni føra við sær inntøkur ella útreiðslur í verandi ella komandi fíggjarárum.

Innanvirkis roknskapur

§ 7. Roknskaparskrásetingin skal leggjast soleiðis til rættis, at tað í hóskandi mun kunnu verða gjørdir roknskapir og frágreiðingar o.a. við upplýsingum um, hvussu útreiðslur, inntøkur og kostnaðnir hjá kommununi eru liðaðar út á endamál, stað, framleiðslu, virksemi o.tíl.

Stk. 2. Fyri at lýsa virksemið í kommununi og millum kommunur, skulu í hóskandi mun skrásetast nøgdarupplýsingar, sum fevna um tað, ið verður avrikað, og um tilfeingisnýtslu (t.d. tíðarnýtslu hjá starvsfólkum) o.tíl.

Stk. 3. Roknskaparskrásetingin skal skapa grundarlag fyri at lýsa, hvat tað einstaka virksemið og ymsu veitingarnar kosta ella væntandi koma at kosta, og eisini hvørji viðurskifti eru avgerandi fyri nýtsluna av tilfeingi til framleiðslu. Eisini skal innanhýsis roknskapurin kunna geva grundarlag fyri at lýsa produktivitetin, t.e. lutfallið millum framleiðslutáttir og framleiðslunøgd.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger saman við kommununum vegleiðingar um innanhýsisroknskapir herundir meginreglur fyri, hvussu skráseting og uppseting skal fara fram.

Kapittul 5

Roknskaparfrágreiðing og innrapportering til landsstýrið

Roknskaparframløga

§ 8. Kommunur skulu leggja fram roknskap í samsvari við kommunustýrislógini og galdandi roknskaparkunngerð.

Stk. 2. Ársroknskapurin verður gjørdur við atliti at áogn, skuld og upphæddum goldnum frammanundan o. ø., soleiðis at roknskapurin gevur eina rætta mynd av inntøkum og útreiðslum í fíggjarárinum, og somuleiðis av ognum og skuld um fíggjarárslok, sbrt. § 5, stk. 1.

Stk. 3. Uppsetingina av játtanarroknskapinum skal vera sbrt. §5, stk. 4.

Stk 4. Í ársroknskapinum skulu verða upplýstar eftirlønar-, veðhalds-, ábyrgdarskyldur og aðrar skyldur, sum ikki eru við í javnanum. Uppgerðin skal verða liða á slag á skyldu.

Stk. 5. Grannskoðaður ársroknskapur skal sbrt. § 53, stk. 1 í kommunustýrislógini verða latin landsstýrismanninum innan 1. juni eftir fíggjarárið er endað.

Roknskapargóðkenning

§ 9. Kommunustýrið skal góðkenna tilfarið sbrt. § 8 stk. 1 og § 10.

Stk. 2. Sum liður í góðkenningini skal eftirlit vera við:

1)   at játtanir og møguligar eykajáttanir eru rætt skrásettar,

2)   allar inntøkur og útreiðslur eru rætt skrásettar og eru skrásettar á rætt fíggjarár sbrt. § 13,

3)   at tað eru nýttar rættar kontur í Kontuskipan kommunanna,

4)   at lønarútreiðslurnar á roknskaparkontu fyri løn er samsvarandi lønarútreiðslum í lønarskipanini,

5)   at uppsetingin av tilfarinum er sbrt. § stk 5, stk. 5.

6)   at saldur á fíggjarstøðuni eru tiknar rætt við, og eru avstemmaðar við t.d. undirliggjandi skipanir sum debitora-, kreditora-, goymslu- og anlegg-skipanir,

7)   at allar peningastovnskontur hjá kommunalum stovnum o.tíl. eru skrásttar á fíggjarstøðuni og stemma við kontuavrit frá peningastovnunum,

8)   at millumrokningar o.tíl. eru stemmaðar av,

9)   at nýtslan er hóskandi í mun til virksemið í farna tíðarskeiði,

10) at neyðug tiltøk eru sett í verk, um fyritreytirnar fyri játtanunum eru broyttar so tær t.d. ikki fara at halda, og

11) at dáturnar, sum verða flýggjaðar Fíggjarmálaráðnum sbrt. § 10 samsvara við dáturnar, ið eru skrásetingar í egnum búskaparskipanum.

Mánaðarraportering

§ 10. Kommunustýrið skal flýggja landsstýrismanninum fyri ársbyrjan fíggjarætlanir, við viðmerkingum, og eykajáttanir so hvørt hesar verða veittar.

Stk. 2. Kommunur skulu innraportera til Fíggjarmálaráðið roknskapardátur hvønn mánað og fyri hvørt ískoytistíðarskeið og fyri fíggjarárið (ársroknskapur). Upplýsingarnar skulu fylgja ásetingunum í §5 stk. 4.

Stk. 3. Tá ið roknskapardátur fyri eitt tíðarskeið eru innrapporteraðar til Fíggjarmálaráðið sbrt stk. 2, skal tíðarskeiðið verða læst, so tíðarskeiðsroknskapurin ikki kann verða broyttur. Tíðarskeiðið kann bert verða latið upp aftur, um talan er um munandi feilir. Broytingar av hesum slagi skulu verða í samráði við Fíggjarmálaráðið, og skulu broyttu roknskapardáturnar verða sendar landsstýrinum sbrt. stk. 2.

Stk. 4. Heldur Fíggjarmálaráðið, tað er neyðugt, so so kann ráðið eisini biðja um at fáa roknskapir sbrt. §7.

Stk. 5. Tær dátur, sum verða sendar Fíggjarmálaráðnum sbrt. stk 1-3, skulu verða sendar elektróniskt. Fíggjarmálaráðið ger vegleiðing um fíluformat, tøkni og mannagongdir.

Stk. 6. Innrapporteringin sbrt. stk 2 skal verða landsstýrinum í hendi seinasta lagi ein mánað eftir lokið tíðarskeið.

Stk. 7. Grannskoðarin hjá kommununi skal kanna eftir, um innrapporteringin er í samsvar við roknskapargongdina, og skal í átekningini í ársfrágreiðingini vátta, um innrapporteraðu tølini hava verið í tráð við gongdina hjá kommununi.

Kapittul 6

Krøv til roknskaparligu skrásetingina

Skrásetingar

§ 11. Roknskaparliga skrásetingin skal verða løgd til rættis soleiðis, at allar skrásetingar kunnu verða fylgdar fram til roknskapin, uppgerðir ella uppsetanir, sum verða gjørdar til uttanhýsisbrúk. Tølini í ársroknskapinum skulu kunna loysast upp í tær skrásetingar, sum tey eru samansett av (viðskiftisslóðin). KT-loysnirnar skulu verða skipaðar soleiðis, at tær kunnu verða grundarlagið undir eini munadyggari nýtslu viðvíkjandi viðskiftisslóðini.

Stk. 2. Hvør einstøk skráseting skal verða prógvað við einum skjali. Við skjali verður skilt eitthvørt neyðugt prógv fyri viðskifti, sum verða skrásett í bókhaldinum, hóast prógvið er á elektróniskum miðli ella ikki, mikrofilmi, pappíri ella øðrum miðli. Við uttanhýsisskjali verður skilt eitt prógv fyri viðskifti, sum koma frá øðrum enn stovninum. Onnur skjøl eru innanhýsisskjøl. Er eitt uttanhýsisskjal, skal hetta verða nýtt. Skjalið skal vísa tað, sum er neyðugt fyri at eyðmerkja eftirlitsslóðina (t. e. prógva rættleikan í skrásetingini), herímillum týðiliga tilskila viðskiftisdagfestingina og upphæddina. Skjalið skal verða elektróniskt tengt at skrásetingini, og tað skal á ein munadyggan hátt vera gjørligt at koma frá skrásetingini til skjalið.

Stk. 3. Roknskaparliga skrásetingin skal, alt tað ber til, vera sjálvvirkandi og byggja á dátur, sum verða fluttar elektróniskt. Er grundarlagið undir skrásetingini dátur, sum eru fluttar elektróniskt, skal hvør einstøk flyting og tíðarbundnu raðfylgjuna hjá teimum verða skjalfest.

Stk. 4. Skrásetingarnar skulu fevna um allar búskaparligar hendingar, sum eru týdningarmiklar fyri kommununa, og sum eru fylgja av virksemi hjá kommununi.

Stk. 5. Øll viðskifti skulu verða skrásett neyvt. Viðskiftini skulu verða skrásett so skjótt sum gjørligt, eftir tað at tey viðurskifti, ið skrásetingarnar vera grundaðar á, eru farin fram.

Stk. 6. Skrásetingarnar skulu mest møguligt verða gjørdar í somu tíðarbundnu raðfylgju, sum viðskiftini hava. Skrásetingarnar skulu vísa á tað skjalatilfarið, sum hoyrir til, og skulu innihalda upplýsingar, ið gera tað gjørligt í sjálvum bókhaldinum at gera av tíðarbundnu støðuna hjá tí einstøku skrásetingini í sjálvum bókhaldinum.

Stk. 7. Skrásetingin skal verða fyriskipað og verða framd í verki soleiðis, at roknskapartilfarið - sum skrásetingin er partur av - ikki verður oyðilagt, burturbeint ella avskeplað, eins og tað verður byrgt fyri villum og misnýtslu.

§ 12. Fólk við heimild til tess skulu hava ávíst skjøl, sum verða nýtt sum grundarlag undir skrásetingini.

Stk. 2. Verður rættað í roknskapartilfarinum, skal bæði uppruna innihaldið og innihaldið av broytingini síggjast týðiliga á tilfarinum.

Inntøkur, útreiðslur og tíðaravmarking viðvíkjandi teimum

§ 13. Útreiðslur og inntøkur, sum stava frá vørum og tænastuveitingum, skulu verða skrásettar, tá ið tær eru latnar.

Stk. 2. Í teimum førum, tá útreiðslur ella inntøkur ikki stava frá vørum og tænastuveitingum, skulu tær verða skrásettar, so skjótt, upphæddin kann gerast upp, og í seinasta lagi, tá ið goldið verður. Ein upphædd kann gerast upp, um eitt rættarligt krav eftir eini væl greinaðari upphædd kann gerast galdandi. Um eitt munandi krav móti kommununi, sum er til eitt ávíst fíggjarár, ikki kann gerast endaliga upp, áðrenn roknskaparárið er lokið, skal upphæddin verða skrásett á einari útreiðslukontu í roknskapinum fyri tað fíggjarárið, grundað á eina meting, soleiðis at upphæddin verður rættað í tí fíggjarári, tá ið kravið endaliga kann verða gjørt upp.

Stk. 3. Út- og inngjaldingar, undir teimum forútgjald, sum ikki beinanvegin kunnu verða beind til eina ávísa útreiðslu-/inntøkukontu, skulu verða skrásett á einari fíggjarstøðukontu, til útreiðslu-/inntøkuskrásetingin kann verða gjørd.

Stk. 4. Er talan um vørugoymslu, so verður útreiðslan skrásett, tá ið keypt verður inn á goymsluna. Sí tó § 19 stk. 2.

Stk. 5. Inntøkur av verkætlanum o. t. - sum rætturin til at taka ímóti, er treytaður av, at ávíst virksemi verður framt - verða tiknar við sum inntøka so hvørt, sum peningurin verður nýttur til ætlaða endamálið.

Stk. 6. Tilgongd av avsettum skyldum skal verða skrásett sum útreiðsla, tá ið ein bindandi hending er farin fram, og skyldan er sannlík, men óvist er, nær upphæddin fellur til gjaldingar, ella hvussu stór upphæddin er. Nýtslan av avsettum skyldum verður javnað, tá ið skyldan kann gerast endaliga upp, og skyldan verður útint.

Stk. 7. Tilsagnir eiga at verða skrásettar sum útreiðsla/inntøka, tá ið bindandi tilsøgn verður givin.

Stk. 8. Avskrivingar av materiellari og immateriellari støðisogn verða skrásettar við eins stórum upphæddum í brúkstíðini hjá ognini. Talan er um eina roknskapartøkniliga skráseting, sum ikki ávirkar úrslitið á játtanarroknskapinum. Landsstýrismaðurin ger vegleiðing við meginreglum fyri hvussu henda skráseting skal fara fram.

Stk. 9. Niður- ella uppskrivingar av materiellari støðisogn verða skrásettar, um tað kann staðfestast, at roknskaparliga virðisbroytingin á støðisognini er varandi. Talan er um eina roknskapartøkniliga skráseting, sum ikki ávirkar úrslitið á játtanarroknskapinum.

Stk. 10. Fíggjarlig leasing skal verða tikin við í roknskapin við nútíðarvirðinum sum ein útreiðsla og sum ein skuld. Tó kann operationel leasing útreiðsluførast so hvørt, um talan er um seramboð til løgur, ella talan er um ótýðandi upphæddir.

Stk. 11. Í roknskaparligu ískoytistíðarskeiðunum verða útreiðslur og inntøkur skrásettar, sum hoyra til júst farna roknskaparár. Hesar skrásetingar eiga at verða avmarkaðar til tey føri, har serligar orsøkir eru til at skrásetingin ikki hevur kunnað verið gjørd fyrr.

Stk. 12. Tey roknskaparligu ískoytistíðarskeiðini verða eisini nýtt til at skráseta eftirbókingar.

Stk. 13. Eitt serligt ískoytisskeið skal verða til nýta til at skráseta broytingar á fíggjarstøðuni sbrt. §14.

Broyting í skrásetingarmeginreglum

§ 14. Tá ið skrásetingarmeginregla verður broytt, fer tað, treytað av, hvør broytingin er, at bera í sær tøkniliga treytaðar meirútreiðslur/meirinntøkur ella minniútreiðslur/minniinntøkur. Hesar tøkniliga treytaðu útreiðslur/inntøkur skulu ikki verða tiknar við sum útreiðslur/inntøkur í játtanarroknskapinum. Í staðin fyri skulu roknskaparpostar fyrst í tí fíggjarárinum, tá broytingin verður gjørd, verða tillagaðir soleiðis, at teir vísa ta upphædd, sum teir høvdu havt, um so var, at broytingin varð gjørd frammanundan viðkomandi fíggjarári.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger av, hvussu farið verður fram, tá ið í skrásetingarmeginreglur verða broyttar.

Kapittul 7

Gjaldingar

§ 15. Goldið skal verða út um eina felags kt-útgjaldsskipan hjá kommununi. Tað skal verða gjørligt at skipa munadygg eftirlit í útgjaldsskipanini.

Stk. 2. Kommuna kann hava ein ella fleiri kommunukassar at avgreiða ymisk viðurskifti við borgaran ella við annan kommunalan stovn. Útgjaldingar úr kassanum skulu verða avmarkaðar til gjaldingar, sum ikki eru hóskandi at avgreiða um KT-útgjaldsskipanina hjá kommununi, og kann ikki verða brúktur til ferðaforskot, ferðapening ella samsýningar av nøkrum slagi. Kommunukassin fevnir bæði um kontantkassa og innistandandi í peningastovnum. Tað skal ongantíð liggja meira peningur í kassanum enn neyðugt.

Stk. 3. Eisini ber til hjá kommunalum stovnum ella virksemi at hava ein handkassa. Peningurin kann bert verða brúktur til smáar útreiðslur, sum ikki eru hóskandi at avgreiða um KT-útgjaldsskipanina hjá kommununi, og kann ikki verða brúktur til ferðaforskot, ferðapening ella samsýningar av nøkrum slagi.

Stk. 4. Førdur skal verða kassaroknskapur (kassafrágreiðing e. t.), har dagliga skulu verða førdar allar inn- og útgjaldingar fyri hvønn einstakan post ella, um serligar sundurgreiningar eru, ein heildarupphædd fyri hvørja sundurgreining. Er talan um ein handkassa, skal hesin verða gjørdur upp eina ferð um mánaðin, ella tá ið fylt verður á hann.

Stk. 5. Kommuna skal javnan gera upp roknskaparligar skrásetingar viðvíkjandi ogn og skuld, herímillum teirra kassa- og gjaldførispening. Er talan um virksemi sum talar fyri styrktum eftirliti á annan hátt, verða serligar reglur um hetta ásettar í roknskaparreglugerðini hjá kommununi.             

Stk. 6. Reiður peningur skal verða goymdur tryggur og má ikki koma í bland við pening, sum ikki er kommununi viðkomandi.

Kapittul 8

Mannagongdir viðvíkjandi gjaldingum

Útgjaldingar

§ 16. Mannagongdin í eini kommunu viðvíkjandi útgjaldingum skal tryggja, at útgjaldingar bert verða gjørdar samsvarandi avgerðum, tiknar av fólkum, sum hava heimild til tess. Eisini skal mannagongdin tryggja - við atliti at støddini, slagnum og títtleikanum viðvíkjandi útgjaldingunum - at neyðugt eftirlit er við bæði grundarlagnum undir útgjaldingum og sjálvari avgreiðsluni, í hesum sambandi, hvør móttakarin er.

Stk. 2. Mannagongdin skal verða løgd soleiðis til rættis, at tað starvsfólkaliga verður ein skilnaður millum skrásetingina og gjaldingina. Um hetta ikki er gjørligt, skulu serligar reglur verða ásettar hesum viðvíkjandi í bókhaldsførsluskipanni við tí endamáli at tryggja eftirlitið við gjaldingunum á annan hátt.

Inngjaldingar

§ 17. Mannagongdin í eini kommunu viðvíkjandi inngjaldingum skal tryggja, at øll krøv, sum væntandi føra til inngjaldingar, verða skjalprógvað so skjótt sum gjørligt og at ein nágreinilig og fullfíggjað roknskaparlig skráseting fer fram av øllum inntøkum og inngjøldum.

Stk. 2. Skipað eftirlit skal vera við skuldarakontum, og um neyðugt eiga serlig innkrevjingartiltøk at verða sett í verk, so tapsvandin verður avmarkaður.

Stk. 3. Skipað eftirlit skal vera við virðisposti, og skal skipast fyri eftirliti og skráseting viðvíkjandi hesum posti, sum liður í postmóttøkuni.

Kapittul 9

Varðveitsla av roknskapartilfari

§ 18. Roknskapartilfar er:

1)   Skrásetingar, undir teimum viðskiftisslóðin.

2)   Skjøl og annað próvførslutilfar umframt upplýsingar annars, sum eru neyðugar til at prógva eftirlitsslóðina.

3)   Roknskapir, roknskaparligar uppgerðir ella uppsetanir.

4)   Vegleiðingar, undir teimum frágreiðing viðvíkjandi bókhaldinum og avtalur um elektróniskt dátusamskifti.

5)   Frágreiðingar um skipanir til at goyma og finna fram aftur goymt roknskapartilfar.

6)   Grannskoðanarfrágreiðingar o.tíl.

Stk. 2. Tað áliggur kommununi og teimum stovnum, sum eru undir henni, at goyma roknskapartilfar í 5 ár frá tí, at roknskaparárið er endað, uttan so at ein longri freist er ásett aðrastaðni. Skjalagoymslan skal verða skipað á ein slíkan hátt, at hon er trygg, og at tað ber til sjálvstøðugt og eintýtt at finna fram aftur roknskapartilfarið í goymslutíðarskeiðnum.

Stk. 3. Verður roknskapartilfarið goymt á elektróniskum miðlum ella á slíkan hátt, skal tað - uttan at nakað verður gjørt við tað, útrokningar ella tillagingar - kunna verða skrivað út við klárskrift.

Stk. 4. Send ella móttikin elektrónisk skjøl, sum verða brúkt til roknskaparføringina, skulu verða goymd í sínum upprunaskapi og -formati. Goymslan skal verða soleiðis skipað, at krøvini til rættleikan og fullkomileikan verða hildin og soleiðis, at dátur ikki verða fyribeindar heilt ella lutvíst av feilum, av at skipanir ganga fyri ella av øðrum rakstrarólagi, sama ger, um dátur verða goymdar á stovninum, sum skrásetur skjølini ella hjá triðjaparti.

Stk. 5. Pappírsskjøl, sum eru gjørd um til elektróniskan form við tí í hyggju at goyma tey á elektróniskum miðli, mikrofilmi ella slíkum, kunnu verða beind burtur.

Kapittul 10

Fyrisitingaruppgávur

Fyrisiting viðvíkjandi vørugoymslu

§ 19. Tað áliggur kommununum at føra serstøk yvirlit yvir vørugoymslur, uttan so at goymslurnar nærum ongan týdning hava. Skrásetingin skal verða gjørd á ein tílíkan hátt, at hon kann verða nýtt sum grundarlag undir eftirliti, um virðini eru til staðar og við fyrisitingini viðvíkjandi goymslunum annars.

Stk. 2. Virðið á vørugoymslunum má ikki verða tikið við á goymslukontu í roknskapunum hjá kommununum, uttan so at talan er um munandi vørugoymslur.

Stk. 3. Vørugoymslurnar eiga ikki at vera størri enn tað, sum mett verður neyðugt, fyri at virksemið í kommununi kann fara fram ótarnað, og ikki størri enn tað, sum mett verður at vera búskaparliga forsvarligt til keyp og goymslu.

Fyrisiting viðvíkjandi øðrum ognum

§ 20. Yvirlit skulu gerast yvir ognir sum anlegg, jørð, bygningar, maskinur, før, innbúgv og annan meira virðismiklan útbúnað. Yvirlitini skulu hava upplýsingar um keypsvirðið og broyting í virðismetingini, livitíð umframt hava aðrar upplýsingar, sum hava týdning fyri fyrisitingina. Keyp yvir 75 túsund kr. skulu altíð verða skrásett í búskaparskipanini hjá kommununi.

Stk. 2. Tað skal vera eitt yvirlit yvir útbúnað o. t., hvørs keypsvirði er minni enn 75 túsund kr. Í yvirlitinum skal eisini vera útbúnaður, sum eru undir ræði av kommununi, men sum onnur enn kommunan eigur.

Stk. 3. Javnan skal eftirlit vera við, um virðini sbrt. stk. 1 og 2 eru til, og um tey verða nýtt í rímiligan mun.

Fyrisiting viðvíkjandi ognum og skuld hjá øðrum enn kommununi

§ 21. Kommunur mugu ikki fyrisita ogn og skuld hjá øðrum enn hjá kommununi, uttan so at heimild er fyri tí.

Stk. 2. Tøkur peningur sbrt. stk. 1 skal verða settur inn í peningastovn.

Stk. 3. Tílíkar ognir og skuld verða ikki taldar við í ogn og skuld hjá kommununi og verða skrásettar samsvarandi Kontuskipan kommununnar.

Kapittul 11

Frávik frá ásetingunum í kunngerðini

§ 22. Frávik frá ásetingunum í kunngerðini kunnu bert verða gjørd eftir boðum frá ella við loyvi frá landsstýrismanninum.

Kapittul 12

Gildiskoma

§ 23. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2009. Tó umfatar kunngerðin eisini fíggjarætlanina fyri 2009.

Stk. 2. Tó kemur § 13 stk. 8 og 9 ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2011.

 

 

Fíggjarmálaráðið, 15. oktober 2008

 

Jóannes Eidesgaard (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)