18. juni 2013Nr. 89
Kunngerð um trúnað í sambandi við viðgerð Sjóvinnustýrisins av klagum um arbeiðs- og liviumstøður umborð á skipum
Við heimild í § 18, stk. 4 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, verður ásett:
§ 1. Klagur, ið Sjóvinnustýrið fær frá sjófólki ella fakfeløgum teirra viðvíkjandi arbeiðs- og liviumstøðunum umborð á skipum sambært MLC-sáttmálanum, skulu viðgerast í trúnaði, og Sjóvinnustýrið kann ikki upplýsa fyri reiðaranum, arbeiðsgevaranum ella umboðsfólki teirra, at ein eftirlitsvitjan umborð á avvarðandi skipi er orsakað av tílíkari klagu.
Stk. 2. Í sambandi við viðgerð av klagu frá manningini um arbeiðs- og liviumstøðurnar umborð, kann Sjóvinnustýrið ikki upplýsa fyri reiðaranum ella umboðsfólki hansara, hvør av manningini tað er, ið hevur klagað.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 20. august 2013.
Vinnumálaráðið, 18. juni 2013
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)