20. juni 2011Nr. 89
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld fyri eftirlit v.m. hjá Arbeiðseftirlitinum
§ 1
Í kunngerð nr. 121 frá 21. november 2005 um gjøld fyri eftirlit v.m. hjá arbeiðseftirlitinum, verður § 5 orðað soleiðis:
”§ 5. Gjøld fyri loyvisbrøv sbrt. § 5 í kunngerð um ymsar eftirlitsuppgávur v.m. sum Arbeiðseftirlitið útinnir, eru hesi:
1) Útskriva loyvisbræv (nýtt): kr. 1.000,-
2) Endurútskriva loyvisbræv: kr. 350,-
3) Umbýti av loyvisbrævi (frá øðrum landi): kr. 1.000,-”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 20. juni 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)