Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. august 2024Nr. 89
Kunngerð um læknakanning og heilsuprógv fyri sjófólk
Við heimild í § 4, stk. 2 og § 68 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, sum broytt við løgtingslóg nr. 124 frá 22. desember 2010 og løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, og í § 11, stk. 1, og § 24, stk. 3, í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 52 frá 12. mai 2015, og í samráð við umboð fyri reiðarafeløgini og sjómannafeløgini, verður ásett:
Kapittul 1
Øki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri sjófólk, fevnd av § 1 og § 47 í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, umframt eigaran av skipi, um viðkomandi arbeiðir umborð.
Stk. 2. Er ivi um, hvør er at meta sum fevndur av kunngerðini, tekur Sjóvinnustýrið avgerð í málinum, eftir at málið hevur verið til ummælis hjá viðkomandi feløgum fyri reiðarar og sjófólk.
§ 2. Kunngerðin er eisini galdandi fyri persónar, sum skulu hava galdandi heilsuprógv fyri sjófólk í sambandi við:
1) Útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og øðrum prógvum sambært løgtingslóg um manning av skipum.
2) Upptøku til útbúgving ella skeið sambært løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o.ø.
Kapittul 2
Krav um heilsuprógv
§ 3. Persónur, sum arbeiðir umborð á skipi, samanber § 1, skal hava galdandi heilsuprógv fyri sjófólk, útgivið sambært hesi kunngerð, samanber tó stk. 2.
Stk. 2. Heilsuprógv, sum eru givin út av útlendskum myndugleika í einum landi, ið hevur staðfest STCW-sáttmálan og ILO-sáttmála um starvsviðurskifti hjá sjófólki, MLC, verða javnsett við heilsuprógv, útgivin sambært hesi kunngerð.
Kapittul 3
Heilsuprógvið
§ 4. Fyri at fáa heilsuprógv krevst, at persónur er fyltur 16 ár, hevur verið til læknakanning, ið er framd sambært ásetingunum í hesi kunngerð, og er mettur skikkaður til skipstænastu, møguliga við avmarkingum, samanber § 6, stk. 1, § 13 og skjølini til hesa kunngerð.
§ 5. Heilsuprógv verður útflýggjað hjá sjóvinnulækna, samanber tó § 7.
Stk. 2. Sjóvinnustýrið ásetir innihald og snið á heilsupróvnum.
§ 6. Sjóvinnulækni kann átekna heilsuprógv við hesum avmarkingum:
1) Gildistíð á heilsuprógvi.
2) Arbeiðsøki umborð.
3) Siglingarleið sambært skjali 5.
Stk. 2. Heilsuprógv má ikki verða áteknað við avmarkingum til ávíst reiðarí, ávíst skip ella líknandi.
Stk. 3. Heilsuupplýsingar um hin kannaða skulu ikki verða ásettar í heilsuprógvið í sambandi við møguligar avmarkingar.
§ 7. Sjúkrahúsverkið áteknar og útflýggjar heilsuprógv, sum eru grundað á læknakanning sambært § 13.
Stk. 3. Umframt møguligar avmarkingar, sambært § 6, skal heilsuprógvið, um tað við læknakanningini, sambært § 13, er vikið frá krøvunum til sjón í skjali 1, verða áteknað, at tað ikki gevur rættindi til kagtænastu umborð á skipum, fevnd av STCW-sáttmálanum.
§ 8. Heilsuprógv kunnu í mesta lagi vera í gildi í:
1) 2 ár, fyri persónar eldri enn 18 ár.
2) 1 ár, fyri persónar yngri enn 18 ár.
§ 9. Um heilsuprógvið fer úr gildi á túri, varðveitir heilsuprógvið gildi til fyrstu havn, ið skipið kemur í, har nýggj læknakanning kann gerast uttan óneyðugt drál, samanber tó stk. 2.
Stk. 2. Heilsuprógvið kann í mesta lagi varðveita gildi í 3 mánaðir eftir ásetta lokadagin í heilsupróvnum.
§ 10. Meðan persónur er í starvi umborð, skal heilsuprógvið verða latið skiparanum í varðveitslu.
Stk. 2. Skipari, sum hevur heilsuprógv í varðveitslu sambært stk. 1, skal eftir áheitan frá Sjóvinnustýrinum lata Sjóvinnustýrinum prógvið.
Stk. 3. Persónar, sum hava galdandi heilsuprógv, skulu eftir áheitan frá Sjóvinnustýrinum lata Sjóvinnustýrinum prógvið.
Kapittul 4
Læknakanningin
§ 11. Læknakanning skal fara fram hjá einum góðkendum sjóvinnulækna, samanber § 20.
Stk. 2. Persónur, sum skal til læknakanning sambært hesi kunngerð, kann sjálvur velja, hvør sjóvinnulækni skal gera kanningina, samanber tó § 18, stk. 1.
§ 12. Sjóvinnulæknin skal við læknakanningini meta um, hvørt likamliga og sálarliga heilsustøðan er soleiðis, at hin kannaði er skikkaður til skipstænastu, møguliga við avmarkingum, samanber § 6, stk. 1, og skjølini til hesa kunngerð. Metingin skal taka støði í hesum atlitum:
1) um sjúkan ella heilsustøðan viðførir øktan vanda fyri aktuellum heilsutrupulleika, sum ikki kann viðgerast av einum leikmanni umborð á skipi, og sum tí økir nógv um vandan fyri viðkomandi sjálvan,
2) um ein bráðfingin sjúka hjá hinum kannaða kann viðføra vanda fyri trygdina umborð ella seta hini umborð í eina óneyðuga trupla støðu, og
3) um sjúkan ella heilsustøðan viðførir, at hin kannaði fær trupulleikar at klára seg í eini neyðstøðu umborð.
Stk. 2. Sjóvinnulæknin skal í sambandi við læknakanningina nýta skjølini til hesa kunngerð.
§ 13. Sjúkrahúsverkið kann við støði í frágreiðing um týdningin av niðursettari sjón ella niðursettari hoyrn fyri starv umborð á skipi frá serlækna í eygnasjúkum ella serlækna í oyrna-, næsa- og hálssjúkum víkja frá krøvunum til sjón sambært skjali 1 og krøvunum til hoyrn, sambært skjali 2, samanber § 7.
§ 14. Sjóvinnulæknin kann savna inn viðkomandi upplýsingar um hin kannaða, undir hesum upplýsingar um møguliga nýtslu av heilivági og sjúkugongd, um tað, grundað á eina læknafakliga meting, er neyðugt í sambandi við læknakanningina og eftir at hava fingið nágreiniligt samtykki frá hinum kannaða. Sjóvinnulæknin skal skjalfesta orsøkina til, at ein slík innsavnan hevur verið mett neyðug.
§ 15. Sjóvinnulæknin skal í sambandi við læknakanningina nýta oyðublað, sum Sjóvinnustýrið gevur út.
§ 16. Sjóvinnulæknin skal skjalfesta læknakanningina, heruppií fakligar grundgevingar fyri metingar.
Stk. 2. Um sjóvinnulæknin í læknakanningini víkir frá ásetingunum í skjali 3 til kunngerðina, skal grundgeving eisini verða gjørd, sambært stk. 1.
Stk. 3. Sjóvinnustýrið kann til eina og hvørja tíð biðja sjóvinnulækna ella Sjúkrahúsverkið um avrit av einum heilsuprógvi.
§ 17. Verður ein persónur mettur óskikkaður til skipstænastu ella skikkaður til skipstænastu við avmarkingum, kann nýggj læknakanning eftir hesi kunngerð bara verða framd, um Sjóvinnustýrið gevur loyvi til tess, samanber tó stk. 4.
Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann geva loyvi sambært stk. 1, tá ið:
1) skjalprógv er fyri, at batar eru í heilsustøðuni, ella
2) aðrar serligar umstøður fyriliggja, ið gera eina nýggja læknakanning neyðuga.
Stk. 3. Sjóvinnustýrið kann harumframt loyva persóni, sum er mettur óskikkaður til skipstænastu, ella skikkaður við avmarkingum, til nýggja læknakanning eftir hesi kunngerð, um viðkomandi persónur fer til kanning hjá serlækna. Kanningin hjá serlækna skal í minsta lagi fevna um støðutakan til, hvørjar avleiðingar ein staðfest sjúka ella brek hjá hinum kannaða hevur fyri starv umborð á skipi.
Stk. 4. Loyvi frá Sjóvinnustýrinum sambært stk. 1 er ikki kravt, um:
1) meira enn 2 ár eru fráliðin síðani seinastu læknakanningina, ella
2) persónur er mettur skikkaður til skipstænastu við avmarkingum við seinastu læknakanning og nýggj læknakanning verður framd í fyrsta lagi 6 mánaðir, áðrenn heilsuprógvið fer úr gildi.
§ 18. Persónur, sum hevur galdandi heilsuprógv, hevur skyldu at fara til nýggja læknakanning, um tað í gildistíðarskeiðnum á heilsupróvnum henda slíkar broytingar í heilsustøðuni, at persónurin má meta tað verða ivasamt, um viðkomandi framhaldandi er skikkaður at arbeiða umborð á skipi, ella er skikkaður at hava kagtænastu.
§ 19. Sjóvinnustýrið kann krevja, at persónur, sum hevur galdandi heilsuprógv, skal til nýggja læknakanning á Sjúkrahúsverkinum, ella at heilsuprógvið verður ógildað, tá ið upplýsingar fyriliggja, millum annað í sambandi við avmynstring orsakað av sjúku, sum vekja iva um, hvørt viðkomandi framvegis er skikkaður at starvast innan viðkomandi starvsøki umborð á skipi.
Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann, um neyðugt, taka avgerð um, at ein persónur ikki kann starvast umborð á skipi, tá ið nýggj læknakanning er kravd sambært stk. 1.
Stk. 3. Er persónur umborð á skipi, tá ið læknakanning verður kravd sambært stk. 1, kann Sjóvinnustýrið krevja, at viðkomandi verður avmynstraður, ella at læknakanningin skal verða gjørd innan ásetta freist. Krevur Sjóvinnustýrið viðkomandi avmynstraðan, skal hetta verða í fyrstu havn, ið skipið kemur í, har heimferðin hóskandi kann fara fram. Sjóvinnustýrið rindar útreiðslurnar fyri heimferðina.
Stk. 4. Persónur kann ikki starvast umborð á skipi aftaná, at freistin sambært stk. 3 er farin, uttan so, at tað við læknakanning er staðfest, at viðkomandi framvegis er skikkaður til sítt starvsøki umborð.
Kapittul 5
Sjóvinnulæknar
§ 20. Sjóvinnustýrið góðkennir sjóvinnulæknar eftir umsókn.
Stk. 2. Fyri at verða góðkendur sum sjóvinnulækni, krevst, at læknin hevur autorisatión sum lækni sambært anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed, og hevur staðið serligt skeið í sjóvinnulæknafrøði, sum Sjúkrahúsverkið fyriskipar.
Stk. 3. Um sjóvinnulækni missir ella sigur upp autorisatión sum lækni, fellur góðkenningin sum sjóvinnulækni samstundis burtur.
§ 21. Sjóvinnulæknar, sum fremja læknakanningar sambært hesi kunngerð, skulu yrkisliga vera púra óheftir í sambandi við útinnan av læknakanningini.
§ 22. Sjóvinnustýrið kann, eftir ráðførslu við Sjúkrahúsverkið, taka aftur eina góðkenning sambært § 17, um sjóvinnulæknin grovliga ella ferð eftir ferð sýnir ósketni í sambandi við læknakanningar sambært hesi kunngerð.
Kapittul 6
Almennar ásetingar
§ 23. Persónar, sum nýta brillur, kontaktlinsur, hoyritól ella annað hjálpitól fyri at lúka krøvini í skjølunum til hesa kunngerð, skulu nýta hjálpitólið í arbeiðinum umborð.
Stk. 2. Persónar, ið nýta brillur, skulu til eina og hvørja tíð hava eyka sett av brillum, sum geva fulla korrektión,við umborð.
§ 24. Persónar, sum fara til læknakanning sambært hesi kunngerð, skulu eftir áheitan kunna vísa fram samleikaprógv.
§ 25. Skiparin skal síggja til, at § 10, stk. 2, og § 19, stk. 3 og 4, verða hildnar.
§ 26. Sjóvinnustýrið kann í serligum førum geva undantak frá reglunum í § 1 og § 2.
Kapittul 7
Gjald fyri læknakanning
§ 27. Arbeiðsgevarin ber útreiðslurnar av læknakanningum sambært hesi kunngerð og møguliga Chester Step Test, sambært skjali 4 til kunngerðina hjá persónum, sum skulu hava galdandi heilsuprógv sambært § 3. Um hin kannaði ikki hevur arbeiðsgevara, tá ið læknakanningin verður gjørd, skal fyrsti arbeiðsgevari, ið setir viðkomandi í eitt starv, sum krevur galdandi heilsuprógv, endurrinda viðkomandi útreiðslurnar fyri læknakanningina, samanber tó stk. 3.
Stk. 2. Treytin fyri at fáa endurrindað útreiðslur frá arbeiðsgevara eftir stk. 1 er, at hin kannaði í minsta lagi í hálvt ár hevur verið við skipi hjá arbeiðsgevaranum, og at viðkomandi kann skjalprógva at hava goldið fyri læknakanningina.
Stk. 3. Sjóvinnustýrið rindar fyri læknakanningar, sum verða gjørdar sambært § 19, stk. 1.
Kapittul 8
Revsing
§ 28. Brot skiparans á § 25 verður revsað við sekt.
Stk. 2. Brot á § 10, stk. 3, verður revsað við sekt.
Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 4. Tá ið revsing verður áløgd eftir stk. 3, verða persónar, ið onnur enn reiðarin hava sett at gera arbeiði umborð á skipinum, eisini at meta sum knýttir at reiðaranum. Er samsvarsskjal útflýggjað til eitt annað felag ella persón sambært koduni um tryggan skiparakstur, ella loyvisbræv sambært ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki, MLC ella ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum, verða skiparin og sjófólkini eisini at meta sum knýtt at honum, sum skjalið er útflýggjað til.
Kapittul 9
Gildiskoma, skiftisreglur o.a.
§ 28. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 82 frá 6. juni 2013 um læknakanning fyri sjófólk, samanber tó § 29.
§ 29. Teir sjóvinnulæknar, sum eru góðkendir eftir § 6 í kunngerð um læknakanning fyri sjófólk, varðveita góðkenningina at gera læknakanningar og at útgeva heilsuprógv.
Stk. 2. Heilsuprógv, sum eru givin út eftir tí í § 29, stk. 2, nevndu kunngerð, verða verandi í gildi við teimum treytum, sum eru ásettar í heilsupróvnum.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 20. august 2024
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)
Skjal 1
Krøv til sjón
Sjófólk, bólkað eftir starvi umborð |
Sjónin í 6 metra frástøðu við korrektión1
|
Sjónin nær og í millum- støðu við báðum eygum við ella uttan korrektión
|
Sjónin uttan korrek-tión |
Litsansur3 |
Sjónar-ringur4 |
Náttar-blindni4 |
Diplopia4 | |
Betra eygað |
Verra eygað | |||||||
Skiparar, brúgva-yvirmenn og onnur við kagtænastu |
0,52 |
0,5 |
Sjónin, sum kravd fyri at kunna navigera. (Til dømis fyri at kunna brúka sjókort, nautiskar útgávur og onnur tól á brúnni). |
0,1 |
Sí 6. viðmerk-ing |
Normalur sjónar-ringur |
Sjónin, sum kravd fyri at røkja allar neyðugar uppgávur í myrkri uttan at seta trygdina í vanda. |
Bara í heilt serligum førum, um allar neyðugar uppgávur kunnu røkjast uttan at seta trygdina í vanda. |
Allir maskin-yvirmenn, elektro-tøkningar ella onnur við maskin-vakt |
0,45 |
0,45 |
Sjónin, sum kravd fyri at kunna lesa tól heilt tætt við, fyri at passa útgerð og skipanir eftir tørvi. |
0,1 |
Sí 7. viðmerk-ing |
Nøktandi sjónar-ringur |
Sjónin, sum kravd fyri at røkja allar neyðugar uppgávur í myrkri uttan at seta trygdina í vanda. |
Bara í heilt serligum førum, um allar neyðugar uppgávur kunnu røkjast uttan at seta trygdina í vanda. |
GMDSS-radio-passarar |
0,4 |
0,4 |
Sjónin, sum kravd fyri at lesa tól heilt tætt við, passa útgerð og eyðmerkja skipanir/ komponentar eftir tørvi. |
0,1 |
Sí 7. viðmerk-ing |
Nøktandi sjónar-ringur |
Sjónin, sum kravd fyri at røkja allar neyðugar uppgávur í myrkri uttan at seta trygdina í vanda. |
Bara í heilt serligum førum, um allar neyðugar uppgávur kunnu røkjast uttan at seta trygdina í vanda. |
Viðmerkingar
1. Virðini eru ásett sambært “Snellen decimal notation”.
2. Mælt verður til í minsta lagi 0,7 á einum eyga fyri at minka um vandan fyri ikki staðfestari eygnasjúku.
3. Sum allýst í “International Recommendation for Colour Vision Requirements for Transport” frá “Commission International de l’Eclairage” (CIE-143-2001, við seinni broytingum).
4. Fyrivarni eiga at verða tikið fyri meting frá eygnalækna, um úrslitini av innleiðandi kanning benda á hetta.
5. Persónar, ið røkja starv í maskinrúminum, skulu hava samsjón á í minsta lagi 0,4.
6. CIE colour vision standard 1 ella 2.
7. CIE colour vision standard 1, 2 ella 3.
Skjal 2
Krøv til hoyrn
Hoyriroynd
Øll manningin
Hoyrnin eigur í miðal at vera í minsta lagi 30 dB (uttan hoyritól) á betra oyra, og í miðal 40 dB (uttan hoyritól) á verra oyra innan fyri frekvensirnar 500, 1.000, 2.000 og 3.000 Hz. Hetta svarar nøkulunda til at kunna hoyra talu við ávikavist 3 metrar og 2 metrar frástøðu.
Mælt verður til, at hoyriroyndir verða gjørdar við tónaaudiometri. Aðrir hættir, sum nýta galdandi og standardiseraðar kanningar at máta niðursettan førleika at skilja talu, kunnu tó eisini nýtast. Talu- og teskiroyndir kunnu verða nýttar at gera eina skjóta praktiska meting.
Hoyritól kann bara verða nýtt, um váttan er um, at hin kannaði kann útinna vanligu arbeiðsuppgávurnar, heruppií eisini uppgávur í neyðstøðu á tryggan og fullgóðan hátt alla gildistíðina á heilsupróvnum.
Sjófólk, sum røkja uppgávur á dekki ella á brúnni
Sjófólk, sum skulu røkja uppgávur á dekki ella á brúnni, skulu kunna hoyra teskaða talu í 4 metrar frástøðu.
Skjal 3
Vegleiðing í sambandi við ymiskar sjúkur og heilsustøður
Inngangur
Endamálið við læknakanningini er at tryggja, at hin kannaði er førur fyri at røkja sínar uppgávur á fullgóðan hátt og til frama fyri trygdina á sjónum.
Yvirskipaða metingin um, hvørt hin kannaði er skikkaður til starv umborð á skipi, eigur altíð at verða gjørd sambært § 11 í kunngerðini.
Talvan í hesum skjali fevnir um yvirlit yvir sjúkur og heilsustøður, ið vanliga hava við sær, at hin kannaði ikki kann metast at vera skikkaður til starv umborð á skipi, ella kann verða mettur skikkaður til starv umborð á skipi við ávísum avmarkingum.
Fyrivarni skal verða tikið fyri, at tað ikki er gjørligt at gera eitt gjølligt yvirlit yvir tey viðurskifti, ið gera seg galdandi fyri allar sjúkur og heilsustøður, og hvørja avleiðing hesar hava fyri møguleikan fyri starv umborð á skipi, undir hesum álvarsemi av sjúkuni ella heilsustøðuni, útlitini til bata ella versnan og møguligar viðgerðarhættir. Tær meginreglur, sum eru ásettar í talvuni, kunnu tó ofta nýtast analogt (samlíkt) til aðrar sjúkur/heilsustøður, sum ikki eru ásettar í talvuni.
Talvan yvir sjúkur og heilsustøður er sett upp soleiðis:
1. teigur: Diagnosukoda sambært “WHO International Classification of Diseases”, 10. útgáva (ICD-10)
2. teigur: Vanliga navnið á sjúkuni/heilsustøðuni ella bólki av sjúkum, umframt stutt lýsing av týdninginum av sjúkuni/heilsustøðuni fyri starv umborð á skipi.
3. teigur: Lýsing av sjúku og/ella heilsustøðu, ið má væntast at vera til vanda fyri trygdina umborð, til vanda fyri hini umborð og fyri hin kannaða sjálvan, t.e. um óvist er, um viðkomandi kann røkja arbeiðið á álítandi, tryggan og lítarligan hátt, annaðhvørt fyribils (F) ella varandi (V). Hesin teigur eigur altíð at verða mettur um sum fyrsta stig.
4. teigur: Lýsing av sjúku og/ella heilsustøðu, har grundarlag vanliga er fyri at skriva út heilsuprógv við avmarkingum í arbeiðsøki umborð, í tíð og/ella á siglingarleið. Hesin teigur eigur at verða brúktur, um sjúka/heilsustøðan hjá hinum kannaða ikki hoyrir undir teig 3.
5. teigur: Lýsing av sjúku og/ella heilsustøðu, har grundarlag vanliga er fyri at skriva út heilsuprógv uttan avmarkingar. Hesin teigur skal bara nýtast, um sjúkan/heilsustøðan hjá hinum kannaða ikki hoyrir undir teig 3 og 4.
Í sambandi við ávísar sjúkur/heilsustøður eru ein ella fleiri teigar annaðhvørt ikki viðkomandi, ella er ikki ráðiligt at skriva út heilsuprógv. Í hesum teigum er ásett “ikki møguligt”.
ICD-10 koda |
Sjúka / Heilsustøða
|
Sjúkan / heilsustøðan ger, at hin kannaði ikki er skikkaður at røkja vanligar arbeiðsuppgávur til skips, undir hesum uppgávur í neyðstøðu á tryggan og fullgóðan hátt.
- (F) Væntað at vera fyribils.
- (V) Væntað at vera varandi. |
(A) Hin kannaði er skikkaður at røkja ávísar arbeiðsuppgávur til skips, undir hesum uppgávur í neyðstøðu, men ikki allar, og / ella hin kannaði er skikkaður at røkja starv umborð á skipi á ávísum siglingarleiðum, men ikki á øllum.
(E) Neyðugt er at hava økt eftirlit við sjúkuni / heilsustøðuni. (Útyvir vanligu gildistíðina á heilsuprógvi á 2 ár)
|
Hin kannaði er skikkaður at røkja allar arbeiðs-uppgávur til skips, undir hesum uppgávur í neyðstøðu, og á øllum siglingar-leiðum. |
A00-B99 Smittandi sjúkur | ||||
A00-09 |
Smittandi tarmsjúkur
Á smittandi stigi, residiv. |
F – Tá viðkomandi hevur sjúkueyðkenni, ella tá bíðað verður eftir svari frá dyrkan. Viðkomandi er smittuberi, inntil staðfest er, at tað ikki longur er smittuvandi.
|
Ikki møguligt. |
Øll, undantikið tey, ið skulu handfara matvørur umborð: Tá ið sjúkan er nøktandi viðgjørd, ella viðkomandi er vorðin frískur.
Tey, ið skulu handfara matvørur umborð: Ítøkilig meting av virkisførinum. Bakteriufrøðilig kanning kann verða neyðug. |
A15-16 |
Lungna-tuberklar
Á smittandi stigi, residiv. |
F – Við positivari snarkanning ella grundað á sjúkusøguna, áðrenn viðkomandi er kannaður hjá lækna.
Um viðkomandi er smittaður: Til viðgerðin er framd og viðkomandi er staðfestur smittufríur.
V – Residiv ella um viðkomandi hevur illa farin lungu. |
Ikki møguligt. |
Tá ið viðgerðin er liðug og viðkomandi er vorðin frískur. |
A50-64 |
Kynssjúkur
|
F – Til viðgerðin er byrjað og viðkomandi ikki longur hevur sjúkueyðkenni.
V – Um viðkomandi hevur seinfylgjur, sum varandi skerja virkisførið. |
A – Møgulig avmarkað siglingarleið: Um viðgerð við tablettum er byrjað og viðkomandi ikki hevur sjúkueyðkenni. |
Tá ið viðgerðin er liðug og viðkomandi er vorðin frískur. |
B15 |
Hepatitis A
Sum kann smitta umvegis drekkivatn og matvørur. |
F – Til livurin starvar normalt. |
Ikki møguligt. |
Tá ið viðgerðin er liðug, og viðkomandi ikki longur hevur sjúkueyðkenni. |
B16-19 |
Hepatitis B, C o.a.
Sum smittar umvegis blóð ella aðrar kropsvætur. Møguleiki fyri varandi livraskaða og livrakrabba. |
F – Til livurin starvar normalt.
V – Um viðkomandi hevur varandi livraárin og sjúkueyðkenni, sum elva til, at viðkomandi ikki er førur fyri at røkja vanligu arbeiðsuppgávurnar til skips, ella um vandi er fyri komplikatiónum. |
A, E – Tá ið tað er óvist, um viðkomandi er heilt frískur ella smittufríur. Ítøkilig meting við støði í vanligu arbeiðsuppgávunum og siglingarleiðum í starvinum hjá viðkomandi. |
Tá ið viðgerðin er liðug og viðkomandi ikki longur hevur sjúkueyðkenni. |
B20-24 |
HIV-positivur
Sum smittar umvegis blóð ella aðrar kropsvætur. Smittan kann møguliga hava AIDS við sær. |
F – Inntil støðan er stabil og viðgerðin er so munagóð, at vandin fyri komplikatiónum er lítil. Um viðgerðin verður broytt og tað er ógreitt, hvussu nýggi heilivágurin starvar.
V – Ikki reversibul, HIV-relaterað sjúka, sum elvir til skert virkisføri; ella hjáárin av heilivági, sum elva til skert virkisføri. |
A, E – Tíðaravmarkað og/ella avmarkað siglingarleið: Um viðkomandi er HIV-positivur og lítili sannlíkindi eru fyri progressión uttan viðgerð; ella tá viðkomandi er í viðgerð við støðugum heilivági, men ikki hevur hjáárin. |
Um viðkomandi er HIV-positivur, men virkisførið ikki er skert og sera lítili sannlíkindi eru fyri progressión. Viðkomandi má ikki hava hjáárin av viðgerðini, og økt eftirlit við heilsustøðuni er ikki neyðugt. |
A00-B99 |
Aðrar smittandi sjúkur
Skert virkisføri, smittuvandi. |
F – Inntil viðkomandi er smittufríur og førur fyri at røkja vanligu arbeiðsuppgávurnar til skips.
V – Um áhaldandi sannlíkindi eru fyri residiv, sum elvir til skert virkisføri, ella at sjúkan kemur aftur. |
Ítøkilig meting grundað á slagið av infektión. |
Tá ið viðgerðin er liðug og viðkomandi ikki longur hevur sjúkueyðkenni, umframt at skjalprógvað er, at sannlíkindini fyri smittu eru lítil.i |
C00-D48 Krabbameinssjúkur | ||||
|
Vøkstur av illkynjaðum slag Íroknað blóðkrabbamein og líknandi sjúkur.
Residiv, serligar bráðkomnar komplikatiónir. |
F – Inntil viðkomandi er kannaður, hevur fingið viðgerð og útlitini eru staðfest.
V – Um virkisførið áhaldandi er skert vegna sjúkueyðkenni, og støðan verður mett at kunna seta trygdina umborð í vanda, ella stór sannlíkindi eru fyri residiv. |
A – Avmarkað siglingarleið: Um mett verður, at áhaldandi skert virkisføri ikki er ein forðing fyri, at viðkomandi kann røkja allar vanligar arbeiðsuppgávur, undir hesum uppgávur í neyðstøðu, og at tað er ósannlíkt, at eitt møguligt residiv krevur bráðfeingis læknaviðgerð.
E – Tíðaravmarkað í millum kanningar hjá serlækna, um: - krabbamein er staðfest < 5 ár síðani, - virkisførið ikki er skert, tá ið kanningin verður gjørd, í slíkan mun, at viðkomandi ikki er skikkaður at røkja allar arbeiðsuppgávur, undir hesum uppgávur í neyðstøðu, og - tað eru lítili sannlíkindi fyri residiv ella tørvi á bráðfeingis læknaviðgerð meðan viðkomandi er til skips. |
Í fyrsta lagi 5 ár eftir, at krabbameins-sjúkan er staðfest; um eftirlit hjá serlækna ikki longur er neyðugt og virkisførið ikki er skert; ella um lítili sannlíkindi eru fyri residiv, ið elvir til skert virkisføri.
Skal verða váttað av serlækna.
|
D50-89 |
Sjúkur í blóði og blóðgerandi organum | |||
D50-59 |
Anæmiir og hæmoglobin-opatiir
|
V – Um afturvendandi ella varandi álvarsamir tilburðir við blóðtroti (anæmi), ella viðkomandi hevur sjúkueyðkenni, ið elva til skert virkisføri og ikki kunnu viðgerast. |
A – Avmarkað arbeiðsøki: Til hæmoglobinið er í normaløkinum.
A, E – Møgulig avmarkað siglingarleið.
Tíðaravmarkað: Reglulig eftirlit, um hæmoglobinið er lágt, men asymptomatisk. |
Tá ið hæmoglobinið er í normal-økinum.
|
D73 |
Splenectomi miltið tikið.
Økt sannlíkindi fyri infektiónum.
|
F – Inntil viðkomandi er skurðviðgjørdur og er vorðin frískur.
|
A – Ítøkilig meting: Tað er sannlíkt, at viðkomandi kann metast skikkaður at røkja allar arbeiðsuppgávur til skips, undir hesum uppgávur í neyðstøðu, men á avmarkaðum siglingarleiðum. Viðkomandi er væntandi skikkaður at starvast umborð á siglingarleiðum við tempraðum veðurlagi, men er væntandi ikki skikkaður at starvast umborð á siglingarleiðum við tropiskum veðurlagi. |
Ítøkilig meting. |
D50-89 |
Aðrar sjúkur í blóði og blóðgerandi organum
Spontanar bløðingar, lítil arbeiðsorka, lítið mótstøðuføri fyri infektiónum. |
F – Undir útgreining.
V – Um viðkomandi hevur varandi koagulatiónsólag. |
Ítøkilig meting. |
Ítøkilig meting. |
D68 |
Koagulatións-órógv, grundað á antikoagula- tiónsviðgerð (undantikið acetylsalicyl-sýra) Øktur vandi fyri spontanari bløðing og varandi bløðing eftir skaða. |
F – Til viðkomandi er kannaður og hevur fingið viðgerð, og meðan stuttvarandi antikoagulatiónsviðgerð fer fram.
V – Er møguliga neyðugt, um talan er um afturvendandi periodiska viðgerð, ella um viðkomandi er í varandi antikoagulatiónsviðgerð. |
A, E – Treytað av slagi av antikoagulatións- viðgerð, kann viðkomandi vera skikkaður at røkja allar arbeiðsuppgávur til skips, undir hesum uppgávur í neyðstøðu.
Møgulig avmarkað siglingarleið til heimasigling, tá ið viðkomandi er stabiliseraður við antikoagulatións-heilivági og við regluligum mátingum av viðgerðini. |
Tá ið viðkomandi er vorðin frískur og er uttan antikoagulatión. |
E00-90 |
Endokrinar sjúkur, føðslugrundaðar sjúkur og stoffskiftissjúkur | |||
E10 |
Sukursjúka - Viðgjørd við insulini
Bráðkomin sjúkutekin vegna hypoglykæmi; komplikatiónir vegna ónøktandi eftirlit við blóðsukrinum; økt sannlíkindi fyri komplikatiónum í eygum, nervalagi og hjartaæðralagi. |
F – Frá tí, at viðgerðin er byrjað og til sjúkan er væl stillað.
V – Um sjúkan er illa stillað; um viðkomandi áður hevur havt álvarsamar tilburðir við lágum blóðsukri; um viðkomandi ikki hevur nøktandi evni at meta um lágt blóðsukur; um viðkomandi ikki hevur neyðugan kunnleika til sjúku sína; ella um viðkomandi hevur diabeteskomplikatiónir, sum elva til skert virkisføri.
Gev gætur! Persónar, ið skulu mynstra á fyrsta sinni, kunnu ikki fáa rættindi at røkja starv, sum er fevnt av minstu trygdarmanningini umborð, ella at fara í starvsvenjing sum liður í útbúgving til starv, sum vanliga er fevnt av minstu trygdarmanning umborð á skipum. Ikki tænastu umborð á fiskiskipum. |
A, E – Um skjalprógv eru um væl stillaða sukursjúku og viðkomandi hevur neyðugan kunnleika til sjúku sína og dugir at máta sær blóðsukur. Viðkomandi má duga at staðfesta hypoglykæmi og viðgera tað.
Avmarkað siglingarleið.
Avmarkað arbeiðsøki: Viðkomandi má ikki fáa rættindi at ganga vakt einsamallur.
Tíðaravmarkað: Inntil næstu kanning hjá serlækna. Viðgerðin skal vera undir regluligum eftirliti av lækna, vera væl stillað, og ikki hava elvt til tilburðir av hypoglykæmi við tilvitisárini seinastu 2 árini. |
Ikki møguligt. |
E11-14 |
Sukursjúka - Ikki viðgjørd við insulini, viðgjørd við øðrum heilivági
Um sjúkan versnar so at tørvur er á insulini; økt sannlíkindi fyri komplikatiónum í eygum, nervalagi og hjartaæðralagi.
|
|
A – Avmarkað siglingarleið.
Avmarkað arbeiðsøki: Viðkomandi má ikki fáa rættindi at ganga vakt, fyrr enn sjúkan er væl stillað.
Avmarkað arbeiðsøki: Viðkomandi má ikki fáa rættindi at vera einsamallur á vakt, um viðkomandi hevur minni hjáárin av heilivági, serliga um sulphonylureas verður nýtt.
E – Tíðaravmarkað: Um viðkomandi ikki hevur neyðugan kunnleika til sjúku sína, ella um viðgerðin krevur nógv eftirlit. |
Tá sjúkan er væl stillað og uttan komplikatiónir, ið skerja virkisførið.
|
Sukursjúka - Ikki viðgjørd við insulini, viðgjørd við kostinum
Sjúkan versnar, so at tørvur er á insulini; økt sannlíkindi fyri komplikatiónum í eygum, nervalagi og hjartaæðralagi. |
|
A – Avmarkað siglingarleið.
Avmarkað arbeiðsøki: Viðkomandi má ikki fáa rættindi at ganga vakt, fyrr enn sjúkan er væl stillað.
E – Tíðaravmarkað: Um sjúkan er væl stillað, men viðkomandi ikki hevur neyðugan kunnleika til sjúku sína. |
Tá sjúkan er væl stillað og uttan komplikatiónir, ið skerja virkisførið. | |
E65-68 |
Fiti í meira lagi, ella óvanlig kropsvekt - høg ella lág.
Øktur vandi fyri at koma til skaða, skerdur likamligur førleiki at røkja rutinu- og trygdar-mannagongdir. Økt sannlíkindi fyri sukursjúku, hjartaæðra-sjúkum og slitgikt. |
F – Um viðkomandi ikki er førur fyri at røkja vanligar arbeiðsuppgávur og uppgávur í neyðstøðu. Um likamligi førleikin er munandi skerdur.
V – Um viðkomandi ikki er førur fyri at røkja vanligar arbeiðsuppgávur og uppgávur í neyðstøðu. Um likamligi førleikin er munandi skerdur og royndir at betra um støðuna eru miseydnaðar.
Gev gætur! BMI kann nýtast sum ábending um, nær tað er viðkomandi at gera fysiskar kanningar. BMI skal ikki vera einasta grundarlagið undir eini avgerð um, at viðkomandi er óskikkaður til skipstænastu. BMI > 40 kg/m2 krevur ítøkiliga meting sambært skjali 4 |
A, E – Tíðaravmarkað og avmarkað siglingarleið ella avmarkað arbeiðsøki, um viðkomandi ikki er førur fyri at røkja allar arbeiðsuppgávur, men er førur fyri at røkja rutinu- og trygdarmannagongdir til ávísu trygdarfunktiónina. |
Tá ið likamligi førleikin er batnaður, vektin er støðug ella minkandi, og tað er ongin komorbiditetur. |
E00-90 |
Aðrar endokrinar og metaboliskar sjúkur (sjúkur í skjaldkertlinum, í hjánýrunum, íroknað Addisons sjúka, í hypofysuni, í eggjastokkum og testiklum.)
Sannlíkindi fyri residiv ella komplikatiónum.
|
F – Inntil viðgerðin er byrjað og er støðug uttan hjáárin.
V – Um virkisførið áhaldandi er skert; um javnan er tørvur á at tillaga heilivágin, ella økt sannlíkindi fyri álvarsomum komplikatiónum. |
A, E – Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna. Metast skal um sannlíkindi fyri komplikatiónum, sum skerja virkisførið vegna sjúkuna ella viðgerðina, undir hesum eisini avleiðingarnar av einari infektión ella skaðatilburði meðan viðkomandi er til skips. |
Um viðgerðin er støðug, lítil tørvur er á eftirliti við sjúkuni, virkisførið ikki er skert, og tað eru sera lítili sannlíkindi fyri komplikatiónum
Addisons sjúka: Grundað á vandan fyri komplikatiónum er vanliga ikki grundarlag undir at geva út heilsuprógv uttan avmarkingar. |
F00-99 |
Sálarsjúkur og atburðarórógv | |||
F10 |
Rúsdrekka-misnýtsla (Bundinskapur)
Residiv; óhapp og vanlukkur; nýtsla, sum má metast at hava skaðilig árin á skynsemið hjá viðkomandi, og sum kann verða til vanda fyri trygdina umborð. |
F – Inntil viðgerðin er støðug og viðkomandi aftur lýkur heilsukrøvini. Inntil eitt ár eftir diagnosuna ella eitt ár aftaná eitt residiv.
V – Um áhaldandi misnýtsla, ella um komorbiditetur við sannlíkindum fyri, at støðan versnar ella fyri residiv, meðan viðkomandi er til skips. |
A, E – Tíðaravmarkað.
Avmarkað arbeiðsøki: Viðkomandi má ikki fáa rættindi sum skipari. Rættindi at røkja onnur størv mugu verða treytað av, at viðkomandi verður undir eftirliti umborð, at framhaldandi læknaligt eftirlit er við heilsustøðuni hjá viðkomandi, og at støðugt fráhald kann skjalprógvast. |
Aftaná trý ár uttan residiv og uttan komorbiditet. |
F11-19 |
Bundinskapur av narkotika og áhaldandi misbrúk Fevnir um bæði rúsevni, sum er fingin ólógliga til vega og evni, sum krevja resept frá lækna.
Residiv; óhapp og vanlukkur; nýtsla, sum má metast at hava skaðilig árin á skynsemið hjá viðkomandi, og sum kann verða til vanda fyri trygdina umborð. |
F – Inntil viðgerðin er støðug og viðkomandi aftur lýkur heilsukrøvini. Inntil eitt ár eftir diagnosuna ella eitt ár eftir eitt residiv.
V – Um áhaldandi misnýtsla, ella um tað er komorbiditetur við sannlíkindum fyri, at støðan versnar ella fyri residiv, meðan viðkomandi er til skips. |
A, E – Tíðaravmarkað og avmarkað arbeiðsøki: Viðkomandi má ikki fáa rættindi sum skipari. Rættindi at røkja onnur størv mugu verða treytað av, at viðkomandi verður undir eftirliti umborð; at framhaldandi læknaligt eftirlit er við heilsustøðuni hjá viðkomandi; og at: - viðkomandi er narkotikafríur í minsta lagi við trimum ófráboðanum kannigum; - skjalprógvað er væleydnað luttøka í endurvenjingar- skeiði; og - viðkomandi framhaldandi luttekur í eftirlitsskipan fyri narkotisk evni. |
Aftaná trý ár uttan residiv og komorbiditet. |
F20-31 |
Psykosa (akut) – organisk, skizofreni ella annað slag, sum stendur í ICD. Bipolar, (manisk depressiv sjúka.)
Residiv, sum hevur við sær vanlukkur, broyting í fatan og kognitión, ávirkan á skynsemið hjá viðkomandi, ella sum í aðrar mátar kann verða til vanda fyri trygdina umborð.
|
(a) Eftir einstakan tilburð við kendari útloysandi grund:
F – Inntil viðkomandi er kannaður, heilsustøðan er støðug, og viðkomandi aftur lýkur heilsukrøvini. Í minsta lagi tríggjar mánaðir eftir tilburðin.
b) Eftir einstakan tilburð uttan kenda útloysandi grund; ella eftir meira enn ein tilburð við ella uttan kenda útloysandi grund:
F - Til viðkomandi er kannaður, heilsustøðan er stabil og viðkomandi aftur lýkur heilsukrøvini. Í minsta lagi tvey ár eftir seinasta tilburð.
V – Um fleiri enn tríggir tilburðir ella áhaldandi sannlíkindi fyri residiv. Um viðkomandi ikki lýkur heilsukrøvini, hvørki við ella uttan avmarkingar. |
A, E – Avmarkað siglingarleið.
Tíðaravmarkað og avmarkað arbeiðsøki: Viðkomandi má ikki fáa rættindi sum skipari. Rættindi at røkja onnur størv mugu verða treytað av, at viðkomandi verður undir eftirliti umborð; at framhaldandi læknaligt eftirlit er við heilsustøðuni hjá viðkomandi; og undir teimum fyritreytum, at viðkomandi: - hevur neyðugan kunnleika til sjúku sína, - fylgir ásettu viðgerðini, og - ikki hevur hjáárin av heiliváginum.
A, E – Avmarkað siglingarleið.
Tíðaravmarkað og avmarkað arbeiðsøki: Viðkomandi má ikki fáa rættindi sum skipari. Rættindi at røkja onnur størv mugu verða treytað av, at viðkomandi verður undir eftirliti umborð; at framhaldandi læknaligt eftirlit er við heilsustøðuni hjá viðkomandi og undir teimum fyritreytum, at viðkomandi: - hevur neyðugan kunnleika til sjúku sína, - fylgir ásettu viðgerðini, og - ikki hevur hjáárin av heiliváginum. |
Ítøkilig meting og í fyrsta lagi eitt ár eftir hendingina, treytað av, at sleppast kann undan útloysandi grundum.
Ítøkilig meting til tess at útiloka sannlíkindi fyri residiv. Í fyrsta lagi fimm ár aftaná seinastu hending, viðkomandi hevur ikki sjúkueyðkenni, og ongin heilivágur hevur verið neyðugur seinastu tvey árini. |
F32-38 |
Huglags-/affektivar sjúkur Álvarligar angiststøður, depressión ella aðrar sinnisstøður, ið kunnu ávirka virkisførið.
Residiv, minkað virkisføri, serliga í neyðstøðum. |
F – Meðan sjúkan ger um seg, undir útgreining, ella um viðkomandi hevur sjúkueyðkenni ella hjáárin av heilivági, ið elva til skert virkisføri. Í minsta lagi í tríggjar mánaðir í støðugari viðgerð við heilivági.
V – Um viðkomandi hevur áhaldandi ella afturvendandi sjúkutekin, sum ávirka virkisførið.
|
A, E – Avmarkað siglingarleið.
Avmarkað arbeiðsøki: Rættindi sum skipari mugu verða treytað av, at lítili sannlíkindi eru fyri residiv og at viðkomandi: - hevur gott virkisføri, - hevur neyðugan kunnleika til sjúku sína, og - fylgir ásettu viðgerðini og ikki hevur hjáárin. |
Ítøkilig meting til tess at útiloka sannlíkindi fyri residiv. Í minsta lagi tvey ár uttan residiv, uttan nýtslu av heilivági ella við støðugum heilivági uttan hjáárin, ið elvir til skert virkisføri.
|
Huglags-/affektivar sjúkur Veik ella reaktiv sjúkueyðkenni upp á angist og depressión.
Residiv, skert virkisføri, serliga í neyðstøðum. |
F – Inntil viðkomandi ikki hevur sjúkueyðkenni longur. Um viðgjørt verður við heilivági, skal dosis vera støðug og viðkomandi má ikki hava hjáárin, ið elva til skert virkisføri.
V – Um viðkomandi hevur áhaldandi ella afturvendandi sjúkutekin, sum ávirka virkisførið. |
A, E – Tíðaravmarkað: Um viðkomandi er í viðgerð við støðugum heilivági og ikki hevur hjáárin av heilivági ella onnur hjáárin, ið elva til skert virkisføri.
Møguliga er eisini neyðugt at avmarka siglingarleiðina. |
Ítøkilig meting í fyrsta lagi eitt ár eftir seinasta tilburð: - um viðkomandi ikki hevur sjúkutekin og ikki er í viðgerð við heilivági; ella - um viðkomandi er í viðgerð við heilivági og ikki hevur hjáárin, ið elva til skert virkisføri. | |
F00-99 |
Aðrar sjúkur, til dømis persónleika- órógv, ADHD, menningartarn (autisma).
Minkað uppmerksemi og bindindi og minkaðir sosialir førleikar.
|
F – Undir útgreining ella meðan viðkomandi er í royndarviðgerð við heilivági; og til endaliga virkisførið er greitt.
V – Um mett verður, at sjúkan kann verða til vanda fyri trygdina umborð.
Persónar, serliga tey, ið skulu mynstra á fyrsta sinni, eiga at verða mett við støði í samlaðu sjúkusøguni.
Persónar, ið hava langtíðar tørv á viðgerð, eru sum útgangsstøði ikki skikkaðir at fáa rættindi at røkja starv, sum er fevnt av minstu trygdarmanningini umborð, ella at fara í starvsvenjing sum liður í útbúgving til starv, sum vanliga er fevnt av minstu trygdarmanning umborð á skipum. |
A – Avmarkað arbeiðsøki, avmarkað siglingarleið: Um viðkomandi bara er førur fyri at hava avmarkaðar arbeiðsuppgávur.
Neyðugt er við serligari váðameting grundað á serlæknakanning. |
Um roknað verður við, at viðkomandi ongi sjúkueyðkenni ella hjáárin fær, meðan viðkomandi er til skips. Sjúkan hevur ikki elvt til ávísar hendingar umborð á undanfarnum túrum. |
G00-99 |
Sjúkur í nervalagi | |||
G40-41 |
Einstakur tilburður av krampa-herðindi
Kann verða til vanda fyri trygdina umborð, seta hini sjófólkini umborð í óneyðuga trupla støðu og møgulig manglandi viðgerð umborð er til vanda fyri viðkomandi sjálvan. |
F – Undir útgreining og í eitt ár eftir krampaherðindi.
|
A – Avmarkað arbeiðsøki: Ítøkilig meting. Viðkomandi er møguliga ikki skikkaður at fáa rættindi at ganga vakt.
E – Eitt ár eftir krampaherðindi og í støðugari viðgerð við heilivági.
|
Í fyrsta lagi eitt ár eftir krampaherðindi og eitt ár eftir, at viðgerðin er liðug. Um talan var um útloysandi grundir, skulu hesar ikki kunna koma fyri aftur.
|
Epilepsia – ongin útloysandi grund Fleiri krampaherðindi.
Kann verða til vanda fyri trygdina umborð, seta hini sjófólkini umborð í óneyðuga trupla støðu og møgulig manglandi viðgerð umborð er til vanda fyri viðkomandi sjálvan. |
F – Undir útgreining og í tvey ár eftir seinasta krampaherðindi.
Fyri persónar, ið mynstra á fyrsta sinni: Uttan krampaherðindi seinastu tíggju árini, av hesum í minsta lagi fimm ár uttan viðgerð við heilivági.
V – Um afturvendandi krampaherðindi, sum ikki kunnu verða ansað eftir við heilivági.
|
A – Við tilburðum við krampaherðindum seinastu tíggju árini, tó ikki seinastu tvey árini við ella uttan viðgerð: Viðkomandi má ikki fáa rættindi at røkja starv, ið er fevnt av minstu trygdarmanningini umborð, ella at fara í starvsvenjing sum liður í útbúgving til starv, sum vanliga er fevnt av minstu trygdarmanning umborð á skipum.
|
Tá ið ongi krampaherðindi eru og uttan viðgerð við heilivági fyri epilepsia seinastu tíggju árini, umframt at nýggjur tilburður við krampa-herðindum er ósannlíkur.
| |
Epilepsia – elvd av alkoholi, heilivági, ella høvurløsti Fleiri krampaherðindi.
Kann verða til vanda fyri trygdina umborð, seta hini sjófólkini umborð í óneyðuga trupla støðu og møgulig manglandi viðgerð umborð er til vanda fyri viðkomandi sjálvan. |
F – Undir útgreining og í tvey ár eftir seinasta krampaherðindi.
V – Um afturvendandi krampaherðindi, sum ikki kunnu verða ansað eftir við heilivági.
|
A – Ítøkilig meting aftaná tvey ár uttan kendar útloysandi grundir. Uttan krampaherðindi meðan viðkomandi hevur verið uttan viðgerð við heilivági, ella í viðgerð við heilivági, men væl stillað.
Avmarkað siglingarleið.
Avmarkað arbeiðsøki: Viðkomandi má ikki fáa rættindi at ganga vakt. |
Tá ið viðkomandi (uttan viðgerð við heilivági) ikki hevur havt krampaherðindi í minsta lagi í fimm ár, treytað av, at ongar útloysandi grundir longur eru til staðar.
| |
G43 |
Migrena Afturvendandi tilburðir, sum elva til óarbeiðsføri.
Sannlíkindi fyri afturvendandi skerdum virkisføri. |
V – Um afturvendandi tilburðir, sum elva til skert virkisføri. |
A – Um viðkomandi bara er førur fyri at røkja avmarkaðar arbeiðsuppgávur. |
Tá ið lítil sannlíkindi eru fyri skerdum virkisføri, meðan viðkomandi er til skips, og viðkomandi ikki hevur havt tilburðir umborð á undanfarnum túrum. |
G47 |
Svøvnapnø
Møði og tilburðir, har viðkomandi er sovnaður, meðan viðkomandi var til arbeiðis. |
F – Inntil viðgerðin er byrjað og hevur verið munagóð í tríggjar mánaðir.
V – Um viðgerðin ikki hevur verið munagóð, ella um viðkomandi ikki heldur seg til fyriskrivaðu viðgerðina. |
E – Skjalprógv fyri munagóða viðgerð í tríggjar mánaðir, váttan um at nýtsla við CPAP-tóli (continous positiv airway pressure) er munagóð.
Tíðaravmarkað: Hálvárligt eftirlit við støði í skrásetingum úr CPAP-tólinum. |
Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna, umframt við støði í arbeiðs- uppgávum og uppgávum í neyðstøðum og viðvíkjandi trygdini annars. |
|
Narkolepsi
Møði og tilburðir, har viðkomandi sovnar, meðan viðkomandi er til arbeiðis. |
F – Undir viðgerð og eftirliti í minsta lagi í tvey ár.
V – Um viðgerðin ikki hevur verið munagóð, ella um viðkomandi ikki heldur seg til fyriskrivaðu viðgerðina. |
A, E – Váttan frá serlækna um, at viðgerðin hevur verið munagóð í minsta lagi í tvey ár.
Avmarkað siglingarleið.
Avmarkað arbeiðsøki: Viðkomandi má ikki fáa rættindi at ganga vakt einsamallur.
Tíðaravmarkað: Árligt eftirlit. |
Ikki møguligt. |
G00-99 |
Aðrar organiskar sjúkur í nervalagi, til dømis multipel sklerosa, Parkinson sjúka.
Afturstig / Sjúkan gerst verri. Skerd vøddamegi, javnvág og koordinatión. Skerdur rørsluførleiki. |
F – Undir útgreining og til støðan er stabil.
V – Um sjúkan hevur ávirkan á førleikarnar at kunna røkja starvið trygt og fullgott í aðrar mátar, ella um viðkomandi er ov illa fyri kropsliga í mun til starvið. |
A, E – Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna og vanligu arbeiðs- og trygdaruppgávunum. |
Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna og vanligu arbeiðs- og trygdar- uppgávunum. |
R55 |
Synkopa og annar medvitsmissur
Residiv, ið kann elva til, at viðkomandi missir tamarhaldið og kemur til skaða.
a) Vanligt svímilsi.
b) Ikki vanligt svímilsi: uttan kenda orsøk; er ikki afturvendandi; uttan ávísta undirliggjandi hjartasjúku, stoffskiftissjúku ella neurologiska sjúku.
c) Aftur- vendandi svímilsi ella svímilsi við møguligari undirliggjandi hjartasjúku, stoffskiftissjúku ella neurologiskari sjúku.
d) Medvitsólag, sum elvir til krampaherðindi. Far til G-40-41. |
F – Til viðkomandi er kannaður til tess at staðfesta orsøkina til tilburðin og til tess at tryggja støðugt eftirlit við møguligum undirliggjandi sjúkum.
F – Í fýra vikur.
F – Um talan er um møguliga útloysandi orsøk, sum ikki er staðfest, ella sum ikki kann verða viðgjørd; seks mánaðir eftir tilburðin, um nýggir tilburðir ikki henda.
F – Um møgulig undirliggjandi orsøk er ella orsøkin er staðfest og viðgjørd; í ein mánað eftir munagóða viðgerð.
V – Um herðindi halda áfram hóast útgreiðing og hóskandi viðgerð.
|
A, E – Ítøkilig meting.
Avmarkað siglingarleið.
Avmarkað arbeiðsøki: Viðkomandi má ikki fáa rættindi at ganga vakt einsamallur.
A, E – Ítøkilig meting.
Avmarkað siglingarleið.
Avmarkað arbeiðsøki: Viðkomandi má ikki fáa rættindi at ganga vakt einsamallur. |
Um talan var um einstakan tilburð.
Um talan var um einstakan tilburð: Í fyrsta lagi tríggjar mánaðir eftir tilburðin og ósannlíkt er, at nýggir tilburðir henda.
Um talan var um møguliga útloysandi orsøk, sum ikki verður mett at krevja viðgerð: Í fyrsta lagi eitt ár eftir tilburðin og ósannlíkt er, at nýggir tilburðir henda.
Um talan var um møguliga útloysandi orsøk, sum er viðgjørd: Í minsta lagi tríggjar mánaðir eftir væleydnaða viðgerð.
Ikki møguligt, um tekin eru um krampaherðindi.
|
T90 |
Intrakraniel kirurgi/ høvurløstur Fevnir eisini um viðgerð móti æðrasjúku ella álvarsligar høvurløstir við heilaskaða.
Krampa- herðindi, ið kunnu verða til vanda fyri trygdina umborð, seta hini sjófólkini umborð í óneyðuga trupla støðu og møgulig manglandi viðgerð umborð er til vanda fyri viðkomandi sjálvan.
Minkað kognitivt, sensoriskt ella motoriskt virkisføri.
Residiv ella komplikatiónir frá undirliggjandi sjúku. |
F – Í eitt ár ella longri, inntil frágreiðing frá serlækna staðfestir, at lítil1 sannlíkindi eru fyri krampaherðindum.
V – Um virkisførið áhaldandi er skert vegna undirliggjandi sjúku/støðu ella afturvendandi epileptisk herðindi. |
A – Í fyrsta lagi 1 ár eftir hendingina:
Avmarkað siglingarleið.
Avmarkað arbeiðsøki: Um lítili sannlíkindi eru fyri epileptiskum herðindum og virkisførið ikki er skert vegna undirliggjandi sjúku ella skaða – viðkomandi má ikki fáa rættindi at ganga vakt einsamallur. Hetta skal samstundis verða treytað av, at viðkomandi heldur seg til viðgerðina og tey regluligu eftirlit, sum serlækni hevur fyriskrivað. |
Um virkisførið ikki er skert vegna undirliggjandi sjúku ella skaða, og viðkomandi ikki er í viðgerð við heilivági ímóti epilepsia. Tað eru lítil1 sannlíkindi fyri krampa- herðindum. Hetta skal samstundis verða treytað av, at viðkomandi heldur seg til viðgerðina og tey regluligu eftirlit, sum serlækni hevur fyriskrivað. |
H00-99 |
Eygna- og oyrnasjúkur | |||
H00-59 |
Eygnasjúkur: Progressivar ella afturvendandi (til dømis glaukom, makulopati, diabetes- retinopati, retinitis pigmentosa, keratoconus, diplopi, blefarospasme, uveitis, corneal ulceration, ella nethinnuloysn.
Sannlíkindi fyri, at sjónarkrøvini ikki verða lokin í framtíðini; sannlíkindi fyri afturstigi. |
F – Um viðkomandi fyribils ikki lýkur sjónarkrøvini sambært skjali 1, og lítili sannlíkindi eru fyri, at sjónin fer at versna ella fyri afturstigi, tá ið viðkomandi er vorðin frískur aftur.
V – Um viðkomandi væntandi ikki fer at lúka sjónarkrøvini sambært skjali 1, ella um sjúkan er viðgjørd, men økt sannlíkindi eru fyri, at sjónin fer at versna ella fyri afturstigi. |
A – Avmarkað siglingarleið: Um afturstig er ósannlíkt, men ikki kann verða útilokað heilt, men støðan kann verða viðgjørd, um viðgerðin verður veitt skjótt.
E – Um afturstig er ósannlíkt, men ikki kann verða útilokað heilt, og kann verða staðfest við regluligari læknakanning.
|
Um sera lítili sannlíkindi eru fyri afturstigi.
Um tað er ósannlíkt, at sjónin versnar í gildistíðar- skeiðinum á heilsupróvnum, so viðkomandi ikki longur lýkur sjónarkrøvini sambært skjali 1.
|
H65-67 |
Otitis externa; otitis media
Residiv, vandi fyri infektión hjá persónum, sum handfara matvørur. |
F – Inntil tilburðurin er viðgjørdur.
V – Um flot úr oyra, tá ið talan er um persónar, ið skulu handfara matvørur umborð. |
Ítøkilig meting. Tá ið talan er um eksternan otit, má metast um ávirkanina frá hita, luftvætu og oyrnavernd. |
Tá ið viðgerðin er væleydnað og residiv er ósannlíkt. |
H68-95 |
Oyrnasjúkur Progressivar, til dømis otosklerosa. |
F – Um viðkomandi fyribils ikki lýkur hoyrnarkrøvini sambært skjali 2 og lítil1 sannlíkindi eru fyri skerdum virkisføri ella fyri afturstigi, tá ið viðkomandi er vorðin frískur.
V – Um viðkomandi væntandi ikki fer at lúka hoyrnarkrøvini sambært skjali 2, ella um sjúkan er viðgjørd, men økt sannlíkindi eru fyri, at hoyrnin fer at versna ella fyri afturstigi. |
E – Um afturstig er ósannlíkt, men ikki kann verða heilt útilokað, og kann verða staðfest við regluligari læknakanning. |
Um sera lítil1 sannlíkindi eru fyri afturstigi. Um tað er ósannlíkt, at hoyrnin versnar í gildistíðar- skeiðinum á heilsupróvnum, so viðkomandi ikki longur lýkur hoyrnarkrøvini sambært skjali 2. |
H81 |
Menières sjúka og onnur sløg av kroniskum ella afturvendandi ørilsi.
Ørilsi, sum hevur við sær rørslutarn og vaml. |
F – Í tíðarskeiðinum meðan herðindið er.
V – Um herðindi koma javnan og elva til skert virkisføri. |
A – Ítøkilig meting, um viðkomandi bara er førur fyri at røkja avmarkaðar arbeiðsuppgávur.
A, E – Um tørvur er á eftirliti hjá serlækna við stuttum millumbilum. |
Um lítil1 sannlíkindi eru fyri skerdum virkisføri. |
I00-99 |
Hjarta- og æðrasjúkur | |||
I05-08 |
Viðføddar hjartasjúkur og hjartaloku- -sjúka (fevnir eisini um skurðviðgerð av sjúkunum) Hjartamisljóð, sum ikki er nærri kannað áður.
Sannlíkindi fyri, at sjúkan versnar og fyri skerdum virkisføri. |
F – Undir útgreining og til viðkomandi hevur fingið møguliga neyðuga viðgerð.
V – Um virkisførið er skert, ella er skert til tíðir; um viðkomandi fær antikoagulatiónsheilivág; ella um tað eru varandi økt sannlíkindi fyri tilburðum, sum elva til skert virkisføri. |
A – Avmarkað siglingarleið: Um tað við ítøkiligari meting er illgruni um sannlíkindi fyri brádligum komplikatiónum, ella at sjúkan brádliga versnar skjótt. E – Um neyðugt er við eftirliti við stuttum millumbili. |
Hjartamisljóð: Um góðkynjað ella eftir meting frá serlækna. Annað: Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna, tó ikki møguligt, tá ið talan er um antikoagulatión (undantikið acetylsalicyl- sýra) |
I10-15 |
Ov høgt blóðtrýst
Økt sannlíkindi fyri iskæmiskari hjartasjúku, skaða á eygu ella nýru, ella heilabløðing.
Møguleiki fyri akuttum hypertensivum herðindum. |
F – Vanliga um systola > 160 mm Hg, ella diastola > 100 mm Hg, undir útgreining og viðkomandi er viðgjørdur í samsvari við heilsufrøðiligu tilmælini.
V – Um varandi systola >160 mm Hg, ella diastola >100 mm Hg við ella uttan viðgerð. |
E – Um økt eftirlit er neyðugt til tess at tryggja, at virðini eru innanfyri tilmældu mørkini. |
Um viðkomandi er viðgjørdur sambært heilsufrøðiligu tilmælunum og ikki hevur hjáárin, sum skerja virkisførið. |
I20-25 |
Hjarta-tilburður, til dømis blóðtøppur í hjartanum. Nýggjur ella áður staðfestur blóðtøppur í hjartanum; ella nýliga staðfest vinstragrein- blokk, angina, hjartasteðgur, koronar bypass, ella æðravíðkan.
Bráðkomin førleikamissur ella minkaður arbeiðsførleiki. Trupult at viðgera hjartatilburð úti á túri. |
F – Í tríggjar mánaðir eftir, at kanningarnar eru byrjaðar og viðgerð sett í verk; í longri tíðarskeið, um tamarhald ikki er á sjúkueyðkennunum.
V – Um viðkomandi sum heild ikki verður mettur skikkaður at fáa eitt heilsuprógv og útlit ikki eru fyri, at støðan batnar. |
E – Um sera lítili sannlíkindi eru fyri afturstigi, viðkomandi heldur seg til tilmæli fyri at avmarka vandan fyri nýggjum tilburðum og ongin relevantur komorbiditetur er: - Tíðaravmarkað: Fyrstu ferð, heilsuprógv við gildistíð upp á í mesta lagi seks mánaðir. Síðani, heilsuprógv við gildistíð upp á í mesta lagi eitt ár.
A, E – Um lítili sannlíkindi eru fyri afturstigi: - Tíðaravmarkað: Fyrstu ferð, heilsuprógv við gildistíð upp á í mesta lagi seks mánaðir. Síðani, heilsuprógv við gildistíð upp á í mesta lagi eitt ár. - Avmarkað arbeiðsøki: Viðkomandi má ikki fáa rættindi at ganga vakt einsamallur ella at vera einsamallur í øðrum arbeiði umborð; og - Avmarkað siglingarleið.
A, E – Um moderati sannlíkindi eru fyri afturstigi og viðkomandi ikki hevur sjúkueyðkenni.
Um viðkomandi hevur nøktandi førleika at røkja rutinu- og trygdarmannagongdir: - Avmarkað arbeiðsøki: Viðkomandi má ikki fáa rættindi at ganga vakt einsamallur, ella at vera einsamallur í øðrum arbeiði umborð; og - Avmarkað siglingarleið: Til í mesta lagi ein tíma úr landi ella bara á skipum, har lækni er umborð.
Ítøkilig meting.
Tíðaravmarkað: Árligt eftirlit. |
Ikki møguligt. |
I44-49 |
Hjartasláttar- ólag og leidningsólag fevnir eisini um pacemakara og ICD.
Sannlíkindi fyri afturstigi, ið elvir til skert virkisføri, ella bráðkomið skert virkisføri. Pacemakeri / ICD kann verða ávirkað av sterkum elektriskum feltum. |
F – Til viðkomandi er kannaður, er viðgjørdur og skjalprógv er um, at viðgerðin er væleydnað.
V – Um viðkomandi hevur sjúkueyðkenni, sum elva til skert virkisføri; um økt sannlíkindi eru fyri, at eitt afturstig elvir til skert virkisføri; ella um viðgerð er við ICD-implantati. |
A – Avmarkað arbeiðsøki: Viðkomandi má ikki fáa rættindi at ganga vakt einsamallur, og / ella avmarkað siglingarleið: Um lítili sannlíkindi eru fyri, at eitt afturstig elvir til skert virkisføri.
Tíðaravmarkað: Tað skal neyvt ásetast, hvussu hin kannaði skal fylgjast. Um viðkomandi er viðgjørdur við pacemakara skal gildistíðin á heilsupróvnum verða samsvarandi tørvinum á eftirliti við pacemakaranum.
E – Um tørvur er á eftirliti við stuttum millumbilum, viðkomandi ikki hevur sjúkueyðkenni og um tað, grundað á frágreiðing frá serlækna, eru sera lítili sannlíkindi fyri afturstigi. |
Um eftirlit ikki er neyðugt, ella um eftirlit ikki er neyðugt við minni enn tveimum ára millumbili, um viðkomandi ikki hevur sjúkueyðkenni og um tað, grundað á frágreiðing frá serlækna, eru sera lítili sannlíkindi fyri afturstigi. |
I61-69 G46 |
Iskæmisk cerebro-vaskulær sjúka (apoplexi ella TCI)
Økt sannlíkindi fyri afturstigi og bráðkomnum førleikamissi. Vandi fyri at fáa aðra blóðrenslsjúku, sum kann hava við sær bráðkomnan førleikamiss. |
F – Til viðkomandi hevur fingið viðgerð, støðan er stabil og í minsta lagi tríggjar mánaðir eftir hendingina.
V – Um sjúkueyðkennini, sum eftir eru, elva til ivamál um, hvørt viðkomandi er førur fyri at røkja arbeiðið á nøktandi hátt, ella um stór sannlíkindi eru fyri afturstigi.
|
A, E – Ítøkilig meting. Metingin skal taka støði í sannlíkindunum fyri hjartasjúku í framtíðini. Virkisførið má ikki vera skert.
Avmarkað arbeiðsøki: Viðkomandi má ikki fáa rættindi at ganga vakt einsamallur. Tíðaravmarkað: Árligt eftirlit. |
Ikki møguligt. |
I73 |
Arteriel claudikatio
Sannlíkindini fyri aðrari æðrasjúku sum kann hava við sær bráðkomið skert virkisføri. Avmarkað arbeiðsorka. |
F – Til viðkomandi er kannaður.
V – Um viðkomandi ikki er førur fyri at røkja arbeiðið á nøktandi hátt. |
A, E – Metast má um møguligt avmarkað arbeiðsøki, treytað av: at sjúkueyðkennini eru mild og ikki forða viðkomandi í at røkja grundleggjandi arbeiðsuppgávur; ella um viðkomandi er skurðviðgjørdur og virkisførið ikki er skert. Viðkomandi má ikki fáa rættindi at ganga vakt einsamallur.
Ítøkilig meting av sannlíkindunum fyri hjartasjúku í framtíðini. (fyritreytir sambært I20-25) Tíðaravmarkað: Árligt eftirlit. |
Ikki møguligt. |
I83 |
Æðraknútar
Møguleiki fyri bløðingum eftir skaða, húðar- broytingum og sárum. |
F – Inntil viðkomandi er viðgjørdur fyri sjúkueyðkenni, ið elva til skert virkisføri. Í upp til ein mánað eftir skurðviðgerð. |
Ikki møguligt. |
Tá ið viðkomandi ikki hevur sjúku- eyðkenni ella komplikatiónir. |
I80. 2-3 |
Djúp venutrombosa/ lungnaemboli
Sannlíkindi fyri residiv ella álvarsomum lungnaemboli. Sannlíkindi fyri bløðing vegna antikoagula- tiónsviðgerð. |
F – Inntil viðkomandi er kannaður og viðgjørdur, og undir stuttvarandi antikoagulatiónsviðgerð.
V – Um viðkomandi hevur afturvendandi sjúkueyðkenni, ið elva til skert virkisføri, ella viðkomandi er í varandi antikoagulatiónsviðgerð. |
A, E – Viðkomandi kann vera skikkaður til arbeiði, har lítili sannlíkindi eru fyri skaða.
Avmarkað siglingarleið: Strandarsigling, tá ið viðkomandi er í viðgerð við antikoagulatións- heilivági við regluligum eftirliti av viðgerðarstiginum. |
Tá ið viðkomandi er komin heilt fyri seg uttan antikoagula- tiónsviðgerð. |
I00-99 |
Aðrar hjartasjúkur, til dømis kardiomyopati, perikardittur ella hjartaviknan.
Sannlíkindi fyri residiv, bráðkomið mist virkisføri og avmarkað arbeiðsorka. |
F – Inntil viðkomandi er kannaður og viðgjørdur, og væleydnað viðgerð er skjalprógvað.
V – Um viðkomandi hevur afturvendandi sjúkueyðkenni, ið elva til skert virkisføri ella um sannlíkindi eru fyri skerdum virkisføri, um viðkomandi fær residiv. |
Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna. |
Ítøkilig meting.
Sera lítili sannlíkindi fyri residiv. |
J00-99 |
Sjúkur í andaleið |
| ||
J02-04 J30-39 |
Sjúkur í nøs, hálsi og hjáholum
Skert virkisføri. Residiv kann koma fyri. Vandi fyri at bera smittu til matvørur og / ella restina av manningini. |
F – Inntil viðkomandi er viðgjørdur.
V – Um afturvendandi skert virkisføri.
|
Ítøkilig meting. |
Tá ið viðgerðin er liðug, og residiv er ósannlíkt. |
J40-44 |
Kronisk bronkitis og/ella emfysem
Minkað arbeiðsorka og tekin um skert virkisføri.
|
F – Um bráðkomin tilburður.
V – Um afturvendandi álvarsamir tilburðir, ella um virkisførið er skert, ella um dyspnø hevur við sær skert virkisføri. |
A, E – Ítøkilig meting.
Avmarkað siglingarleið: Um siglingarleiðin ikki skal verða avmarkað, skal metingin vera neyv. Neyðugt er at meta um virkisførið í neyðstøðum og meta um likamsførleikan í mun til arbeiðskrøvini.
Tíðaravmarkað: Árligt eftirlit. |
Ikki møguligt. |
J45-46 |
Astma (Tá ið talan er um persónar, sum fara til skips á fyrsta sinni, eigur serlæknameting at verða gjørd.
Óvæntaðir tilburðir av andaneyð.
|
F – So leingi tilburðurin varir, undir útgreining (eisini fyri arbeiðstongdað astma) og er settur í viðgerð.
Fyri persónar, yngri enn 20 ár, sum hava verið innlagdir á sjúkrahúsi, ella hava nýtt munnvegis steroid seinastu trý árini.
V – Um sannlíkindi eru fyri bráðkomnum lívshættisligum astmatilburðum til skips ella áður óeftiransaðari astma, ið hevur havt við sær til dømis fleiri innleggingar á sjúkrahús. |
A, E – Avmarkað siglingarleið: Um talan er um moderataii astma hjá vaksnum, sum er væl viðgjørd við inhalatiónsheilivági, og viðkomandi ikki hevur havt tilburðir, sum hava elvt til innleggingar á sjúkrahúsi, ella nýtslu av munnvegis steroid seinastu tvey árini; ella um talan er um milda pøsingarelvda astma, sum krevur regluliga viðgerð. |
Persónar yngri enn 20 ár: Um talan er um milda ella moderataii barnaastma, sum ikki hevur elvt til innleggingar á sjúkrahúsi, ella nýtslu av munnvegis steroid seinastu trý árini, og um tørvur ikki er á støðugari viðgerð.
Persónar eldri enn 20 ár: Um talan er um mildaii ella pøsingarelvda astma, og um tørvur ikki er á støðugari viðgerð. |
J93 |
Pneumothorax spontant eller traumatiskt.
Bráðkomin minking í lungnafunktión, um viðkomandi fær afturstig. |
F – Í 12 mánaðir eftir fyrsta tilburð ella í styttri tíðarskeið eftir tilmæli frá serlækna.
V – Eftir afturvendandi tilburðir, uttan so, at tað er gjørd ein pleurektomi eller pleurodesa. |
A – Avmarkað siglingarleið: Tá ið viðkomandi er komin fyri seg, heilsuprógv má bara geva rættindi at sigla inni í havnaløgum og á redini.
|
12 mánaðir eftir fyrsta tilburðin ella aftaná styttri tíðarskeið eftir tilmæli frá serlækna. Eftir skurðviðgerð ella eftir ráðum frá viðgerandi serlækna. |
K00-93 |
Sjúkur í sodningarlag | |||
K01-06 |
Tann- og munnsjúkur
Bráðkomin tannapína. Afturvendandi infektiónir í munni og tannkjøti. |
F – Um sjónliga óviðgjørd tann- og munnsjúka.
V – Um stór sannlíkindi fyri afturvendandi trupulleikum við tonnunum eftir viðkomandi er liðugt viðgjørdur, ella um viðkomandi ikki fylgir tilmældu røktini av tonnunum. |
A – Avmarkað siglingarleið: Um viðkomandi ikki lýkur krøvini at fáa heilsuprógv uttan avmarkingar. |
Um tenn og/ella protesur eru í góðum standi. |
K25-28 |
Magasár (Ulcus pepticum)
Afturstig við pínu, bløðing ella perforatión. |
F – Inntil magasárið er lekt, viðgjørt ella tá ið tamarhald er á helicobacter, og við vanligum matvanum í tríggjar mánaðir.
V – Um framhaldandi magasár, hóast rætta viðgerð. |
A – Avmarkað siglingarleið: Ítøkilig meting. |
Tá ið viðkomandi er frískur og við normalum matvanum í minsta lagi í tríggjar mánaðir. |
K40-41 |
Herniir – ingvinal og femoral
Vandi fyri inniklemming. |
F – Inntil viðkomandi er kannaður av skurðlækna og tað verður mett ósannlíkt, at brokkið verður inniklemmað, ella um neyðugt, brokkið er viðgjørt. |
A – Um viðkomandi ikki er viðgjørdur: Avmarkað siglingarleið: Ítøkilig meting. |
Tá ið viðkomandi er nøktandi viðgjørdur, ella í serligum førum, tá ið skurðlæknin metir, at strangulatión er ósannlík. |
K42-43 |
Herniir; umbilikal- og ventralherniir
Óhaldførur búkveggur við bending og lyfting. |
Ítøkilig meting treytað av sjúkueyðkennum og í hvønn mun virkisførið er skert. Metast má um týdningin av regluligum tungum kropsligum arbeiði. |
Ítøkilig meting treytað av sjúkueyðkennum og í hvønn mun virkisførið er skert. Metast má um týdning av regluligum tungum kropsligum arbeiði. |
Ítøkilig meting treytað av sjúkueyðkennum og í hvønn mun virkisførið er skert. Metast má um týdning av regluligum tungum kropsligum arbeiði. |
K44 |
Hiatus hernii
Refluks av magainnihaldi og magasýru, sum kann hava við sær bróstsviða. |
Ítøkilig meting við støði í, hvussu ring sjúkueyðkennini eru. |
Ítøkilig meting við støði í, hvussu ring sjúkueyðkennini eru.
|
Ítøkilig meting við støði í, hvussu ring sjúkueyðkennini eru.
|
K50, 51, 57, 58, 90 |
Tarmbruni (enteritis), langabruni (colitis), Crohns sjúka, divertikulitis og líknandi
Skert virkisføri og pína. |
F – Undir útgreining og inntil viðkomandi er viðgjørdur.
V – Um talan er um álvarsaman tilburð ella afturvendandi tilburðir. |
A – Avmarkað siglingarleið: Um viðkomandi ikki lýkur treytirnar at fáa heilsuprógv uttan avmarkingar, men ein bráðkomin versnan av sjúkuni er ósannlík. |
Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna. Tá ið fult tamarhald er á støðuni og lítili sannlíkindi fyri afturstigi. |
K60, 184 |
Sjúkur í anus, hæmoridur, fissurar, fistlar
Sannlíkindi fyri tilburðum við pínu og skerdum virkisføri. |
F – Um viðkomandi hevur hæmoridur útvortis við afturvendandi bløðingum ella sjúkueyðkennum.
Um viðkomandi hevur fissur ella fistul við pínu og/ella infektión, afturvendandi bløðingar ella skarninkontinens.
V – Ítøkilig meting um viðgerð ikki er møgulig ella tilburðirnir eru afturvendandi. |
A – Um viðkomandi ikki er viðgjørdur: Avmarkað siglingarleið: Ítøkilig meting. |
Tá ið viðkomandi hevur fingið nøktandi viðgerð. |
K70, 72 |
Livurcirrosa
Svíkjandi livurstarvan. Bløðandi æðraknútar í vælindi. |
F – Inntil viðkomandi er nøktandi kannaður.
V – Um støðan er álvarsom, ella við vætu í búkholuni ella við æðraknútum í vælindi. |
A, E – Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna. |
Ikki møguligt. |
K80-83 |
Sjúkur í gallgongd
Gallsteins- kollikkur og livurárin.
|
F – Gallkolikkur: Til viðkomandi er frískur.
V – Um talan er um ringa livrasjúku, ella viðkomandi hevur afturvendandi ella varandi sjúkueyðkenni, ið elva til skert virkisføri. |
A, E – Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna. Viðkomandi lýkur ikki krøvini at fáa heilsuprógv uttan avmarkingar.
Bráðkomin gallkolikkur ósannlíkur. |
Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna. Sera lítili sannlíkindi fyri residiv komandi tvey árini. |
K85-86 |
Bruni í brisi (pancreatitis)
Sannlíkindi fyri residiv. |
F – Inntil viðkomandi er frískur.
V – Um afturvendandi tilburðir, ella um tilburðir hava samband við rúsdrekkanýtslu, uttan so at fráhald er skjalprógvað. |
Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna. |
Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna. Sera lítili sannlíkindi fyri afturstigi. |
Y83 |
Stomi (ileostomi ella kolostomi) Skert virkisføri, um stomiurin starvar illa, tá ið tørvur er á posum o.s.fr. Møguligur trupulleiki, um neyðstøður skuldu vart leingi. |
F – Inntil viðkomandi er stabilur.
V – Um stomiur starvar illa.
|
A – Ítøkilig meting. |
Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna. |
L00-99 |
Húðsjúkur |
|
|
|
L00-08 |
Infektiónir í húðini
Afturvendandi tilburðir; kunnu smitta onnur. |
F – Inntil nøktandi viðgjørt.
V – Tey, ið skulu handfara matvørur umborð og hava afturvendandi trupulleikar: Ítøkilig meting. |
A, E – Við støði í slagi av infektión og álvarsemi. |
Tá ið viðkomandi er frískur og lítil sannlíkindi eru fyri residiv. |
L10-99 |
Aðrar húðsjúkur, til dømis eksem, dermatitis, psoriasis.
Afturvendandi; møgulig vinnusjúka.
|
F – Inntil viðkomandi er kannaður og hevur fingið nøktandi viðgerð.
|
Ítøkilig meting.
A – Um støðan versnar orsakað av hita ella øðrum viðurskiftum á arbeiðsplássinum. |
Tá ið sjúkan er væl stillað og ikki hevur ávirkan á virkisførið. |
M00-99 Sjúkur í beinagrind, vøddum og bindivevnaði | ||||
M10-23 |
Osteoartrit, aðrar sjúkur í liðum møguliga við liðprotesum.
Pína og skerdur mobilitetur, sum hava ávirkan á virkisførið og trygdina umborð.
Protesur: Sannlíkindi fyri infektión og dislokatión. Avmarkað haldbari fyri protesur. |
F – Um viðkomandi hevur fingið mjadna- ella knæprotesu, má viðkomandi hava fingið fullan likamligan førleika aftur, umframt váttan frá serlækna um, at viðkomandi kann fara í starv aftur.
V – Serliga ringir og álvarsamir tilburðir. |
A – Ítøkilig meting við støði í sjúkusøguni og krøvunum í starvinum, sum viðkomandi hevur havt. Neyðugt er at meta um uppgávur í neyðstøðu og rýming av skipi. Likamligi førleikin má ikki vera skerdur. |
Ítøkilig meting. Tá ið viðkomandi er førur fyri at røkja vanligu uppgávurnar í starvi umborð á skipi, umframt eina og hvørja uppgávu í neyðstøðu. Sera lítil sannlíkindi fyri, at støðan versnar, so at viðkomandi ikki longur er førur fyri at røkja hesar uppgávur. |
M24. 4 |
Afturvendandi instabilitetur í øksl ella knæliði
Bráðkomin skerdur mobilitetur við pínu. |
F – Inntil viðkomandi hevur fingið nøktandi viðgerð.
|
A – Ítøkilig meting av møguligum instabiliteti av liðum. |
Tá ið viðkomandi hevur fingið nøktandi viðgerð; sera lítil sannlíkindi fyri residiv. |
M54. 5 |
Pína í ryggi
Pína og skerdur mobilitetur, sum ávirkar virkisførið í vanliga arbeiðinum og í neyðstøðu. Versnar brádliga. |
F – Í tíðarskeiðinum við bráðkomnari pínu.
V – Um afturvendandi ella varandi skert virkisføri. |
Ítøkilig meting. |
Ítøkilig meting. |
Y83. 4
Z97. 1 |
Ekstremitets- protesur
Skerdur mobilitetur, sum ávirkar virkisførið í vanliga arbeiðinum og í neyðstøðu. |
V – Um grundleggjandi arbeiðs- og trygdaruppgávur ikki kunnu røkjast. |
A – Um arbeiðs- og trygdaruppgávur kunnu røkjast, men aðrar, ikki eins grundleggjandi uppgávur, ikki kunnu røkjast. |
Tá ið likamligi førleikin ikki er skerdur.
Ein ætlan fyri, hvussu protesan skal verða nýtt í neyðstøðu, skal fyriliggja. |
N00-99 |
Sjúkur í land- og kynsgøgnum | |||
N00, N17 |
Akuttur nefrittur
Nýrabrek, hypertensión. |
F – Til viðkomandi er frískur. |
Ítøkilig meting. |
Tá ið viðgerð er væleydnað og viðkomandi ikki hevur sjúkueyðkenni. |
N03-05
N18-19 |
Sub-akuttur nefrittur, kroniskur nefrittur, ella nefrosa
Nýrabrek, hypertensión. |
F – Undir útgreining. |
A, E – Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna, nýrafunktión og sannlíkindum fyri komplikatiónum. |
Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna, nýrafunktión og sannlíkindum fyri komplika-tiónum. |
N20-23 |
Steinar í landrás
Herðindi við pínu.
|
F – Undir útgreining og til viðkomandi hevur fingið viðgerð.
V – Um afturvendandi steinar. |
A – Metast má um, hvørt virkisførið verður ávirkað, tá ið siglt verður í økjum við tropiskum veðurlagi ella í høgum hita. Avmarkað siglingarleið: Ítøkilig meting. |
Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna, og tá ið landleiðirnar starva normalt og um lítil sannlíkindi eru fyri residiv. |
N33, N40 |
Stórur prostata /typping av landrásum
Bráðkomin retentión í landrásunum. |
F – Undir útgreining og inntil viðkomandi hevur fingið viðgerð.
V – Um sjúkan ikki kann verða viðgjørd. |
A – Avmarkað siglingarleið: Ítøkilig meting. |
Tá ið viðgerðin er væleydnað og lítili sannlíkindi eru fyri residiv. |
N70-98 |
Gynæko- logiskar sjúkur álvarsom bløðing frá vagina, ring menstruatións- pína, endometriosa, lívmóður- sjúnkan.
Skert virkisføri vegna bløðing ella pínu. |
F – Um virkisførið er skert, ella um neyðugt er, at viðkomandi verður útgreinað. |
A – Ítøkilig meting, tá ið tað er sannlíkt, at heilsustøðan kann verða viðgerðarkrevjandi, meðan viðkomandi er til skips ella kann ávirka virkisførið sum heild. |
Tá ið viðkomandi er frísk aftur og lítil sannlíkindi eru fyri residiv. |
R31, 80, 81, 82 |
Protein, blóð ella sukur í landinum ella annað órættvorðið í landinum.
Tekin um nýrasjúku ella aðra sjúku. |
F – Um tað hevur kliniskan týdning.
V – Álvarsom undirliggjandi orsøk, ið ikki kann verða viðgjørd, til dømis minkað nýrafunktión. |
E – Tá ið reglulig eftiransing er neyðug.
A, E – Tá ið orsøkin ikki er greið, men ikki ein trupulleiki í løtuni. |
Sera lítili sannlíkindi fyri álvarsamari undirliggjandi orsøk. |
Z90, 5 |
Burturtøka av nýra ella nýra, ið ikki starvar
Minkað væturegulering undir serligum viðurskiftum, um nýra, ið eftir er, ikki starvar optimalt. |
V – Fyri persónar, ið skulu til skips fyrstu ferð: Minkað nýrafunktión í eftirverandi nýra.
Fyri persónar, ið áður hava verið til skips: Munandi minkað nýrafunktión í eftirverandi nýra.
|
A – Persónar, ið áður hava verið til skips og um nýrafunktiónin er minkað:
Avmarkað siglingarleið: Ikki rættindi at sigla í siglingarleiðum við tropiskum veðurlagi ella í høgum hita.
|
Um eftirverandi nýra starvar normalt, ikki progressiv nýra- sjúka. Grundað á serlæknameting.
|
O00-99 |
At vera við barn | |||
O00-99 |
At vera við barn
Komplikatiónir, skerdur mobilitetur. Vandi fyri móður og barni við føðing ov tíðliga, meðan viðkomandi er til skips. |
F – Síðst í viðgongutíðini og tíðliga eftir føðing. Um viðgongutíðin er trupul og krevur eyka eftirlit. |
A, E – Ítøkilig meting. Viðkomandi kann møguliga arbeiða seinni í viðgongutíðini (tó í mesta lagi inntil 24. viku) við avmarking í arbeiðsøki. |
Inntil 24. viku, um viðkomandi ikki hevur trupulleikar í viðgongutíðini. Almennu tilmælini um fyribyrgjandi kanningar í viðgongutíðini eiga at verða fylgd. |
|
Annað (generelt) |
|
| |
R47, F80 |
Talubrek
Avmarkaður førleiki at samskifta. |
V – Um tað er ivasamt, at viðkomandi kann røkja vanligar arbeiðsuppgávur og uppgávur í neyðstøðu á tryggan og í aðrar mátar fullgóðan hátt.
|
A – Um hjálpitól til at samskifta er kravt til at tryggja, at viðkomandi kann røkja vanligu arbeiðsuppgávurnar og uppgávur í neyðstøðu á tryggan og í aðrar mátar fullgóðan hátt. |
Um viðkomandi ongar trupulleikar hevur at tosa og samskifta greitt. |
T78, Z88 |
Ovurviðkvæmi (tó ikki allergiskt astma og dermatitis)
Sannlíkindi fyri afturstigi og svárum tilburðum. Skert virkisføri. |
F – Undir útgreiðing hjá serlækna.
V – Um sannlíkindi eru fyri lívshóttandi tilburðum. |
Ítøkilig meting av sannlíkindum fyri tilburðum, álvarsemi, viðgerðarmøguleika og atgongd til medisinska viðgerð beinanvegin.
A – Tá ið tann allergiska rekatiónin minkar um virkisførið, men ikki er lívshóttandi og sannlíkindini fyri residiv kunnu minkast munandi við einføldum átøkum. |
Tá allergiskur tilburður elvir til skert virkisføri, men ikki er lívshóttandi og tamarhald er á støðuni við langtíðar nýtslu av non-steroid heilivági, ella við at viðkomandi leggur um lívshátt. Vandi má ikki vera fyri hjáárinum, sum ávirka trygdina umborð. |
Z94 |
Transplanta- tiónir nýra, hjarta, lunga, livur.
Protesur í liðum, linsur, oyru, hjartalokur o.a., sí viðkomandi brot í hesum skjali.
Sannlíkindi fyri frástoyting. Hjáárin av heiliváginum. |
F – Inntil skurðviðgerð ella medisinsk viðgerð hevur gjørt støðuna stabila.
V – Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna. |
A, E – Ítøkilig meting við støði í frágreiðing frá serlækna. |
Ikki møguligt. |
Verður flokkað eftir sjúku |
Progressivar sjúkur, har viðkomandi í løtuni ikki lýkur heilsukrøvini, t.d. Huntingtons Korea og keratokonus. |
F – Til viðkomandi er kannaður og um neyðugt, viðgjørdur.
V – Má verða mett um, tá ið talan er um persón, sum skal til skips fyri fyrstu ferð. |
Ítøkilig meting við støði í meting frá serlækna.
Um ósannlíkt er, at sjúkan versnar í gildistíðarskeiðinum á heilsupróvnum á slíkan hátt, at viðkomandi ikki verður førur fyri at røkja arbeiðsuppgávurnar, undir hesum uppgávur í neyðstøðu. |
Ítøkilig meting við støði í meting frá serlækna.
Um ósannlíkt er, at sjúkan versnar í gildistíðar- skeiðinum á heilsupróvnum á slíkan hátt, at viðkomandi ikki verður førur fyri at røkja arbeiðs-uppgávurnar, undir hesum uppgávur í neyðstøðu. |
Verður flokkað eftir sjúku. |
Sjúkur, sum ikki eru nevndar á listanum
|
F – Undir útgreining og viðkomandi hevur fingið møguliga neyðuga viðgerð.
V – Um virkisførið áhaldandi er skert. |
Leiðreglurnar fyri omanfyri ítøkiliga nevndu sjúkur/heilsustøður í hesum skjali skulu verða nýttar vegleiðandi í sambandi við metingina.
Metast má um sannlíkindini fyri bráðkomnum afturstigi ella progressión, fyri bráðkomnum førleikamissi og vandum fyri avmarkaðum førleikum í at røkja arbeiðsuppgávurnar, undir hesum uppgávur í neyðstøðum. |
Leiðreglurnar fyri omanfyri ítøkiliga nevndu sjúkur/ heilsustøður í hesum skjali skulu verða nýttar vegleiðandi í sambandi við metingina.
Metast má um sannlíkindini fyri bráðkomnum afturstigi ella progressión, fyri bráðkomnum førleikamissi og vandum fyri avmarkaðum førleikum í at røkja arbeiðs-uppgávurnar, undir hesum uppgávur í neyðstøðum. |
Viðmerkingar
i. Sannlíkindi fyri afturstigi/residiv: Tá ið orðingarnar “sera lítil”, “lítil” og “moderat” verða nýttar í sambandi við sannlíkindini fyri eini broyting/versnan í heilsustøðuni, skal hetta sum útgangsstøði verða grundað á eina læknaliga meting. Í summum førum finnist tó kvantitativur evidensur fyri sannlíkindunum fyri broytingum/versnan í heilsustøðuni. Tá ið kvantitativur evidensur er tøkur, til dømis viðvíkjandi epilepsia ella sjúkum í hjartaæðralagi, kann verða neyðugt við fleiri kanningum til tess at áseta meira ítøkiligu sannlíkindini fyri, at heilsustøðan hjá einum kannaðum versnar.
Kvantitativu sannlíkindini fyri afturstigi/residiv verða ásett til umleið:
o Sera lítil: < 2 % fyri hvørt ár.
o Lítil: 2-5 % fyri hvørt ár.
o Moderat: 5-20 % fyri hvørt ár.
ii. Astma
Barnaastma:
o Mild: Byrjað aftaná 10 ára aldur. Hevur elvt til fáar ella ongar innleggingar á sjúkrahús, vanligt virkisføri í tíðini millum tilburðir. Viðgerð við inhalatiónsterapi burturav, frískur aftaná 16 ára aldur og vanlig lungnafunktión.
o Moderat: Hevur elvt til fáar innleggingar á sjúkrahús, støðug nýtsla av inhalatiónsviðgerð, virkisførið ávirkað, frískur aftaná 16 ára aldurin, vanlig lungnafunktión.
o Ring: Nógvir tilburðir (koma fyri javnan), sum hava elvt til innleggingar á sjúkrahúsi, viðgerð við munnvegis steroid, lungnafunktión avmarkað.
Astma hjá vaksnum:
Astma, sum heldur á aftaná barnaárini, ella sum byrjar aftaná 16 ára aldur.
Hjá persónum, sum fáa staðfest astma sum vaksin, má ávirkanin av møguligum ovurviðkvæmi og arbeiðstongdari astma kannast. Lítið ítøkiligar ávirkanir so sum kuldi, arbeiðsbyrða og infektiónir í andaleiðini, skulu eisini verða staðfestar.
o Mildir, einstakir tilburðir við óregluligum millumbili: Tilburðir við mildari trongd í andaleiðini, sum koma við millumbilum, sum eru styttri enn 1-2 vikur, og har viðgerð við beta-agonist inhalatión virkar væl.
o Mild astma: Regluligir tilburðir við trongd í andaleiðini, har viðgerð við beta-agonist inhalatión ella steroid inhalatión er neyðug.
o Pøsingarelvd astma: Tilburðir við trongd í andaleiðini og andaneyð, sum kemst av tungum kropsligum arbeiði, serliga í kulda. Tilburðirnir kunnu viðgerðast við inhalatiónsheilivági (steroid ella langtíðarvirkandi beta-agonist) ella aðrari munnvegis viðgerð.
o Moderat astma: Regluligir tilburðir við trongd í andaleiðini hóast viðgerð við steroid inhalatión ella øðrum heilivági, til tíðir er tørvur á munnvegis steroid.
o Ring astma: Fleiri tilburðir við trongd í andaleiðini og andaneyð. Fleiri innleggingar á sjúkrahús. Regluligur tørvur á viðgerð við munnvegis steroid.
Skjal 4
Serligt um kanningar, tá ið hin kannaði hevur eitt BMI omanfyri 40
Um hin kannaði hevur eitt BMI (Body Mass Index) omanfyri 40, skal verða gjørd ein ítøkilig meting av, hvørt viðkomandi er skikkaður at røkja vanligu arbeiðsuppgávurnar og uppgávur í neyðstøðu. Víst verður eisini til skjal 3, ICD-kodurnar E65-68.
Í hesum sambandi kann verða viðkomandi at gera fysiskar kanningar, sum partur av grundarlagnum undir heildarmetingini av, hvørt hin kannaði er skikkaður til skipstænastu.
Chester Step Roynd kann verða nýtt sum partur av hesi kanning. Chester Step Roynd er ein reproduserbarur háttur at fáa innlit í hjarta-æðra megina (kardiovaskuler kapasitet) og likamliga førleikan.
Í staðin fyri Chester Step Roynd kunnu nýtast aðrar meira óbundar royndir. Til dømis ber til at biðja hin kannaða um at ganga tríggjar til seks trappuhæddir og síðani meta um, hvussu hin kannaði megnar hetta. Óbundnu royndirnar eru ikki reproduserbarar royndir, men kunnu nýtast at geva eina skjóta mynd av likamliga førleikanum, heruppií styrki, smidleika og motorikki.
Sjóvinnulæknin kann nýta niðanfyri ásettu atlit í sambandi við óbundnu royndirnar til tess at meta um, hvørt hin kannaði er skikkaður at røkja vanligu arbeiðsuppgávurnar umborð á skipi og uppgávur í neyðstøðu.
Vanligar fysiskar uppgávur umborð á skipi |
Er hin kannaði, uttan hjálp frá øðrum, førur fyri: - at klíva upp í stigum og trappum - at klíva upp um høgar duragáttir |
Vanligar arbeiðsuppgávur umborð á skipi |
Megnar hin kannaði, at: - arbeiða við ørmunum lyftum, - bukka seg og samla lutir upp av gólvinum, - standa uppi og ganga í longri tíðarskeið, - ganga í rúmum og økjum, ið eru trong, og - halda eina vanliga samtalu undir vanligari arbeiðsbyrðu. |
Uppgávur í neyðstøðu |
Megnar hin kannaði, at: - lata seg í bjargingarvest ella yvirlivilsisdrakt, - rýma úr rúmi ella øki, sum eru fylt við royki, - hjálpa til í sambandi við evakuering av øðrum sjófólkum ella ferðafólki, - aka seg fram á hondum og knøum, og - handfara eldsløkkingarútgerðina. |
Skjal 5
Yvirlit yvir vanliga nýttar avmarkingar í siglingarleiðum
Eftir ítøkiliga meting, kann heilsuprógv verða avmarkað til ávísa siglingarleið.
Dømi um avmarkingar:
Strandarsigling
Sigling, meðan fráleikin er ikki meira enn 30 fjórðingar frá beinum grundlinjum, sum ásettar í bekendtgørelse om afgrænsningen af søterritoriet ved Færøerne. Ella í strandarsigling í øðrum londum (Near Coastal Trade).
Heimasigling
Sigling, meðan fráleikin er ikki meira enn 200 fjórðingar frá beinum grundlinjum, sum ásettar í bekendtgørelse om afgrænsningen af søterritoriet ved Færøerne.
Avmarkað altjóða sigling
Altjóða sigling er sigling uttan fyri strandar- og heimasigling. Rættindini í altjóða sigling kunnu verða avmarkað. Til dømis rættindi at sigla í altjóða sigling, men uttan at fara á fjarleiðir longur enn eitt ávíst burtur úr landi. Til dømis rættindi at sigla í Norðuratlantshavinum, men til dømis ikki í Barentshavinum, á Flemish Kap ella upp til Íslands, í Norðsjónum og í bretskum sjógvi.
Aðrar siglingarleiðir
Kann verða avmarkað til ávísa siglingarleið, til dømis rutusigling millum oyggjarnar ella millum eina havn og redina.