Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. juni 2019Nr. 89
Kunngerð um broyting í kunngerð um tillutan av aliloyvum
(Rætting í nummarrøðini í skjali 1)
§ 1
Í kunngerð nr. 82 frá 14. juni 2019 um tillutan av aliloyvum verður skjal 1 orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 26. juni 2019
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)
Skjal 1
“Skjal 1
Laksaalifirðir
1) Hvannasund suður, soleiðis avmarkað: Hvannasund sunnanfyri byrgingina ímillum Viðoynna og Borðoynna. Íroknað alifjørðin Hvannasund suður er Viðvík á Viðoynni.
2) Hvannasund norður, soleiðis avmarkað: Hvannasund norðanfyri byrgingina ímillum Viðoynna og Borðoynna.
3) Árnafjørður.
4) Borðoyarvík.
5) Haraldssund suður, soleiðis avmarkað: Haraldssund sunnanfyri byrgingina ímillum Borðoynna og Kunoynna. Íroknað alifjørðin Haraldssund suður er Kalsoyarfjørður.
6) Haraldssund norður, soleiðis avmarkað: Haraldssund norðanfyri byrgingina ímillum Borðoynna og Kunoynna.
7) Funningsfjørður og Djúpini norður, soleiðis avmarkað: Frá Risagrøv á Eysturoynni í beinari linju móti Gásafjalli á Kalsoynni.
8) Oyndarfjørður og Djúpini suður, soleiðis avmarkað: Frá Borgini á Eysturoynni í beinari linju til bygdina Blankskáli á Kalsoynni.
9) Fuglafjørður og Leirvíksfjørður norður, soleiðis avmarkað: Frá Galvinum á Kalsoynni í beinari linju til Leitið á Borðoynni og í beinari linju til Hagaleiti (brennistøðin) í Eysturoynni.
10) Gøtuvík og Leirvíksfjørður suður.
11) Lambavík.
12) Sundini norður: Sundini norðanfyri brúnna ímillum Eysturoynna og Streymoynna.
13) Sundini suður: Sundini sunnanfyri brúnna ímillum Eysturoynna og Streymoynna.
14) Kollafjørður, Tangafjørður og økið undir Neslandinum á Eysturoynni, soleiðis avmarkað móti Skálafirðinum: Frá Abbanum syðst á Raktanga og í beinari linju til Húkslond oman fyri Toftir.
15) Nólsoyarfjørður.
16) Sandsvágur og Skúvoyarfjørður.
17) Vestmannasund, soleiðis avmarkað: Suðureftir til beina linju ímillum Tvillingsgjógv í Vágum og Skæling á Streymoynni.
18) Miðvágur-Sandavágur. Íroknað aliøkið Miðvágur-Sandavágur er Vágafjørður og Hestfjørður.
19) Sørvágsfjørður. Íroknað alifjørðin Sørvágsfjørður er økið Vesturi á Víkum.
20) Trongisvágsfjørður. Íroknað alifjørðin Trongisvágsfjørður er Øravík og Hvalbiarfjørður.
21) Hovsfjørður.
22) Vágsfjørður. Íroknað alifjørðin Vágsfjørður eru Lopransfjørður og Víkarfjørður.”