Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. mai 2021Nr. 89
Kunngerð um trúnað í sambandi við viðgerð av klagum um arbeiðsumstøður og liviumstøður umborð á skipum
Við heimild í § 18, stk. 4 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og § 1 í løgtingslóg nr. 51 frá 7. mai 2019, verður ásett:
§ 1. Klagur um arbeiðsumstøður og liviumstøður umborð á skipum, sambært ILO sáttmála um starvsviðurskifti hjá sjófólki, MLC ella ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum, kunnu leggjast fyri Sjóvinnustýrið.
§ 2. Henda kunngerð er eisini galdandi fyri útlendsk skip, ið eru stødd í føroyskari havn.
Stk. 2. Er talan um klagu frá einum sjófólki umborð á útlendskum skipi í føroyskari havn, skal Sjóvinnustýrið boða viðkomandi flaggstati frá klaguni.
§ 3. Í sambandi við viðgerð av klagu frá sjófólki ella fakfeløgum teirra viðvíkjandi arbeiðsumstøðum og liviumstøðum umborð, kann Sjóvinnustýrið ikki upplýsa fyri reiðaranum, arbeiðsgevaranum ella umboðsfólki teirra, hvør hevur klagað.
Stk. 2. Er ein klaga grundarlagið undir eini eftirlitsvitjan umborð á avvarðandi skipi, kann Sjóvinnustýrið ikki upplýsa fyri reiðaranum, arbeiðsgevaranum ella umboðsfólki teirra, at vitjanin umborð er grundað á klaguna.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 89 frá 18. juni 2013 um trúnað í sambandi við viðgerð Sjóvinnustýrsins av klagum um arbeiðs- og liviumstøður umborð á skipum.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 27. mai 2021
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)