27. august 2010Nr. 89
Kunngerð um standard leigusáttmála og oyðublað til innflytingarfrágreiðing
Við heimild í § 3, stk. 2 og § 8, stk. 3 í løgtingslóg nr. 60 frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum verður ásett:
§ 1. Standard leigusáttmálin, sambært fylgiskjali 1, skal nýtast sum sáttmáli í øllum leigumálum.
§ 2. Oyðublaðið, sambært fylgiskjali 2, skal nýtast í sambandi við innflytingarfrágreiðing, ið skal gerast, tá flutt verður inn í leigaða bústaðin.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2010.
Stk. 2. Kunngerðin fevnir um leiguavtalur, ið hava gildi frá 1. september 2010.
Almannamálaráðið 27. august 2010
Rósa Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)
1) Fylgiskjølini eru ikki løgt út her, men eru at finna í Kunngerðablaði A 2010 á síðu 239 – 246 og heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum.