Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. februar 2009Nr. 9
Kunngerð um mikrobiologisk metingarstøði fyri matvørur
Við heimild í § 45a í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. og samsvarandi heilsufrøðiligu avtaluni við ES verður ásett:
§ 1. Kunngerðin ásetir mikrobiologisku metingarstøðini fyri matvørur.
§ 2. Øll matvøruframleiðsla, bæði til heimamarknaðin og til útflutings, skal fara fram eftir reglunum í Kommissionens forordning (EF) nr. 2073/2005 af 15. november 2005 om mikrobiologiske kriterier for fødevarer, sum broytt við Kommissionens forordning (EF) nr. 1441/2007 af 5. december 2007 om ændring af forordning (EF) nr. 2073/2005 om mikrobiologiske kriterier for fødevarer. Fyriskipanin er tikin við sum skjal til hesa kunngerð 1) .
§ 3. Um ikki hægri revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót, sum brýtur ásetingar í Kommissions forordning (EF) nr. 2073/2005 af 15. november 2005 om mikrobiologiske kriterier for fødevarer.
Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu revsast smbrt. § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kungjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi § 123 í Kunngerð nr. 122 frá 24. august 2001 um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi.
Vinnumálaráðið, 5. februar 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)