Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. februar 2005Nr. 9
Kunngerð um skerdan dagpening vegna partvíst óarbeiðsføri
Við heimild í § 2, stk. 2 í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., seinast broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 8. mai 2003, verður ásett:
Persónsskarði
§ 1. Skerdur dagpeningur verður veittur persóni, ið annars eigur rætt til dagpening, sum er vorðin partvíst óarbeiðsførur, og tí er fyri partvísum inntøkumissi.
Stk. 2. Ásetingarnar í hesi kunngerð fevna ikki um persón, ið er fevndur av ásetingunum um sjálvbodna trygging í kap. 7 í lógini.
Treytir fyri veitan av skerdum dagpeningi
§ 2. Treytir fyri veitan av skerdum dagpeningi eru, at:
1) ein lækni hevur mett, at persónurin bert partvíst er førur fyri at arbeiða, ella
2) ein lækni hevur givið boð um, at persónurin skal til kanningar ella viðgerð, ið hevur við sær partvísa fráveru frá arbeiðnum einstakar dagar ella part av degnum.
Stk. 2. Partvísa óarbeiðsførið og væntaða sjúkra- og viðgerðarskeiðið skal skjalprógvast við læknaváttan.
Skerdar dagpeningaveitingar
§ 3. Dagpeningaveitingin fyri partvíst óarbeiðsføri verður ásett sambært § 9 í lógini.
Stk. 2. Við skerdan dagpening er at skilja dagpeningur, ið er lækkaður í mun til tann dagpening, viðkomandi hevði fingið, um hann var fult óarbeiðsførur.
§ 4. Almannastovan rindar persóni, sum sambært læknaváttan bert er førur fyri at arbeiða part av arbeiðsdegnum, skerdan dagpening.
Stk. 2. Skerdi dagpeningurin skal samsvara tí parti av arbeiðsdegnum, viðkomandi ikki er førur fyri at arbeiða.
§ 5. Almannastovan rindar persóni, sum sambært læknaváttan og váttan frá arbeiðsgevara er førur fyri at arbeiða allan dagin, men bert kann útinna ein part av vanliga arbeiðsúrslitinum, skerdan dagpening.
Stk. 2. Skerdi dagpeningurin skal samsvara við munin millum normeraðu lønina og skerdu lønina.
§ 6. Almannastovan rindar persóni, sum eftir læknaboðum skal til kanningar ella viðgerðar einstakar dagar, ella part av degnum, skerdan dagpening.
Stk. 2. Skerdi dagpeningurin skal samsvara tí inntøkumissi, løntakarin er fyri teir dagar ella tann part av degnum, hann vegna kanning ella viðgerð er burtur úr arbeiði.
§ 7. Persónur við fleiri størvum hevur rætt til dagpening fyri tað starvið, hann er partvíst óarbeiðsførur frá.
Kærumøguleiki
§ 8. Sambært § 25 í lógini kunnu avgerðir, sum eru tiknar eftir hesi kunngerð, kærast til kærunevndina í almannamálum innan 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi.
Stk. 2. Um serligar orsøkir tala fyri tí, kann kærunevndin víkja frá kærufreistini.
Gildiskoma
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd.
Almanna- og heilsumálaráðið, 4. februar 2005
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Aibritt á Plógv (sign.)