6. februar 2023Nr. 9
Kunngerð um broyting í kunngerð um einstaklingatilskot til heilivág
(Kærumyndugleikin broytist frá kærunevndini í almanna- og heilsumálum til Føroya Kærustovn)
§ 1
Í kunngerð nr. 73 frá 8. mai 2018 um einstaklingatilskot til heilivág verður í § 6, stk. 1 “kærunevndina í almanna- og heilsumálum” broytt til: “Føroya Kærustovn”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 6. februar 2023
Margit Stórá (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)