Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 14-02-2020
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2020 A - Kunngerð 9 frá 11. februar 2020
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

11. februar 2020Nr. 9

Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir djúphavsfiski, rækjum og øðrum fiski í altjóða sjógvi í NEAFC í 2020

Við heimild í § 23, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, § 34, stk. 1, nr. 1, 3 og 5, stk. 2, nr. 2, 4, 5 og 10 og stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður ásett:

Kapittul 1

Virkisøki og allýsingar

Virkisøki

§ 1. Kunngerðin skipar fiskiskapin hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir djúphavsfiski, rækjum og øðrum fiski í NEAFC-skipanarøkinum í 2020.

Allýsingar

§ 2. Í hesi kunngerð merkir:

1)   NEAFC: North East Atlantic Fisheries Commission, sum er fiskiveiðifelagsskapur fyri landnyrðingspartin av Atlantshavinum.

2)   NEAFC-sáttmálaøkið: Tað økið, sum er umfatað av Sáttmálanum um framtíðar margparta samvinnu um fiskiskap í landnyrðingsatlantshavi frá 1980.

3)   NEAFC-skipanarøkið: Tann parturin av NEAFC-sáttmálaøkinum, sum er uttan fyri løgdømið hjá strandarlondum.

4)   Djúphavsfiskur: Tey fiskasløg, ið eru nevnd í skjali 1.

5)   Botnfiskiskapur: Fiskiskapur við reiðskapi, sum undir fiskiskapi vanliga nertir við havbotnin, harundir botntrol og botnlína.

Kapittul 2

Veiða eftir djúphavsfiski og rækjum

Djúphavsfiskur yvirhøvur

§ 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 royna í mesta lagi 341 fiskidagar á teimum leiðum í NEAFC-skipanarøkinum, har botnfiskiskapur er loyvdur eftir teimum í skjali 1 nevndu fiskasløgum.

Stk. 2. Rættindi at fiska sambært stk. 1 verða latin persóni ella felag, sum í 2019 hevði rætt til at fiska djúphavsfisk í NEAFC-skipanarøkinum, ella sum í 2020 hevur rætt til at fiska botnfisk í føroyskum sjógvi.

Langasporl

§ 4. Umframt avmarkingina í § 3, stk. 1 er veiða av langasporli í NEAFC-skipanarøkinum í 2020 avmarkað við kvotum á ávísum leiðum, sum ásett í stk. 2-4. Kvoturnar eru felagskvotur fyri allar NEAFC-sáttmálapartar.

Stk. 2. Veiða av kubbuta langasporli er avmarkað til í mesta lagi 574 tons í ICES-økjunum 10 b og 12 c og í ICES-undirøki 12 a.1 og 14 b.1.

Stk. 3. Veiða av kubbuta langasporli er avmarkað til í mesta lagi 2.622 tons í ICES-økjunum 6 b.1, 7 c.1 og 7 k.1, 12 b og ICES-undirøki 5 b.1.a.

Stk. 4. Beinleiðis veiða eftir rísna langasporli og trant langasporli er bannað í teimum í stk. 2 og 3 nevndu økjum.

Stk. 5. Rættindi at fiska av kvotunum sambært stk. 2 og 3 verða latin persóni ella felag, sum í 2019 hevði rætt til at fiska djúphavsfisk í NEAFC-skipanarøkinum, ella sum í 2020 hevur rætt til at fiska botnfisk í føroyskum sjógvi.

Búrfiskur

§ 5. Umframt avmarkingina í § 3, stk. 1 skal samlaða veiðan av búrfiski hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi í NEAFC-skipanarøkinum ikki fara upp um 150 tons í 2020.

Stk. 2. Norðan fyri 48°00'00"N í NEAFC-skipanarøkinum er beinleiðis veiða eftir búrfiski bert loyvd vestan fyri eina linju drigna eftir 18°00'00"V.

Stk. 3. Rættindi at fiska sambært stk. 1 verða latin tí persóni ella felag, sum í 2019 hevði loyvi til beinleiðis veiðu eftir búrfiski í NEAFC-skipanarøkinum. Fiskiskapurin eftir búrfiski í 2020, sambært hesi kunngerð, verður skipaður við felags árskvotu.

Stk. 4. Beinleiðis veiða eftir búrfiski kann bert fara fram, um eygleiðari er umborð. Eygleiðarin skal, eftir leiðbeining frá Havstovuni, gera mátingar av fongi, taka sýni o.tíl. Eygleiðarin skal vera komin umborð, áðrenn fiskiskapurin byrjar. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarin skal frítt kunna nýta samskiftisútgerð umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.

Veiða eftir rækjum

§ 6. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 royna eftir rækjum í NEAFC-skipanarøkinum, sum er norðanfyri 62°00'00''N.

Stk. 2. Rættindi at fiska rækjur sambært stk. 1 verða latin teimum feløgum, sum í 2016 fingu fiskiloyvi at veiða rækjur í NEAFC-skipanarøkinum.

Stk. 3. Tá roynt verður við troli eftir rækjum í NEAFC-skipanarøkinum, skal trolið hava innsetta skiljirist. Skiljiristin skal í mesta lagi hava 22 mm millum rimarnar. Loyvt er ikki at brúka ovara posan í samband við skiljiristina.

Fiskiloyvi

§ 7. Fiskiskapur, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.

Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert fara til fiskiskap í NEAFC-skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum.

Veiðibann fyri ávís fiskasløg

§ 8. Øll beinleiðis veiða eftir teimum í skjali 2 nevndu fiskasløgum er bannað.

Kapittul 3

Ymiskar ásetingar

Tíðaravmarkað gýtingarfriðing

§ 9. Fyri at verja gýtingarleiðir hjá blálongu, er allur fiskiskapur við botnreiðskapi bannaður frá 15. februar til 15. apríl, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   60°58'76 N, 27°27'32 V

2)   60°56'02 N, 27°31'16 V

3)   60°59'76 N, 27°43'48 V

4)   61°03'00 N, 27°39'41 V

Hýsuleiðir

§ 10. Fyri at verja hýsu, er allur fiskiskapur, lína undantikin, bannaður á leiðum innan fyri linjur drignar millum hesi støð:

1)   57°00'00 N, 15°00'00 V

2)   57°00'00 N, 14°00'00 V

3)   56°30'00 N, 14°00'00 V

4)   56°30'00 N, 15°00'00 V

Hávafjarðar

§ 11. Tað er ikki loyvt at skera burtur hávafjarðar ella hava umborð, umskipa og landa hávafjarðar.

Leiðir, friðaðar fyri botnreiðskapi

§ 12. Fiskifør við fiskiloyvi sambært hesi kunngerð hava bert loyvi at royna við botnreiðskapi í NEAFC-skipanarøkinum samsvarandi ásetingunum í kunngerð um økisfriðingar í altjóða sjógvi í NEAFC.

Gørn

§ 13. Øll veiða við gørnum er bannað á leiðum í NEAFC-skipanarøkinum, har dýpið er meira enn 200 metrar.

Sýni

§ 14. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.

§ 15. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, harundir av stødd, vekt og dygd.

Fráboðanir

§ 16. Fiskifør, sum fiska í NEAFC-skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 3:

1)   Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í NEAFC-skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið.

2)   Veiðifráboðan hvønn dag. Skipið skal hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.

3)   Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr NEAFC-skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum.

Kapittul 4

Revsireglur og gildistíð

Revsing

§ 17. Brot á § 4, stk. 4, § 5, stk. 2 og 4, § 6, stk. 3, § 7, stk. 1 og 2, §§ 9-13 og 16 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært §§ 14 ella 15.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

Gildistíð

§ 18. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2020.

 

 

Fiskimálaráðið, 11. februar 2020

 

Jacob Vestergaard (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)

 

 

 

Skjal 1

 

Fiskasløg, fevnd av skipanini í fiskiskapi eftir djúphavsfiski í altjóða sjógvi (NEAFC) við fiskidøgum

 

Føroyskt navn

Enskt navn

Latínskt navn

Glámur, slætthøvd

Bairds's smoothhead

Alepocehalus bairdii

Risso's smoothhead

Risso's smoothhead

Alepocephalus rostratus

Rottutrónur

Blue antimora

Antimora rostrata

Stinglaksur

Black scabbardfish

Aphanopus carbo

Gulllaksur

Greater silver smelt

Argentina silus

Alfonsinus

Alfonsinus

Beryx spp.

Brosma

Tusk

Brosme brosme

Krabbi

Deep-water red crab

Chacon (Geyron) affinis

Havállur

Conger eel

Conger conger

Kubbuta langasporl

Roundnose grenadier

Coryphaenoides rupestris

Kikarafiskur

Black cardinal fish

Epigonus telescopus

Kjaftsvarti kongafiskur

Bluemouth redfish

Helicolenus dactylopterus

Búrfiskur

Orange roughy

Hoplostethus atlanticus

Brynjubúrfiskur

Silver roughy (pink)

Hoplostethus mediterraneus

Silvurstinglaksur

Silver scabbard fish

Lepidopus caudatus

Úlvfiskur

Eelpout

Lycodes esmarkii

Rísna langasporl

Roughhead grenadier

Marcrourus berglax

Blálonga

Blue ling

Molva dypterigia

Longa

Ling

Molva molva

Morafiskur

Common mora

Mora moro

Red sea bream

Red sea bream

Pagellus bogaraveo

Lítlabrosma

Forkbeards

Phycis spp.

Rekfiskur

Wreckfish

Polyprion americanus

Svartkalvi

Greenland halibut

Reinhardtius hippoglossoides

Lítli kongafiskur

Small redfish

Sebastes viviparus

Spiny scorpionfish

Spiny scorpionfish

Trachyscorpia cristulata

Trant langasporl

Roughsnout grenadier

Trachyrinchus scabrus

 

 

 

 

Skjal 2

 

Øll beinleiðis veiða eftir hesum fiskasløgum er bannað:

 

Føroyskt navn

Enskt navn

Latínskt navn

Brugda

Basking shark

Cetorhinus maximus

Hemari

Porbeagle

Lamna nasus

Hávur

Spiny dogfish, spurdog

Squalus acantihias

Íslandshávur

Iceland catshark

Apristuris spp.

Gulper shark

Gulper shark

Centrophorus granulosus

Skrubbhávur

Leafscale gulper shark

Centrophorus squamosus

Svarthávur

Black dogfish

Centroscyllium fabricii

Glíggjhávur

Portuguese dogfish

Centroscymnus coelolepis

Langitrantur

Longnose velvet dogfish

Centroscymnus crepidater

Állahávur

Frilled shark

Chlamydoselachus anguineus

Høvuðlítli hávur

Kitefin shark

Dalatias licha

Nevhávur

Birdbeak dogfish

Deania calceus

Døkkhávur

Great lanternshark

Etmopterus princeps

Búksvarti hávur

Velvet belly

Etmopterus spinax

Ringhávur

Blackmouth dogfish

Galeus melastomus

Jensens hávur

Mouse catshark

Galeus murinus

Sekstáknuhávur

Bluntnose six-gilled shark

Hexanchus griseus

Hornhávur

Sailfin roughshark (Sharpback shark)

Oxynotus paradoxus

Knifetooth dogfish

Knifetooth dogfish

Scymnodon ringens

Hákelling

Greenland shark

Somniosus microcephalus

Havmús

Rabbit fish

Chimaera monstrosa

Fjaðurfagra havmús

Large-eyed rabbit fish (ratfish)

Hydrolagus mirabilis

Tranthavmús

Straightnose rabbitfish

Rhinochimaera atlantica

Klingruskøta

Round skate

Raja fyllae

Íshavsskøta

Artic skate

Raja hyperborea

Svartaskøta

Norwegian skate

Raja nidarosiensis

 

 

 

 

Skjal 3

 

Fráboðanir til Vørn

 

Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.

 

1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar

(Catch on Entry)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hagar skipið fer til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða umborð

OB

Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið har skipið er til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Móttøkuhavn

PO

Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður

Landað ella umskipað

TR

Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til.

Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað

PD

Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað

PT

Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m)

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerking

RE

Viðmerking