Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. mars 2008Nr. 9
Kunngerð um útrokning av umsetningi í kappingarlógini
Við heimild í § 7, stk. 4 og 5, og § 14, stk. 3 í løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 2007 um kapping verður ásett:
Umsetningur
§ 1. Í hesi kunngerð er “umsetningur” at skilja sum nettoumsetningur í Føroyum í sambandi við vanliga raksturin við frádrátti av meirvirðisavgjaldi og øðrum avgjøldum og skattum, ið hava beinleiðis tilknýti til søluna, sbr. tó §§ 7-9.
Stk. 2. Umsetningurin hjá eini luttakandi fyritøku, sbr. § 7, stk. 1 ella § 14, stk. 2, nr. 3 í kappingarlógini, verður gjørdur upp sum umsetningurin í síðsta roknskaparári, sbr. tó §§ 7-9.
Stk. 3. Umsetningurin sambært § 7, stk. 1 ella § 14, stk. 2, nr. 3 í kappingarlógini verður gjørdur upp sum samantaldi umsetningurin hjá luttakandi fyritøkunum.
Stk. 4. Um ein ella fleiri av luttakandi fyritøkunum, eftir at síðsta roknskaparár er lokið, hevur avhendað ein part av fyritøkuni, skal tann parturin av umsetninginum, ið hesin avhendaði parturin av fyritøkuni hevur skapt, dragast frá umsetninginum hjá tí luttakandi fyritøkuni. Umsetningur, ið er skaptur av ognum, ið luttakandi fyritøkan hevur fingið ræðið á eftir, at síðsta roknskaparár er lokið, skal leggjast afturat umsetninginum hjá luttakandi fyritøkuni.
Samtaksumsetningur
§ 2. Umsetningurin hjá eini luttakandi fyritøku fevnir eisini um umsetningin hjá atknýttum fyritøkum, sbr. § 3. Ein luttakandi ella atknýtt fyritøka kann eisini vera landið, ein kommuna ella ein kommunalur felagsskapur, sbr. § 9.
Stk. 2. Umsetningurin hjá eini luttakandi fyritøku fevnir ikki um umsetningin millum luttakandi fyritøkuna og atknýttu fyritøkurnar ella millum atknýttu fyritøkurnar.
§ 3. Atknýttar fyritøkur eru at skilja sum:
1) Dótturfyritøkur; t. v. s. fyritøkur v.m., har ein luttakandi fyritøka beinleiðis ella óbeinleiðis kann útinna ta í § 2 í partafelagslógini nevndu ávirkan.
2) Móðurfyritøkur, t.v.s. fyritøkur v.m., ið kunnu útinna avgerandi ávirkan á eina luttakandi fyritøku.
3) Aðrar fyritøkur, har ein móðurfyritøka kann útinna avgerandi ávirkan á fyritøkuna.
4) Fyritøkur, har fleiri fyritøkur v.m. saman kunnu útinna avgerandi ávirkan, eins og nevnt í nr. 1 til 3.
5) Fyritøkur, ið ikki eru fevndar av nr. 1-4, men eru undir felags leiðslu ella undir avgerandi ávirkan av slíkari, við teirri fyritreyt, at:
a) felags leiðslan samskipar framferðina hjá luttakandi fyritøkunum á marknaðinum,
b) luttakandi fyritøkurnar støðugt laga seg eftir felags leiðsluni, og
c) skipan er um sundurbýting av handilsligum váða og fíggjarligum úrslitum.
§ 4. Tá ið tvær ella fleiri luttakandi fyritøkur, antin saman ella ein ella fleiri av luttakandi fyritøkunum saman við triðja manni, útinna avgerandi ávirkan í eini aðrari fyritøku (joint venture), sbr. § 13, stk. 1 í kappingarlógini, skal umsetningurin hjá joint venturenum leggjast afturat umsetninginum hjá hvørjari av luttakandi fyritøkunum í mun til teirra luttøku í joint venturenum.
Stk. 2. Umsetningurin sambært stk. 1 fevnir ikki um umsetningin millum eitt joint venture og hvørja av luttakandi fyritøkunum ella eina fyritøku, ið er knýtt at teimum.
Annar umsetningur
§ 5. Um ein luttakandi fyritøka hevur gjørt líknandi avtalur við aðrar fyritøkur, skal umsetningurin hjá hesum fyritøkum leggjast afturat samlaða umsetninginum sambært § 7, stk. 1 í kappingarlógini.
Stk. 2. Samlaði umsetningurin fevnir ikki um umsetning millum tær í stk. 1 nevndu fyritøkur.
Vinnugreinafeløg v.m.
§ 6. Umsetningurin, sbr. § 7, stk. 1 í kappingarlógini, í einum vinnugreinafelag ella øðrum felagsskapi, ið er at javnseta við eitt vinnugreinafelag, verður gjørdur upp sum samlaði umsetningurin hjá limunum í felagnum, har umsetningurin hjá felagnum sjálvum verður lagdur afturat.
Stk. 2. Umsetningurin hjá felagnum eftir stk. 1, verður gjørdur upp við frádrátti av umsetningi millum limir felagsins og millum felagið og tess limir.
Fíggjarfyritøkur
§ 7. Tryggingarfeløg skulu í staðin fyri umsetning nýta virðið á teknaðu bruttotryggingargjøldunum, sum fevna um allar móttiknar ella komandi upphæddir sambært tryggingaravtalum, ið eru teknaðar av hesum feløgum ella fyri teirra rokning, herundir latin endurtryggingargjøld eftir, at skattur ella skattalíknandi avgjøld eru drigin frá, ið verða kravd inn við støði í tryggingargjaldinum ella tryggingar-upphæddini.
§ 8. Aðrar fíggjarfyritøkur, herundir kredittstovnar, skulu í staðin fyri umsetning nýta samløguna av niðanfyri standandi inntøkum eftir, at meirvirðisgjald og annar skattur, sum í givnum føri hevur beinleiðis tilknýti til hesar inntøkur, er drigin frá:
1) Rentuinntøkur v.m.
2) Vinningsbýti av partabrøvum v.m. og øðrum kapitalpørtum.
3) Inntøkur av ómaksgjøldum og
4) provisiónum v.m.
5) Kursjavnan av virðisbrøvum og gjaldoyra v.m., um samlaða úrslitið er eitt avlop.
6) Aðrar vanligar inntøkur.
Stk. 2. Inntøkurnar sambært stk. 1 hjá fyritøkum, fevndar av “Bekendtgørelse FN104 af 23. oktober 2001 om regnskabsaflæggelse m.v. for pengeinstitutter, sparevirksomheder og visse kreditinstitutter”, sum broytt við “Bekendtgørelse nr. 442 af 18. maj 2006”, verða roknaðar út samsvarandi §§ 43 og 45-46 og 48-49 í teirri kunngerðini.
Land og kommunur
§ 9. Landið skal í staðin fyri umsetning nýta samlaðu bruttoútreiðslurnar til rakstur og íløgur innan tað viðkomandi málsøkið hjá avvarðandi landsstýrismanni fyri síðsta roknskaparár, sbr. høvuðssløgini 1 og 3 í Kontoskipan Landsins.
Stk. 2. Kommunur skulu í staðin fyri umsetning nýta samlaðu bruttoútreiðslurnar til rakstur og íløgur fyri síðsta roknskaparár, ella, tá ið nýggj kontoskipan er gjørd, høvuðssløgini 1 og 3 í Kontoskipan Landsins, tá ið hon verður nýtt av kommununum.
Stk. 3. Stk. 2 skal eisini nýtast í sambandi við kommunalar felagsskapir, sbr. § 51 í kommunustýrislógini. Hetta er tó ikki galdandi, um kommunali felagskapurin leggur fram roknskap eftir ársroknskaparlógini. Um so er, skal § 1 nýtast.
Umrokning av umsetningi til krónur
§ 10. Umsetningur í fremmandum gjaldoyra skal roknast um til krónur sambært miðal vekslikursinum hjá fyritøkuni fyri síðsta roknskaparár.
Tá farið verður út um umsetnings- og marknaðarparts mørkini
§ 11. Undantøkan í § 7, stk. 1 í kappingarlógini, frá forboðnum í § 6, stk. 1 í lógini, er galdandi hóast luttakandi fyritøkurnar fara út um nevndu umsetnings- og marknaðarpartsmørk við hægst einum tíggjundaparti í tvey fylgjandi roknskaparár.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 skal ikki nýtast, um tað, at farið er út um nevndu mørk fyri umsetningi og marknaðarparti, er úrslit av eini samanlegging, sbr. § 13 í kappingarlógini.
Gildiskoma
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 11. mars 2008
Bjørt Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Arne Poulsen (sign.)