15. februar 2016Nr. 9
Kunngerð um setan av apotekarum
Við heimild í § 48, stk. 1 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág verður ásett:
§ 1. Landsapotekarin er setanarmyndugleiki, tá ið apotekarar verða settir í starv á apotekunum kring landið.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 15. februar 2016
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Turid Arge (sign.)