Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. juli 2019Nr. 90
Kunngerð um bráðtørvslista til hýsing av persónum, ið hava ein bráðfeingis bústaðartørv
Við heimild í § 24 b, stk. 2 í løgtingslóg nr. 60 frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum (Leigulógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 30. apríl 2018 og løgtingslóg nr. 64 frá 9. mai 2019, verður ásett:
Bráðtørvslisti til hýsing
§ 1. Almannaverkið kann seta á stovn ein bráðtørvslista til hýsing av persónum, ið hava ein bráðfeingis bústaðartørv.
Stk. 2. Hýsing er at skilja sum tíðaravmarkað leiga av bústaði sbrt. § 17, stk. 1 í løgtingslóg um útleigan av bústøðum.
§ 2. Bráðfeingis bústaðartørvur er:
1) Tá persónur er uttan bústað, ella
2) persónur innan stutta tíð verður uttan bústað.
Stk. 2. Fyribils uppihaldsstað hjá familju, vinfólki, hjálparfelagsskapum o.ø. er ikki at meta sum bústaður.
Treytir fyri upptøku á bráðtørvslistan
§ 3. Treyt fyri upptøku á bráðtørvslistan er, at:
1) Persónurin er stakur uppihaldari at barni ella børnum,
2) persónurin, eitt nú av fíggjarligum ávum, hevur serliga trupult við at útvega sær egnan bústað innan stutta tíð,
3) persónurin stendur á bíðilista til bústað hjá almennum bústaðafelag, og
4) persónurin er førur fyri at búgva í sjálvstøðugum bústaði uttan hjálp.
§ 4. Persónur á bráðtørvslistanum skal hvønn mánað vátta fyri Almannaverkinum, at viðkomandi framvegis hevur bráðfeingis bústaðartørv sbrt. § 2.
Stk. 2. Váttar persónur á bráðtørvslistanum ikki bráðfeingis bústaðartørv sín sbrt. stk. 1, verður viðkomandi strikaður av bráðtørvslistanum.
Tilboð um hýsing
§ 5. Tilboð um hýsing verður veitt tí persóni, sum Almannaverkið metir hava mest átrokandi bústaðartørvin. Við metingini verður dentur m.a. lagdur á, hvussu húsarhaldsstøddin samsvarar við støddina á tøka bústaðnum, og um persónurin hevur serligt tilknýti til tað økið í landinum, har tøki bústaðurin er.
§ 6. Almannaverkið ger av, hvussu leingi hýsing skal veitast. Hýsingarskeiðið kann tó ikki vera styttri enn 3 mánaðir og ikki longri enn 12 mánaðir.
§ 7. Uttan so, at vísast kann á serligar orsakir, hevur persónur, ið fær tilboð um hýsing, skyldu til at taka av tilboðnum.
Stk. 2. Um persónur, uttan serligar orsakir, ikki tekur av tilboði um hýsing, verður viðkomandi strikaður av bráðtørvslistanum.
Ráðgeving
§ 8. Almannaverkið hevur gjøgnum alt hýsingarskeiðið, í tann mun tað er gjørligt, skyldu til at veita persóni, ið fær bráðfeingis hýsing, ráðgeving soleiðis, at viðkomandi skjótast gjørligt kann fáa egnan bústað.
Uppsøgn av leigumálinum
§ 9. Persónur, ið fær bráðfeingis hýsing, kann siga leigumálið upp til uppathald beinanvegin.
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 1. juli 2019
Eyðgunn Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)