Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juni 2015Nr. 90
Kunngerð um broyting í kunngerð um forskriftir og forskriftaskyldu v.m.
(Møguleiki at vátta framd eftirlit við talgildari skráseting)
§ 1
Í kunngerð nr. 52 frá 4. juni 2008 um forskriftir og forskriftaskyldu v.m., sum broytt við kunngerð nr. 117 frá 22. september 2009, kunngerð nr. 85 frá 26. juni 2012, kunngerð nr. 123 frá 1. november 2013 og kunngerð nr. 28 frá 21. apríl 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 26 verður orðað soleiðis:
“§ 26. Við eftirlit er at skilja forskriftareftirlit, sbrt. stk. 2, avgreiðslueftirlit, sbrt. stk. 4 og 5 og útflýggingareftirlit, sbrt. § 27.
Stk. 2. Apotekið skal síggja til, at allar forskriftir, ið skulu avgreiðast, eru orðaðar samsvarandi ásetingunum í kapittul 2. Forskriftaeftirlitið skal fevna um forskriftina í síni heild, íroknað ávísingar, sum ikki skulu avgreiðast beinanvegin. Eftirlitið skal fremjast av farmaseuti, sí tó stk. 3, og skal váttast við átekning á forskriftina, ella skrásetast talgilt.
Stk. 3. Apotekarin kann heimila farmakonomi at fremja eftirlitið av forskrift, undir ábyrgd apotekarans.
Stk. 4. Við avgreiðslueftirlit skal síggjast til, at heilivágurin er rætt avgreiddur. Hetta eftirlit skal farmaseutur ella farmakonomur gera, og síðani vátta við átekning á navnaseðilin ella við talgildari skráseting.
Stk. 5. Avgreiðslueftirlit fara fram eftir ásetingunum í § 27.
Stk. 6. Er forskrift áður avgreidd á føroyskum apoteki, er eftirlitið eftir stk. 2 ikki neyðugt.”
2. Í § 27, stk. 1 verður 2. pkt. orðað soleiðis:
“Tann persónur, sum hevur ábyrgd av eftirlitinum, skal við síni átekning á navnaseðilin ella við talgildari skráseting vátta, at eftirlitið er framt.”
3. Í §33, stk. 1 verður nr. 5 strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 2. juni 2015
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)