10. juli 2023Nr. 90
Kunngerð um veiðigjald á makreli, sild og svartkjafti 1. august 2023 til 31. juli 2024
Við heimild í § 5, stk. 2 í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 1. juni 2023, verður ásett:
Skylda at rinda veiðigjald
§ 1. Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal í tíðarskeiðinum 1. august 2023 til 31. juli 2024 rinda veiðigjald av veiðu av makreli, sild og svartkjafti.
Stk. 2. Veiðigjaldið er:
1) 1,45 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli.
2) 0,87 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av sild.
3) 0,40 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti.
Stk. 3. Veiðigjaldið fer í landskassan.
Gildiskoma
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2023.
Fíggjarmálaráðið, 10. juli 2023
Ruth Vang (sign.)
landsstýrismaður
/ Djóni Højgaard (sign.)