Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. juni 2009Nr. 90
Kunngerð um ískoytisútbúgving fyri sjúkrarøktarfrøðingar, útbúnir eftir eldri lógum
Við heimild í § 18, stk. 5 í løgtingslóg nr. 2 frá 22. januar 2003 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum verður ásett:
Endamál, longd, o.a.
§ 1. Endamálið við ískoytisútbúgvingini til bachelor í sjúkrarøktarfrøði er at geva sjúkrarøktarfrøðingum, ið eru útbúnir eftir eldri lógum, møguleika til at uppstiga eldru útbúgvingina til bachelor í sjúkrarøktarfrøði. Ískoytisútbúgvingin skal geva teimum lesandi ástøðiligan og verkligan førleika og kunnleika til vísindalig háttaløg og evnir til eftir lokna útbúgving at:
1) menna sjúkrarøkt og útinna dygdar- og menningararbeiði og haraftrat fylgja, gera nýtslu av og taka lut í granskingararbeiði á heilsuøkinum og
2) halda fram í ástøðiligum og kliniskum førleikagevandi framhaldslestri, umframt akademiskari framhaldsútbúgving.
§ 2. Ískoytisútbúgvingin er ásett at vera ½ studentsársverk ella 30 ECTS stig, men fevnir um eitt ár.
Stk. 2. Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya avger, hvussu nógv lesandi kunnu fara undir lestur hvørt skeið. Landsstýrismaðurin kann tó áseta eitt hægsta tal av lesandi við upptøku.
§ 3. Ískoytisútbúgvingin gevur rætt til heitið bachelor í sjúkrarøktarfrøði, enska navnið er Bachelor of Science in Nursing (B.Sc.).
Stk. 2. Ískoytisútbúgvingin skal vera lokin í seinasta lagi 2 ár eftir, at hon er byrjað. Rektarin kann í serligum førum gera undantøk frá hesi reglu.
Skipan og innihald
§ 4. Ískoytisútbúgvingin er býtt í tríggjar eindir, sum ávíkavist eru 6, 9 og 15 ECTS stig.
Stk. 2. Fyrsta eind er 6 ECTS stig. Luttakararnir ogna sær grundleggjandi kunnleika og háttalagsligan førleika innan vitan, vísindi og gransking á vísindaligum stigi og ogna sær førleika innan eina vísindaliga tilgongd til sjúkrarøktaryrkið. Eisini ogna lesandi sær kunnleika til kunningartøkni.
Stk. 3. Onnur eind er 9 ECTS stig, og er valfrí eind. Í valfría partinum kunnu lesandi velja ymisk klinisk sjúkrarøktarfaklig øki, sum skulu verða viðgjørd við støði í fyrstu eind.
Stk. 4. Triðja eind er 15 ECTS stig. Ískoytisútbúgvingin endar við bachelorritgerð. Í arbeiðinum við bachelorverkætlanini, sum er 15 ECTS stig, skal tann lesandi vinna sær førleika innan sjúkrarøktarfakligt menningararbeiði. Í verkætlanini verður viðgjørdur ein sjálvvaldur spurningur við evni úr kliniskari sjúkrarøkt og við vísindaligum háttalagi. Verkevnið skal verða góðkent av Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya.
Próvtøka
§ 5. Rektarin ger av, um royndirnar á ískoytisútbúgvingini eru innanhýsis ella uttanhýsis, og um metingarnar Staðið/Ikki staðið ella próvtalsstigi verður nýttur til royndirnar.
Stk. 2. Bachelorverkætlanin verður dømd við einari uttanhýsis roynd.
Stk. 3. Tann lesandi skal hava staðið tær innanhýsis og uttanhýsis royndir, sum eru ásettar í námsskipanini fyri fyrstu og aðru eind, áðrenn bachelorverkætlanin er endaliga avgreidd.
Stk. 4. Viðvíkjandi próvtøku, royndarhættum, próvdøming, próvskjølum, kærum um próvtøku osfr. verður víst til kunngerð um próvtøku við útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.
Námsskipan
§ 6. Rektarin skal gera eina námsskipan, sum neyvt lýsir innihald o.a. í útbúgvingini. Landsstýrismaðurin góðkennir námsskipanina.
Stk. 2. Í námsskipanini verða ásettar reglur um:
1) endamál og innihald í teimum einstøku lærugreinunum í lestrinum, hvussu nógvar tímar tær fevna um, nær undirvíst verður, og hvussu dømt verður. Lærugreinirnar verða ásettar í ECTS stigum,
2) undirvísingar- og arbeiðshættir í útbúgvingini, íroknað kunningartøkni í undirvísingini, sambært § 4,
3) valfría partin, sambært § 4, stk. 3,
4) bachelorverkætlanin, sbrt. § 4, stk. 4,
5) góðskriving, sambært § 7, stk. 1.
Stk. 3. Umframt reglur, sum eru ásettar sambært hesi kunngerð, umfatar námsskipanin reglur, sum eru ásettar sambært kunngerð um próvtøku við útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing.
Aðrar reglur
§ 7. Rektarin kann í hvørjum einstøkum føri gera av, at útbúgvingarpartar, sum ein lesandi hevur staðið við eina aðra útbúgving, heilt ella lutvíst kunna góðskrivast í ískoytisútbúgvingini. Avgerðin verður tikin við støði í fakligari meting.
Stk. 2. Avgerðir rektarans sambært stk. 1 kunnnu verða kærdar til landsstýrismannin.
Stk. 3. Kæra kann verða latin inn í seinasta lagi 2 vikur eftir, at tann, sum kærir, hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá kærufreistini, tá serlig viðurskifti tala fyri tí.
§ 8. Landsstýrismaðurin kann góðkenna frávik frá hesi kunngerð sum liður í royndar- og menningarvirksemi. Ásett verður, hvussu leingi royndar- og menningarvirksemi skal vara, og hvussu frágreiðing í hesum sambandi skal verða tilevnað.
Gildiskoma
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fevnir eisini um lesandi, sum byrjaðu ískoytisútbúgvingina eftir 1. september 2008.
Mentamálaráðið, 15. juni 2009
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýriskvinna
/ Leivur Harryson (sign.)