Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 2000Nr. 90
Kunngerð um vaktarhald á skipum
Við heimild í § 18, stk. 3, og § 24, stk. 2, í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum verður ásett:
§ 1. Tað áliggur skiparanum á hvørjum skipi at síggja til, at tað uttanfyri havnir ella vard akkerspláss til eina og hvørja tíð verður hildin dygg vakt á brúnni og í maskinrúminum og harumframt á skipum, sum eru útgjørd við fyrisettari radiostøð, eisini dygg lurtivakt.
Stk. 2. Tað áliggur skiparanum á hvørjum skipi undantikið stuttleikaførum at síggja til, at hildin verður tann fyri skip og manning neyðuga vakt, tá skip er bundið við bryggju ella liggur til akkers á vardum akkersplássi.
Stk. 3. Tá vaktin verður løgd til rættis, skulu reglurnar í fylgiskjali nr. 1 til hesa kunngerð um vaktarskipanir og grundreglur fyri vaktarhaldi verða hildnar. Í hesum sambandi skal atlit havast at vegleiðingini í fylgiskjali nr. 2 til kunngerðina.
§ 2. Vaktarskipanin skal vera løgd til rættis soleiðis, at virkisføri vakthavandi yvirmanna ella undirmanna ikki er skert orsakað av møði. Tænastan skal vera soleiðis løgd til rættis, at teir, ið skulu hava fyrstu vaktina, tá ið ferðin byrjar og teir, ið síðani skulu loysa av, hava fingið nøktandi hvíld og annars eru skikkaðir til at ganga vakt.
§ 3. Á smærri førum, har innrætting, nýtsla ella manningartal og samanseting hevur við sær, at hesar vaktarreglur ikki á fullan hátt kunnu haldast, skal í tann mun tað er møguligt, tó verða gingið eftir teimum. Uttanfyri havnir ella vard akkerspláss skal tó altíð vera maður á kagi á dekki ella í stýrihúsi.
§ 4. Á skipum, sum eru 20 bruttotons til støddar ella størri og á skipum, har tað eftir aðrari lóggávu er ásett krav um tað, má bert tann standa á kagi, ið hevur staðið sjónar- og hoyrnarroynd fyri siglandi.
§ 5. Á handilsskipum, har tað í manningarskjalinum eru ásettir undirmenn við vaktarhaldsprógvi, skulu til vaktartænastu einans vera undirmenn, ið hava fingið slíkt prógv útskrivað sambært reglugerð II/4 ella III/4 í STCW-sáttmálanum.
Stk. 2. Ásettir fulltiknir undirmenn við vaktarhaldsprógvi skulu hava fullan førleika til ávikavist brúgvatænastu ella maskintænastu sambært reglugerð II/4 og III/4 í STCW-sáttmálanum. Aðrir undirmenn skulu í minsta lagi hava vaktarhaldsprógv, sum er útskrivað av Sjóvinnufyrisitingini við áriti um, at viðkomandi einans kann luttaka í brúgvavakt ella maskinvakt undir beinleiðis eftirliti av avvarandi vakthavandi yvirmanni.
Stk. 3. Prógv, árit í siglingarbók ella onnur skjalprógv fyri, at viðkomandi er skikkaður til brúgvatænastu, ið eru útskrivað sambært reglugerð II/6 í STCW-sáttmálanum frá 1978 í samband við skjalprógv fyri sjónar- og hoyrnaroynd fyri siglandi, vera til tann 1. februar 2002 javnmett við tey prógv, ið nevnd eru í stk. 1 og 2.
§ 6. Á handilsskipum skulu vaktarætlanir vera slignar upp, har tær eru lætt atkomuligar.
§ 7. Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð verður sektað við bót.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 143 frá 20. oktober 1992 um vaktarhald á skipum.
Fiskimálastýrið, 25. mai 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
/ Andras Kristiansen (sign)
Fylgiskjal nr. 1
VAKTARHALD
(Deild A-VIII/2 í STCW-reglunum)
Vaktarskipanir og vaktargrundreglur, ið gingið skal vera eftir.
1. Partur - Krav um sjóvinnubræv
1 Brúgvayvirmenn, ið hava vakt á brúgv ella dekki, skulu hava neyðugan førleika og sjóvinnubræv, sum í minsta lagi er á sama stigi, sum ásett er í manningarskjali skipsins ella í manningarlógini fyri tað lægsta ásetta stýrimansstarvið umborð.
2 Maskinmeistarar, ið hava maskinvakt, skulu hava neyðugan førleika og sjóvinnubræv, sum í minsta lagi er á sama stigi, sum ásett er í manningarskjali skipsins ella í manningarlógini fyri tað lægsta ásetta maskinmeistarastarvið umborð.
2. Partur – At leggja ferðina til rættis
Almenn krøv
3 Tann ætlaða ferðin skal leggjast til rættis frammanundan við atliti at øllum týðandi upplýsingum, og ein og hvør sett kós skal eftirkannast, áðrenn ferðin byrjar.
4 Áðrenn ein ferð byrjar, skal maskinstjórin í samráð við skiparan áseta neyðuga tørvin á m.a. brennievni, vatni, smyrjievnum, kemikalium, nýtslugóðsi og eykalutum, amboðum, útgerð og øðrum neyðugum til ta ætlaðu ferðina.
Ætlan frammanundan hvørjari einstakari ferð
5 Skiparin á einum og hvørjum skipi skal frammanundan hvørjari ferð tryggja sær, at tann ætlaða ferðin úr fráfaringarhavn til fyrsu komuhavn er løgt til rættis við at nýtt eru nøktandi og viðkomandi sjókort og onnur siglifrøðilig rit, ið eru neyðug til ta ætlaðu ferðina, og sum innihalda nágreiniligar, fullfíggjaðar og dagførdar upplýsingar viðvíkjandi siglingaravmarkingum og vandum, sum hava týdning fyri skipsins tryggu sigling.
Eftirlit og kunning um siglingarætlan
6 Tá ið siglingarætlanin er eftirkannað við atliti at øllum týðandi upplýsingum, skal tann ætlaða farleiðin setast týðuliga út í viðkomandi sjókort og skal vera tøk hjá vakthavandi brúgvayvirmanni, sum frammanundan hvørjari kósbroyting, ið fylgjast skal, skal eftirkanna hana.
Frávik frá ætlaðari leið
7 Um tað undir ferðini verður gjørt av at broyta komuhavn, ella um tað av øðrum orsøkum er neyðugt at víkja munandi frá ætlaðu siglingarleiðini, skal ein broytt farleið leggjast til rættis, áðrenn munandi frávik verða gjørd frá upprunaligu farleiðini.
3. Partur - Vaktarhald til sjós
Almennar grundreglur fyri vaktarhaldi
8 _
9 Tað áliggur skiparanum á hvørjum skipi at síggja til, at brúgvavaktin er nøktandi fyriskipað við atliti at tryggum vaktarhaldi. Undir skiparans leiðslu hava vakthavandi yvirmenn ábyrgdina av, at skipið siglir trygt á vaktum teirra. Serliga skal ansast eftir at fyribyrgja samanstoyti, og at skipið siglir upp á grunn.
10 Tað áliggur maskinstjóranum á hvørjum skipi at síggja til, at maskinvaktin er nøktandi fyriskipað við atliti at tryggum maskinvaktarhaldi.
Havumhvørvisvernd
11 Skipari, yvirmenn og undirmenn skulu gera sær greitt, hvørjar álvarsligar avleiðingar dálking av havumhvørvinum kann fáa, annaðhvørt dálkingin hendir av rakstrarligum ella áberandi orsøkum. Teir skulu seta øll gjørlig trygdartiltøk í verk til tess at forða slíkari dálking, og teir skulu halda seg innan fyri karmarnar á altjóða reglum og havnarreglugerðum.
Partur 3-1 - Grundreglur fyri vaktarhaldi á brúnni
12 Vakthavandi brúgvayvirmaðurin er varamaður skiparans og hevur til eina og hvørja tíð høvuðsábyrgd av skipsins tryggu sigling og av, at Altjóða Sjóreglurnar, 1972, verða hildnar.
Kagtænasta
13 Nøktandi kagtænasta skal havast samsvarandi 5. reglu í Altjóða Sjóreglunum, 1972, og skal tæna hesum endamálum:
.1 at hava støðugt kaghald við at nýta sjón og hoyrn eins og allar aðrar miðlar, ið eru til taks so beinanvegin sæst, um vandar stinga seg upp,
.2 at hava eina fullfíggjaða meting av støðuni og av vandanum fyri samanstoyti ella grunnstoyting og øðrum vandum fyri siglingini og
.3 at varnast neyðstødd skip og flogfør, skipbrotin, vrak, rekar og aðrar vandar fyri siglingina.
14 Kagmaðurin skal brúka alla orku til at halda nøktandi kag, og hann skal ikki verða settur til ella átaka sær annað arbeiði, sum kann órógva hesa tænastu.
15 Kagtænasta og at standa til róðurs er hvørt sítt arbeiði, og róðursmaður má ikki verða roknaður sum kagmaður, meðan hann stýrir, uttan á smærri førum, haðani tað frá róðursplássinum sæst allan sjónarringin og møguleiki ikki er fyri blinding ella aðrari forðing fyri dyggum kaghaldi. Yvirmaður á vakt kann standa einsamallur á kagi í dagslýsi treytað av, at tað í hvørjum einstøkum føri:
.1 er gjørd ein gjøllig meting av støðuni, og at tað við vissu kann sigast at vera ráðiligt
.2 at atlit í fullan mun verður havt at øllum tættum, ið hava týdning, íroknað, men ikki avmarkað til:
- veðurlíkindini
- sýnið
- hvussu nógv ferðsla, ið er
- beinleiðis siglingarvandar
- neyðugt ansni, tá siglt verður nær ella í geilasigling, og
.3 at hjálp, ið kann fáast upp á brúnna beinan vegin er tøk, um broytingar av støðuni krevja tað.
16 Tá ið gjørt verður av, um samansetingin av brúgvavaktini er nøktandi til at tryggja dygga kagtænastu, skal skiparin hava í huga allar viðkomandi tættir, eisini teir, ið lýstir eru i hesari deild av reglunum. Harumframt skal hann hava hesar tættir í huga:
.1 sýni, veður og aldu,
.2 hvussu nógv ferðsla og annað virksemi, ið er á leiðini, har skipið siglir,
.3 neyðugt ansni, tá ið siglt verður nær ella í geilasigling og øðrum siglingarskipanum,
.4 teirri eyka arbeiðisbyrðu, ið stendst av virki skipsins, verandi rakstrarumstøður og av væntaðum ferð- ella kósbroytingum,
.5 hvussu væl øll tann manning, ið sett er at vera tilbúgvin á vaktum, er skikkað til tænastu,
.6 kunnleika um og álit á yrkisliga førleika brúgvayvirmanna og -undirmanna skipsins,
.7 royndir vakthavandi yvirmansins og kunnleika hansara til útbúnað, mannagongdir og stýrieginleikar skipsins,
.8 virksemi, ið støðugt fer fram umborð, herundir radiosamskifti, og at bera skal til at boðsenda hjálp á brúnna í stundini, um hetta gerst neyðugt,
.9 hvørjum standi tólini og eftirlitsútgerðin á brúnni er í – eisini ávaringarskipaninar,
.10 róðurgreiðir, mannirerigreiðir og stýrieginleikar skipsins,
.11 stødd skipsins og útsýnið, haðani stýrt verður,
.12 hvussu brúgvin er bygd og innrættað, har hetta kann forða fólki á vakt við sjón ella hoyrn at varnast hendingar uttanfyri, og
.13 eina og hvørja týðandi reglu, mannagongd ella vegleiðing viðvíkjandi vaktarskipanum og skikkan til tænastu, ið samtykt er av Felagsskapinum (IMO).
Vaktarskipanir
17 Tá ið avgerð verður tikin um samanseting av brúgvavakt, har undirmenn við nøktandi førleika kunnu luttaka, skal atlit havast at m.a. hesum tættum:
.1 brúgvin skal ongantíð vera ómannað,
.2 veðurlíkindini, sýnið, og um tað er dagslýsi ella myrkur,
.3 siglingarvandar nærindis, sum bera í sær neyðug eykatiltøk hjá yvirmanni á brúnni,
.4 nýtslu av siglingartólum, sum t.d. radara og elektroniskari útgerð til staðkenning og allari aðrari útgerð til tryggu sigling skipsins og í hvørjum standi, hon er,
.5 um skipið er útgjørt við sjálvstýrara,
.6 um uppgávur viðvíkjandi radiosamskifti skulu fremjast,
.7 fjarstýringarútgerð á brúnni, ávaringar og fráboðanir í ómannaðum maskinrúmi og mannagongdir og avmarkingar í sambandi við nýtslu av hesum, og
.8 óvanlig krøv, ið kunnu koma fyri á vaktini orsakað av serligum rakstrarviðurskiftum.
Vaktarskifti
18 Vakthavandi brúgvayvirmaður skal ikki lata vaktina frá sær til tann brúgvayvirmann, ið skal loysa av, um nøkur greið orsøk er at halda, at hesin ikki er førur fyri at gera sína tænastu á dyggan hátt, og skal skiparin í slíkum førum varskógvast.
19 Tann brúgvayvirmaður, ið skal loysa av, skal tryggja sær, at avloysaravaktin á fullgóðan hátt er før fyri at gera sínar skyldur og serliga, at sjón teirra er vand við myrkrið. Búgvayvirmenn, ið loysa av, mugu ikki taka vaktina fyrr enn sjón teirra er heilt vand við ljósviðurskiftini.
20 Áðrenn tikið verður við vaktini, skulu teir brúgvayvirmenn, ið loysa av, vera vísir í skipsins mettu ella skrásettu knøttstøðu og skulu eftirkanna ta ætlaðu hildnu kósina, stýrdu kósina og ferðina, og eftir umstøðunum eisini stillingina av fjarstýringarútgerðini til maskinuna og leggja sær í geyma, hvørjir møguligir siglingarvandar kunnu væntast á teirra vakt.
21 Tann brúgvayvirmaður, ið skal loysa av, skal persónliga gera seg kunnugan við:
.1 Standandi boð og aðrar serstakar leiðbeiningar frá skiparanum viðvíkjandi skipsins navigering og sigling,
.2 skipsins knøttstøðu, kós, ferð og djúpd,
.3 sjóvarfall (flóð og fjøra), rák, veður og sýni, og hvussu hetta kann ávirka kós og ferð,
.4 hvussu høvuðsmotorurin verður nýttur, tá ið høvuðsmaskinarí verður stýrt av brúnni
.5 viðurskifti, ið hava týdning fyri navigeringina og siglingina, og sum umfata, men eru ikki avmarkað til:
5.1 hvørjum standi øll siglingar- og trygdarútgerð, sum verður nýtt, ella sum ætlandi fer at verða nýtt á vaktini, er í
5.2 gyrofeilin og deviasjónina á magnetkumpassini,
5.3 skip, sum eru í eygsjón, ella sum hann veit eru í nánd, og hvussu tey flyta seg
5.4 umstøður og vandar, ið væntast kunnu á vaktini
5.5 Møguligt árin á dýpið undir kjølinum, ið stendst av halli, floti (stýrlastigheit), evnistyngd vatnsins og squat1)
22 Um atgerðir ella onnur tiltøk til tess at sleppa undan vanda verða framd, tá vakthavandi navigatørur skal loysast av, eiga teir at bíða við at loysa av, til hesar atgerðir ella tiltøk eru at enda komin.
Fremjan av brúgvavaktini
23 Vakthavandi brúgvayvirmaður skal:
.1 halda sína vakt á brúnni
.2 undir ongum umstøðum fara av brúnni, fyrr enn hann er loystur av á rættan hátt
.3 støðugt hava ábyrgdina av tryggu sigling skipsins, hóast skiparin er á brúnni til skiparin týðuliga hevur gjørt vart við, at hann hevur tikið vaktina, og at báðir hava skilt hetta, og
.4 varskógva skiparan, um hann ivast í, hvørji stig takast skulu viðvíkjandi trygdini.
24 Á vaktini skal tann stýrda kósin, knøttstøðan og ferðin kannast við hóskandi stuttum millumbilum við allari teirri navigatiónsútgerð, ið er til taks, og sum er neyðug til tess at tryggja, at skipið fylgir ætlaðu kósini.
25 Vakthavandi brúgvayvirmaður skal gjølla vita, hvar øll trygdar- og siglingarútgerð er at finna umborð, og hvussu hon skal nýtast, og skal hann kenna til og hava at vita, hvørjar avmarkingar slík útgerð hevur.
26 Vakthavandi brúgvayvirmaður skal ikki setast til ella átaka sær nakað arbeiði, ið kann órógva tryggu sigling skipsins.
27 Vakthavandi brúgvayvirmaður skal á fullgóðan hátt brúka alla ta siglingarútgerð, ið er til taks.
28 Tá ið radari verður nýttur, skal vakthavandi brúgvayvirmaður taka til eftirtektar, at ásetingarnar um radaranýtslu í galdandi sjóreglum altíð skulu fylgjast.
29 Vakthavandi brúgvayvirmaður skal ikki drála við at brúka róður, motor og ljóðsignaltól, tá ið tað eftir umstøðunum gerst neyðugt. So vítt tað er gjørligt, skal tó varskógvast í góðari tíð, um hann ætlar at taka frá ella koyra á. Er maskinrúmið mannað, skal hann fylgja ásettari mannagongd.
30 Vakthavandi brúgvayvirmaður skal kenna stýrieginleikar skipsins, íroknað støðgiteinin, og eigur at vita, at onnur skip kunnu hava aðrar stýrieginleikar.
31 Á vaktini skal neyðug skráseting fara fram av øllum hendingum viðvíkjandi navigering og sigling skipsins.
32 Tað hevur serliga stóran týdning, at vakthavandi brúgvayvirmaður altíð tryggjar dygt kaghald. Á skipi við fráskildum kortrúmi, kann vakthavandi brúgvayvirmaður vera har inni stutta løtu, tá tað er neyðugt til tess at røkja sínar siglingarligu skyldur, men fyrst má hann vissa seg um, at hann trygt kann fara, og hann má síggja til, at dygt kaghald er.
33 Siglingarútgerðin umborð eigur at roynast so ofta sum gjørligt, tá ið umstøðurnar loyva tí, meðan siglt verður, og tá serstakliga, áðrenn viðurskifti væntast, ið kunnu verða til ampa fyri siglingini. Tá ið tað hevur týdning, skal dagbók verða førd um slíkar eftirkanningar. Slíkar royndir skulu eisini fara fram, áðrenn komu og fráferð úr havn.
34 Vakthavandi brúgvayvirmaður skal hava regluligt eftirlit til tess at tryggja:
.1 at róðursmaður ella sjálvstýrari halda rætta kós,
.2 at deviasjónin á høvuðskumpassini verður ásett í minsta lagi einaferð á vaktini og um gjørligt, hvørja ferð stórvegis kósbroyting verður gjørd, javnan at samanbera høvuðs- og gyrokumpassir, og at repeatarakumpassir samsvara við høvuðsgyrokumpassina,
.3 at sjálvstýrarin verður royndur við hond í minsta lagi einaferð á vaktini,
.4 at skips- og signalljós og onnur siglingarútgerð virkar, sum hon skal,
.5 at radioútgerð virkar, sum hon skal samsvarandi pkt. 86 í hesari deild, og
.6 at fjarstýringarútgerð, ávaringartól og fráboðanartól í samband við maskinrúm virka, sum tey skulu.
35 Vakthavandi brúgvayvirmaður skal taka til eftirtektar, at tað altíð er neyðugt at halda galdandi ásetingar í Altjóða Sáttmálanum um Trygd fyri Mannalívum á Sjónum (SOLAS), 1974. Vakthavandi brúgvayvirmaður skal síggja til:
.1 at hava róðursmann tøkan í góðari tíð til tess at skifta til hondstýring og at taka yvir stýringina, fyri at kunna greiða eina møguliga vandamikla støðu á tryggan hátt, og
.2 at tað umborð á skipi við sjálvvirkandi stýring er serliga vandamikið at lata tað koma har til, at vakthavandi brúgvayvirmaður onga hjálp hevur og tí noyðist at avbróta kaghaldið, fyri at taka sær av einari hættisligari støðu.
36 Vakthavandi brúgvayvirmaður skal hava hollan kunnleika til øll elektronisk siglingartól, ið eru umborð, teirra dygdir og avmarkingar. Hann skal eisini nýta hvørt av hesum tólum á skilabesta hátt. Hann skal minnast til, at ekkoloddið er eitt virðismikið siglingartól.
37 Vakthavandi brúgvayvirmaður skal nýta radara, tá ið sýnið versnar, ella tá hann væntar, at tað fer at versna og altíð á sjóleiðum, har nógv ferðsla er. Avmarkingar radarans skulu havast í huga.
38 Vakthavandi brúgvayvirmaður skal síggja til, at skifta fjarstøðuøki við nóg stuttum millumbilum, soleiðis at ekkó verða sædd skjótast gjørligt
39 Vakthavandi brúgvayvirmaður skal altíð, tá hann nýtir radara, seta hann á eina hóskandi fjarstøðu, kanna myndina og síggja til, at plotting ella reglulig kanning fer fram í góðari tíð.
40 Vakthavandi brúgvayvirmaður skal beinan vegin boða skiparanum frá:
.1 um sýnið versnar ella væntast at versna,
.2 um ferðsluviðurskiftini ella onnur skip eru orsøk til ampa,
.3 um tað gerst torført at halda kós,
.4 um land ella siglingarmerki ikki koma í eygsjón, ella um loddskot ikki fáast til ásettu tíðina,
.5 um land ella siglingarmerki óvæntað koma í eygsjón, ella um dýpið broytist óvæntað
.6 um ólag kemur á maskinarí, fjarstýringarútgerð til framtøkumotor, róðurgreiðir ella týðandi siglingarútgerð, ávaringartól ella fráboðanartól.
.7 um ólag kemur á radioútgerðina
.8 um hann ivast í, at skaði kann standast í illveðri,
.9 um skipið kemur fram á siglingarvandar sum ís ella vrak, og
.10 um komið verður í aðra hættisliga støðu ella ivi stingur seg upp um, hvat ið gerast skal.
41 Uttan mun til kravið um beinan vegin at boða skiparanum frá í nevndu førum, skal vakthavandi brúgvayvirmaður annars ikki ivast í beinan vegin at fremja tiltøk viðvíkjandi skipsins trygd, um umstøðurnar gera tað neyðugt.
42 Vakthavandi brúgvayvirmaður skal veita vaktarmanningini allar neyðugar leiðbeiningar og upplýsingar til tess at tryggja nøktandi vaktarhald og dygt kaghald.
Vaktarhald undir ymiskum umstøðum og á ymiskum sjóleiðum
Gott sýni
43 Vakthavandi brúgvayvirmaður eigur ofta og gjølla at miða skip, ið nærkast, um kumpassina at vita, um vandi er fyri samanstoyti og gáa um, at slíkur vandi kann onkuntíð vera, hóast miðingin broytist munandi, serliga tá ein nærkast einum sera stórum skipi ella sleipi, ella ein kemur heilt nær einum skipi. Hann eigur eisini í góðari tíð at gera munadygg tiltøk sambært teim reglum í Altjóða Sjóreglunum, 1972, sum eru viðkomandi undir teim ávísu umstøðunum, og síðani skal hann kanna, at gjørdu tiltøkini roynast sum ætlað.
44 Í góðum sýni skal vakthavandi brúgvayvirmaður gera radaravenjingar, tá ið høvi býðst.
Vánaligt sýni
45 Tá sýnið versnar ella væntast at versna, hevur vakthavandi navigatørur í fyrstu syftu skyldu til at halda viðkomandi reglur í galdandi Altjóða Sjóreglunum, 1972, serstakliga við atliti til at geva tokusignal, at sigla við tryggari ferð, og at maskinan er búgvin at nýta í bráðskundi. Hann skal haraftrat:
.1 varskógva skipara,
.2 skipa fyri nøktandi kaghaldi
.3 vísa skipsljós, og
.4 hava radaran tendraðan og í brúki.
Í myrkri
46 Tá ið kagvaktin verður sett, skulu skiparin og vakthavandi brúgvayvirmaður hava neyðugt atlit at teimum brúgva- og siglingartólum, ið eru til taks, avmarkingum teirra og nýtslu- og trygdarásetingum.
Strandasjóleið og sjóleið við nógvari ferðslu
47 Nýtt skulu verða sjókort við størsta mátistokki yvir siglingarleiðina, sum eru umborð, og sum eru rættað sambært seinastu atkomiligu upplýsingum. Knøttstøðan skal kannast við stuttum millumbilum og á meiri enn ein hátt, tá umstøðurnar loyva tí.
48 Vakthavandi brúgvayvirmaður skal vissa seg um, at hann kennir øll viðkomandi siglingarmerki.
Sigling við loðsi
49 Hóast loðsar eru umborð og sama hvørjar skyldur og ábyrgdir hesir hava, so loysir hetta ikki skipara ella tann vakthavandi brúgvayvirmannin frá teirra ábyrgdum og skyldum viðvíkjandi trygd skipsins. Skipari og loðsur skulu kunna hvønn annan um, hvussu siglingin skal leggjast til rættis, staðbundin viðurskifti og eyðkenni skipsins. Skiparin og/ella vakthavandi brúgvayvirmaður skulu hava neyvt samstarv við loðsin og gjølligt eftirlit við skipsins knøttstøðu og sigling.
50 Um ivi stingur seg upp um atgerðir ella ætlanir loðsins, skal tann vakthavandi brúgvayvirmaðurin biðja loðsin um nærri upplýsingar. Ivast hann framvegis, eigur hann beinan vegin at varskógva skiparan og fremja neyðug tiltøk, til skiparin kemur á brúnna.
Til akkers
51 Um skiparin metir tað vera neyðugt, skal vaktarhald vera á brúnni, meðan skipið liggur til akkers. Tá ið skipið liggur til akkers, skal vakthavandi brúgvayvirmaður:
.1 áseta og festa skipsins knøttstøðu á best hóskandi sjókorti, skjótast møguligt,
.2 kanna, um skipið liggur trygt til akkers við hóskandi stuttum millumbilum, við at miða føst siglingarmerki ella ýti á landi, sum eru løtt at kenna,
.3 tryggja neyðugt kaghald,
.4 tryggja, at reglulig eftirlitsgonga verður um skipið alt,
.5 eygleiða veður-, streym- og sjóviðurskifti,
.6 boða skiparanum frá og gera øll neyðug tiltøk, um skipið rekur við akkerinum,
.7 tryggja, at høvuðsmotorur og annað maskinarí er tilbúgvið samsvarandi skiparans boðum,
.8 varskógva skiparan, um sýnið versnar
.9 tryggja, at skipið vísir ásett ljós og signaltekin, og at ásett signalljóð verða givin samsvarandi øllum galdandi reglum, og
.10 seta tiltøk í verk at verja umhvørvið móti dálking frá skipinum og at halda galdandi reglur til tess at fyribyrgja dálking.
*******
Uppískoyti fyri fiskiskip
(Brot úr STCW-F, kapittul IV)
Umframt tær grundreglur og leiðbeiningar, ið finnast í pkt. 1-51 frammanfyri, skal vakthavandi brúgvayvirmaður hava fyrilit fyri:
.1 Øðrum skipum, ið fiska og teirra reiðskapi, stýrieginleikum hjá egnum skipi, serliga steðgiteini og venditvørmát við vanligari ferð og við fiskireiðskapi úti,
.2 trygdini hjá tí parti av manningini, ið er á dekkinum,
.3 óhepnari ávirkan á trygd skipsins og manningarinnar, tá ið stabilitetur og fríborð lækka orsakað av ávirkanum frá fiskireiðskapi, handfaring og stúving av veiði og frá truplum sjó- og veðurviðurskiftum,
.4 frástøðuni til frálanda-útbúnað, við serligum atliti at trygdargeilum, og
.5 vrakum og øðrum forðingum í sjónum, ið kunnu vera ein vandi fyri fiskireiðskap.
2 Tá ið veiðan verður stúvað, skal serligt umhugsni havast til tess at tryggja nøktandi fríborð, stabilitet og vatntættleika á allari heimferðini við fyriliti fyri oljunýtslu, vatnnýtslu og skipsvistum, vandanum fyri truplum veðurviðurskiftum og, serliga á vetri, vandanum fyri ísi á ella yvir dekkum á leiðum, har vandi kann vera fyri at ísur legst.
Akkersvakt
3 Við atliti til trygd skipsins og manningarinnar skal skiparin síggja til, at dygt kaghald altíð er á brúgv ella dekki, tá ið fiskiskip liggja til akkers.
Radiovakt
4 Tá ið skipið er til sjós, skal skiparin tryggja, at hildin verður dygg radiovakt á viðkomandi frekvensum við atliti at krøvunum í radioreglugerðini.
*******
Partur 3-2 - Grundreglur fyri vaktarhaldi í maskinrúmi
52 Soleiðis sum orðið “maskinvakt” verður nýtt í parti 3-2, 4-2 og 4-4 í hesari deild, merkir tað annaðhvørt ein persónur ella ein bólkur av persónum, ið hoyra til vaktina, ella eitt tíðarskeið, har ein maskinmeistari hevur ábyrgd. Kravt verður ikki, at viðkomandi er til staðar í maskinrúminum hetta tíðarskeiðið, men tað kann gerast eitt krav.
53 Vakthavandi maskinyvirmaður er varamaður maskinstjórans og hevur í fyrstu atløgu ábyrgd av tryggum og fullgóðum rakstri og viðlíkahaldi av maskinaríi, ið hevur týdning fyri trygga rakstri skipsins, og ábyrgd av eftirliti, passing og royning, ið krevst av øllum maskinaríi og útgerð, ið hoyrir undir ábyrgdarøki maskinvaktarmansins.
Vaktarskipan
54 Samansetingin av maskinvaktini skal altíð vera nøktandi til at tryggja tryggan rakstur av øllum maskinaríi, ið er til rakstur skipsins við vaktarfríum eins væl og ikki-vaktarfríum maskinrúmi og vera lagað til verandi umstøður og viðurskifti.
55 Tá ið avgerð verður tikin um samanseting av maskinvaktini, har skikkaðir maskinundirmenn kunnu taka lut, skal atlit havast at hesum viðurskiftum:
.1 skipaslagi og slagi av maskinaríi og tess standi,
.2 at alt maskinarí til trygga rakstur skipsins verður nøktandi ansað altíð,
.3 øllum serstøkum rakstrarhættum, sum eru treytaðir av viðurskiftum sum veðri, ísi, skitnum vatni, grunnum vatni, vandastøðum, avmarking av skaðum ella avmarking av dálking,
.4 førleika og royndum vaktarinnar,
.5 trygd fyri mannalívum, skipi, farmi og havnalagi og verj av umhvørvi,
.6 at halda altjóða reglur, egnar reglur og reglur á staðnum, og
.7 at skipsins rakstur gongur sína vanligu gongd.
Vaktarskifti
56 Vakthavandi maskinmeistari skal ikki lata vaktina frá sær, um hann hevur orsøk til at halda, at tann maskinmeistarin, ið loysir av, ikki er førur fyri at røkja skyldur sínar til lítar. Um so er, skal hann boða maskinstjóranum frá hesum.
57 Vakthavandi maskinmeistari, ið loysir av, skal vissa seg um, at vaktarmanning hansara í einum og øllum er før fyri at røkja arbeiði sítt til lítar.
58 Áðrenn hann tekur vaktina, skal maskinmeistari, ið loysir av, í minsta lagi altíð vissa seg um:
.1 Standandi boð og serstakar leiðbeiningar frá maskinstjóranum viðvíkjandi rakstri av skipsins útbúnaði og maskinum,
.2 slagi av arbeiði upp á maskinur og útbúnað, ið fer fram, hvørjir persónar, ið takast við hetta, og hvørjir vandar, ið kunnu standast av hesum,
.3 hvussu nógv vatn ella leivdir er í sogum, barlastatangum, evjutangum, eykatangum, feskvatnstangum, rottangum og serlig krøv um burturbeining av innihaldinum,
.4 hvørjum standi, brennievnið er í, og hvussu nógv er í eykatangum, reinsitangum, dagtanga og øðrum goymslum,
.5 serlig krøv viðvíkjandi burturbeining av frárenningarvatni frá sanitetsútbúnaði,
.6 hvørjum standi ymiskur høvuðs- og hjálparútbúnaður, íroknað elveitingarútbúnaður er í, og teirra rakstrarstøðu,
.7 hvørjum standi eftirlits- og stýriútgerð er í, hvar hon er, og hvør útgerð, ið verður stýrd við hond,
.8 hvørjum standi sjálvvirkandi ketlastýringarskipanir eru í, hvussu tær virka og hvar tær eru. Íroknaðar eru skipanir til eldstýring, stýring av vatnnøgd, stýring av brenningini, stýring av brennievnisveitingini og onnur útgerð í sambandi við rakstur av dampketlum,
.9 møgulig viðurskifti sum standast av illveðri, ísi, skitnum ella grunnum vatni,
.10 serlig tiltøk, sum eru neyðug orsakað av, at útgerð gongur fyri ella at aðrar óhepnar umstøður fyri skipið bera á,
.11 frágreiðingar frá maskinundirmanning viðvíkjandi tænastuskyldum, henni eru álagdar,
.12 hvussu slepst til sløkkiútgerðina, og
.13 hvussu væl maskindagbókin er førd.
Vaktarfyriskipan
59 Vakthavandi maskinyvirmaður skal síggja til, at ásetta vaktarskipanin verður hildin og, at maskinundirmenn, ið ganga vakt undir hansara leiðslu meðvirka til, at høvuðsmaskina og hjálpiútbúnaður ganga væl og trygt.
60 Sjálvt um maskinstjórin er til staðar, hevur tann vakthavandi maskinyvirmaðurin framvegis ábyrgdina av rakstri og passing av maskinum, til tað týðuliga er fráboðað, at maskinstjórin hevur átikið sær ábyrgdina, og at báðir hava skilt hetta.
61 Allir, sum eru við í maskinvaktini, skulu kenna tær tænastuskyldur, ið eru álagdar teimum. Teir skulu haraftrat hava kunnleika til eftirfylgjandi viðurskifti umborð á tí skipi, har teir starvast:
.1 hvussu innanhýsis samskiftisútgerðin verður nýtt,
.2 rýmingarútgongdir úr maksinrúmi,
.3 ávaringarskipanir í maskinrúmi og duga at skilja ímillum tær ymsu ávaringarskipaninar, við serligum atliti at ávaringum um, at eldsløkkingarevni eru slept út, og
.4 tal og slag av eldsløkkingar- og skaðaeftirlitsútgerð, hvar hon er í maskinrúminum, hvussu hon skal brúkast og hvørjar ymiskar trygdarfyriskipanir, ið havast skulu í huga.
62 Serstakliga væl skal ansast eftir maskinútbúnaði, ið ikki virkar nøktandi, har brek kunnu væntast, ella har serlig passing krevst, eins og serligum atgerðum, ið kanska longu eru settar í verk viðvíkjandi hesum útbúnaði. Eru fleiri tiltøk neyðug, skulu tey leggjast til rættis.
63 Tá maskinrúmið er mannað, skal vakthavandi maskinmeistari í stundini kunna stýra høvuðsmaskinuni, um boð koma um at taka frá, koyra á ella bakka.
64 Er maskinrúmið tíðarvíst ómannað, skal setti vakthavandi maskinmeistari altíð vera tøkur, um boð eru eftir honum at koma í maskinrúmið beinan vegin.
65 Øll boð av brúnni skulu fremjast í stundini. Broytingar í snúningsvegi ella -ferð høvuðsmaskinunnar skulu skrásetast uttan so, at ein umsiting sigur eitt skip hava slíka stødd og slíkar eginleikar, at skráseting ikki er gjørlig. Verður maskinan stýrd við hond, skal vakthavandi maskinmeistari síggja til, at ansingarborðið støðugt er mannað, meðan maskinan er tilbúgvin, ella handfaring fer fram.
66 Síggjast skal til, at øll maskinútgerð støðugt verður væl passað og viðlíkahildin. Røkjast skulu eisini mekaniskar, elektriskar, elektroniskar, oljutrýst og lufttrýst skipanir og tilhoyrandi stýri- og trygdarútgerð og allar veitingarskipanir til tekniska útgerð í búrúmum. Nýtsla av útgerð og eykalutum skal skrásetast.
67 Maskinstjórin skal tryggja sær, at vakthavandi maskinmeistari er kunnaður um øll tey fyribyrgjandi viðlíkahaldsarbeiði, skaðaeftirlit ella umvælingararbeiði, sum gerast skulu á maskinvaktini. Vakthavandi maskinmeistari hevur ábyrgdina av, at allur maskinútbúnaður, sum arbeitt verður uppá, verður stongdur, umskiftur og stillaður, og hann skal skriva dagbók um alt arbeiði, sum gjørt er á vaktini.
68 Tá ið maskinrúmið hevur fingið boð um at vera tilbúgvið, skal vakthavandi maskinmeistari síggja til, at maskinútbúnaður og onnur útgerð, sum tørvur kann vera á til handfaring av skipinum, er til reiðar at brúka alt fyri eitt, og at eykaorka er tøk til róðurmaskinu og aðra neyðuga útgerð.
69 Vakthavandi maskinmeistarar skulu ikki setast til ella átaka sær nakað arbeiði, sum kann tarna teirra skyldum at hava umsjón við høvuðsmaskinuni og hjálpiskipanum. Teir skulu síggja til, at støðugt eftirlit er við høvuðsmaskinu og hjálpiskipanum, og at regluligt eftirlit er við tí maskinútbúnaði, ið teir hava ábyrgd av, til teir eru loystir av til fulnar. Teir skulu eisini síggja til, at gingnar verða nøktandi eftirlitsgongur um maskinrúm og róðurmaskinrúm, til tess at kunna staðfesta og boða frá rakstrartrupulleikum ella brekum og fyriskipa, ella sjálvir gera reglubundnar stillingar, neyðugar umvælingar og onnur neyðug fyrifallandi arbeiði.
70 Vakthavandi maskinmeistarar skulu áleggja vaktarmanningini at boða sær frá, um møgulig hættislig viðurskifti, ið kunnu skapa ólag á maskinraksturin, ella sum kunnu seta trygd manningarinnar ella skipsins í vanda.
71 Vakthavandi maskinmeistari skal síggja til, at eftirlit er við vaktarhaldinum í maskinrúminum, og hann skal hava avloysara tøkan, um onkur av vaktarmanningini fær forfall. Vaktarhald í maskinrúmi skal altíð skipast so, at til ber við hond at stýra høvuðsmaskinu ella stýriventilum.
72 Vakthavandi maskinmeistari skal seta neyðug tiltøk í verk til tess at avmarka fylgjurnar av skaða, ið stendst av breki á útgerð, eldi, leka, løstum, samanstoyti, stranding ella aðrari hending.
73 Áðrenn vakthavandi maskinmeistari fer av vakt, skal hann síggja til, at neyðug dagbók verður skrivað um alt, sum fram er farið viðvíkjandi høvuðs-og hjálpimaskinum.
74 Vakthavandi maskinmeistari skal samarbeiða við aðrar maskinmeistarar, ið standa fyri viðlíkahaldi, tá hann ger fyribyrgjandi viðlíkahald, skaðaeftirlit og umvælingar. Hetta fevnir um, men er ikki avmarkað til:
.1 at steingja og umstilla maskinútbúnað, sum arbeitt verður uppá,
.2 at stilla annan maskinútbúnað, so hann virkar trygt og eftir ætlan, meðan umvælingararbeiðið fer fram,
.3 til avloysarans kunnleika at skriva í maskindagbókina ella skráseta á annan hátt upplýsingar um tann útbúnað, ið arbeitt verður uppá, ta manning, ið ger arbeiðið, og um tey trygdarfyrivarni, ið tikin eru, og
.4 royna og um neyðugt seta í gongd umvældar maskinur ella útgerð.
75 Vakthavandi maskinmeistari skal vissa seg um, at undirmaskinmenn, sum gera viðlíkahaldsarbeiði, eru tøkir at hjálpa til við hondstýring av maskinum, um tann sjálvvirkandi útgerðin svíkur.
76 Vakthavandi maskinmeistari skal hava í huga, at ferðbroytingar, ið standast av, at maskinan gongur óregluliga, ella at róðurmaskinuútgerðin svíkur, kunnu seta trygd skipsins og mannalív í vanda. Brúgvin má beinan vegin boðast, um eldur kemur í. Um tað í maskinrúminum verða gjørdar fyrireikingar til tiltøk, ið kunnu minka um ferðina á skipinum. Um vandi er fyri, at stýringin svíkur. Um teir noyðast at steðga høvuðsmaskinuni. Um teir gera broytingar í elveitingini ella annað, ið hótta kann trygdina. Slík boð skulu um gjørligt gevast, áðrenn broytingar verða framdar, soleiðis at brúgvin fær best møguligar stundir at seta tiltøk í verk, ið forða kunnu hugsandi vanlukku.
77 Vakthavandi maskinmeistari skal í stundini boða maskinstjóranum frá í eftirfylgjandi dømum:
.1 tá maskinbrek er ella ólag, sum eftir hansara meting kann seta skipsins trygga rakstur í vanda,
.2 tá ólag berst á, sum eftir hansara meting kann føra til, at høvuðsmaskina, hjálpimaskinur ella eftirlits- og stýriskipanir verða í ólagi ella ganga fyri, og
.3 í neyðstøðu ella førum, har hann ivast, hvørjar avgerðir ella hvørji stig, ið takast skulu.
78 Uttan mun til kravið at boða maskinstjóranum frá í áður nevndu dømum, skal vakthavandi maskinmeistari ikki ivast at seta tiltøk í verk viðvíkjandi skipsins, maskinunnar ella manningarinnar trygd, um umstøðurnar gera hetta neyðugt.
79 Vakthavandi maskinmeistari skal geva vaktarmanning síni allar neyðugar leiðbeiningar og upplýsingar, ið skulu tryggja, at hildin verður dygg vakt. Regluligt viðlíkahald av maskinum, sum verður gjørt sum áberandi arbeiði í sambandi við dygt vaktarhald, skal leggjast í fasta legu sum partur av vaktarskipanini. Meira víðfevnandi viðlíkahaldsarbeiði runt alt skipið, sum t.d. umvælingar av elektriskari, mekaniskari, hydrauliskari, pneumatiskari ella elektroniskari útgerð og øðrum eigur at gerast við vakthavandi maskinmeistara ella maskinstjórans vitandi og vilja. Slíkar umvælingar skulu skrivast í dagbók.
Maskinvakt undir ymiskum umstøðum og á ymiskum sjóleiðum
Vánaligt sýni
80 Vakthavandi maskinmeistari skal vissa seg um, at luft- ella damptrýst er til taks til tess at geva tokuljóð. Hann skal vera til reiðar at fremja eini og hvørji boð av brúnni og skal haraftrat síggja til, at hjálpimaskinur, ið nýttar verða til atgerðir, eru til reiðar.
Strandasjóleið og sjóleið við nógvari ferðslu
81 Vakthavandi maskinmeistari skal vissa seg um, at allar maskinur, ið hava týdning fyri stýring skipsins, í stundini kunnu skiftast til hondstýring, tá hann fær boð um, at skipið er á sjóleið við nógvari ferðslu. Vakthavandi maskinmeistari skal eisini tryggja, at neyðug eykaorka er til taks at stýra skipinum og til aðrar atgerðir. Eykaróðurútgerðin og onnur hjálparveiting skal vera tøk at nýta beinan vegin, um tørvur er.
Til akkers
82 Á víðari akkersleið skal maskinstjórin samráðast við skiparan, um haldast skal sama maskinvakt, sum tá ið siglt verður.
83 Tá skipið liggur til akkers á víðari akkersleið, ella har viðurskiftini eru, sum var skipið veruliga "til havs", skal vakthavandi maskinmeistari vissa seg um at:
.1 dygg vakt verður hildin,
.2 tíðarfest eftirlit er við øllum maskinum sum ganga, ella sum eru tilbúnar,
.3 høvuðs- og hjálpimaskinur eru tilbúnar sambært boðum frá brúnni,
.4 at tiltøk eru sett í verk til tess at verja umhvørvið móti dálking frá skipinum, og at galdandi dálkingarreglur verða hildnar,
.5 at allar skaðaeftirlits- og eldsløkkiskipanir eru tøkar at nýta.
Partur 3-3 - Grundreglur fyri at røkja radiovakt.
Almennar ásetingar
84 Umsitingar skulu minna reiðarar, skipaleigarar, skiparar og fólk, ið hava radiovakt, á niðanfyri nevndu ásetingar, ið skulu takast til eftirtektar til tess at tryggja, at nøktandi radiotrygdarvakt verður hildin, meðan skipið er til havs. Radioreglugerðin skal takast til eftirtektar, tá ið ásetingarnar í hesari reglugerð verða fylgdar.
Vaktarskipanir
85 Tá ið avgerð verður tikin um radiovakt, skal skiparin á einum og hvørjum skipi:
.1 vissa seg um, at radiovakt verður hildin samsvarandi galdandi ásetingum í radioreglugerðini og í sáttmálanum um trygd,
.2 vissa seg um, at fremstu uppgávur radiovaktarinnar ikki ávirkast á óhepnan hátt, meðan radiosamskifti fer fram, ið ikki viðkemur skipsins trygga rakstri og sigling, og
.3 hava fyrilit fyri radioútgerðini umborð og hvørjum standi hon er í.
Vaktarfyriskipan
86 Radiopassari, ið hevur radiovakt, skal:
.1 tryggja, at vakt verður hildin á teimum frekvensum, ið ásettir eru í radioreglugerðini og í sáttmálanum um trygd, og
.2 á vaktini regluliga kanna, hvussu radioútgerðin og tilhoyrandi orkuveiting virkar, og varskógva skiparan um eitt og hvørt brek, ið staðfest verður á hesari útgerð.
87 Radiodagbók skal skrivast samsvarandi ásetingunum í radioreglugerðini og í sáttmálanum um trygd.
88 Tann radiopassari, ið settur er til at hava leiðaraábyrgd av radiosamskifti í vandastøðum, hevur ábyrgd av, at radiodagbókin verður dagførd samsvarandi ásetingunum í radioreglugerðini og í sáttmálanum um trygd. Saman við klokkutíð, ið hendingin fór fram, skal skrivast:
.1 ein samandráttur av neyð-, snar- og trygdarradiosamskifti,
.2 hendingar av týdningi viðvíkjandi radiotænastuni,
.3 knøttstøða skipsins í minsta lagi eina ferð um dagin, tá ið hetta hevur týdning, og
.4 eitt yvirlit yvir, hvussu radioútgerðin og tilhoyrandi orkuveiting virkar.
89 Radioskrásetingar skulu goymast har, ið neyðradiosamskifti fer fram, og skulu vera atkomuligar fyri:
.1 skiparans eftirliti, og
.2 eftirliti av starvsfólki, ið hava umsitingarinnar heimild til tess, og starvsfólki við nøktandi heimild, ið hava eftirlit sambært grein X í STCW-sáttmálanum.
Partur 4 - Vaktarhald í havn
Grundreglur fyri alt slag av vaktarhaldi
90 Umborð á einum og hvørjum skipi, sum liggur trygt bundið, ella sum liggur trygt til akkers í havn undir vanligum viðurskiftum, skal skiparin við atliti til trygdina síggja til, at hildin verður hóskandi og dygg vakt. Serligar atgerðir kunnu gerast neyðugar fyri serlig skipasløg, framtøkuskipanir og hjálpiútgerð og fyri skip, ið føra vandamiklan, eitrandi ella eldfiman farm, ella annan farm av serligum slag.
Vaktarskipanir
91 Tá skipið liggur inni í havn, skal deksvaktin skipast soleiðis, at hon altíð lýkur krøv um:
.1 trygd fyri mannalívum, skipi, havnlagi og umhvørvi og tryggum rakstri av allari maskinútgerð í sambandi við handfaring av farmi,
.2 at halda altjóða reglur, egnar reglur og reglur á staðnum, og
.3 at skil er um borð, og at vanlig skipstænasta verður uppihildin.
92 Skiparin skal avgera, hvussu vaktarmanningin verður samansett, og hvussu long vaktin skal vera við atliti til atløgu- og liggiviðurskifti, skipaslag og hvørji vinnu, skipið er í.
93 Um skiparin metir tað at vera neyðugt, skal ábyrgdin av dekksvaktini áleggjast einum skikkaðum brúgvayvirmanni.
94 Neyðuga útgerðin eigur at skipast so, at dygt vaktarhald verður tryggjað.
95 Tað áliggur maskinstjóranum á hvørjum skipi saman við skiparanum at síggja til, at maskinvaktin verður løgd væl og virðiliga til rættis, soleiðis at dygg vakt verður hildin, meðan skipið er inni í havn. Tá avgerð verður tikin, hvussu maskinvaktin skal setast saman, og har skikkaðir undirmenn kunnu vera partur av vaktini, skal m.a. hetta havast í huga:
.1 Ein maskinmeistari skal altíð hava ábyrgd av vaktini um borð á skipum, sum hava 3000 kW ella størri framtøkumegi,
.2 Um borð á skipum, sum hava minni enn 3000 kW stóra framtøkumegi, kann skiparin saman við maskinstjóranum avgera, at tað ikki er neyðugt, at maskinmeistari hevur ábyrgd av vaktini, og
.3 maskinmeistari, ið hevur ábyrgd av maskinvakt, skal ikki setast til ella átaka sær nakað arbeiði ella uppgávu, ið kann órógva viðkomandi í skyldum sínum at halda dygga vakt við maskinútgerð skipsins.
Vaktarskifti
96 Vakthavandi brúgvayvirmaður ella maskinmeistari skal ikki lata vaktina frá sær, um hann hevur orsøk til at halda, at tann maskinmeistarin, ið loysir av, ikki er førur fyri at røkja skyldur sínar til lítar. Um so er, skal hann boða skiparanum ella maskinstjóranum frá hesum. Brúgvayvirmaður ella maskinmeistari, ið loysir av, skal vissa seg um, at vaktarmanning hansara eftir øllum at døma, í fullan mun er før fyri at røkja arbeiði sítt til lítar.
97 Um týðandi arbeiði verður gjørt um tað mundið, tá vaktarskifti er á deks- ella maskinvakt, skal navigatørurin ella maskinmeistarin, ið verður loystur av, gera hetta arbeiðið liðugt uttan so, at skiparin gevur onnur boð.
Partur 4-1 - Deksvaktarskifti
98 Áðrenn vaktarskiftið fer fram, skal brúgvayvirmaður, ið verður loystur av, geva eftirmanni sínum fylgjandi upplýsingar:
.1 dýpið, har skipið liggur, skipsins djúpd, dýpið á flóð og fjøru, og nær flóð og fjøra er, hvussu skipið er bundið, hvussu skipið er ankrað, ketulongd í sjónum og onnur viðurskifti viðvíkjandi festing, ið týdning hava fyri skipsins trygd, hvussu vorðið er við høvuðsmaskinuni, og um hon kann setast í gongd í eini neyðstøðu
.2 alt arbeiði, ið gerast skal um borð. Slag, nøgd og plasering av fermdum ella írestandi farmi, ella um nakrar farmaleivdir eru eftir, tá liðugt er at skipa upp,
.3 vatn í sogum og barlasttangum,
.4 signal ella ljós, ið givin ella víst verða,
.5 tal á manning, ið vera skal um borð, og um onnur fólk eru um borð,
.6 hvørjum standi sløkkiútgerðin er í,
.7 um serstakar havnareglugerðir eru,
.8 skiparans standandi og serligu boð,
.9 hvørjir møguleikar eru fyri samskifti við manning á landi, íroknað havnamyndugleikar, um neyðstøða skuldi borið á, ella um hjálp krevst,
.10 øll onnur viðurskifti, ið hava týdning fyri skipsins, manningarinnar og farmsins trygd ella fyri umhvørvisvernd móti dálking, og
.11 hvussu farast skal fram, tá ið boðast skal einum viðkomandi myndugleika frá einari og hvørjari umhvørvisdálking, ið stendst av virksemi umborð.
99 Áðrenn vaktarskiftið fer fram, skal brúgvayvirmaður, ið loysir av, eftirkanna at:
.1 endar ella akkersketa eru væl fest,
.2 signal ella ljós verða givin ella víst nøktandi,
.3 øll trygdarfyrivarni og reglur um trygd móti eldi verða hildnar,
.4 hann hevur kunnleika um allan vandamiklan farm, sum fermdur ella uppskipaður verður, og at hann veit, hvat gerast skal, um hol kemur á ella eldur í slíkan farm, og at
.5 ongar kringumstøður ella onnur viðurskifti seta skipið í vanda, og at egið skip ikki setur onnur í vanda.
Partur 4-2 - Maskinvaktarskifti
100 Áðrenn vaktarskiftið fer fram, skal maskinyvirmaður, ið verður loystur av, geva eftirmanni sínum upplýsingar um fylgjandi viðurskifti:
.1 hvørji føst boð, ið eru fyri tað samdøgrið, møgulig serboð viðvíkjandi skipsins rakstri, viðlíkahaldsarbeiði, umvæling av maskinum og stýriútgerð,
.2 hvørji arbeiði, ið fara fram viðv. maskinu og aðrari útgerð, hvørjir persónar, ið gera hetta og hvørjir vandar, ið kunnu standast av hesum,
.3 nøgd og møgulig art á vatni og leivdum í sogum, barlastatangum, evjutangum, rottangum, eykatangum og serlig krøv um, hvussu hann skal nýta ella sleppa av við innihaldið,
.4 møgulig serkrøv, hvussu sleppast kann av við frárenning frá sanitetsútgerð,
.5 standur og tilbúgving á flytbarari sløkkiútgerð, føstum sløkkiskipanum og eldávaringarskipanum,
.6 umvælarar, sum takast við maskinarbeiði umborð, hvar teir arbeiða, og hvørjar umvælingar teir gera, og aðrar persónar, sum eru um borð í tænastuørindum, og eisini, hvussu nógv manning, ið skal vera um borð,
.7 møguligar havnareglugerðir viðvíkjandi frárensli frá skipinum, eldsløkkitilbúgving og tilbúgving annars, serstakliga tá illveður er í væntu,
.8 hvørjir møguleikar eru fyri samskifti við manning á landi, íroknað havnamyndugleikar, um neyðstøða skuldi borið á, ella um hjálp krevst,
.9 øll onnur viðurskifti, ið hava týdning fyri skipsins, manningarinnar og farmsins trygd ella fyri umhvørvisvernd móti dálking, og
.10 hvussu farast skal fram, tá ið boðast skal einum viðkomandi myndugleika frá einari og hvørjari umhvørvisdálking, ið stendist av virksemi umborð.
101 Áðrenn hann tekur vaktina, skal maskinmeistari, ið loysir av, tryggja sær, at hann frá undanmanni sínum hevur fingið allar upplýsingar, ið nevndar eru omanfyri, og
.1 vera kunnugur við verandi og møguligar tiltaksorkukeldur, hita og ljós, og hvussu hetta verður líknað út á skipið,
.2 vissa sær kunnleika um viðurskifti viðvíkjandi skipsins brennievni, smyrjievni og øllum vatngoymslum og allar hættir at ráða yvir hesum, og
.3 vera fyrireikaður til at tilbúgva skip og maskinútgerð í tann mun, hetta ber til, við atliti at møguligari tilbúgvingar- ella neyðstøðu.
Partur 4-3 - Vaktarhald á deksvakt
102 Vakthavandi navigatørur skal:
.1 fara eftirlitsgongu runt skipið við hóskandi millumbilum,
.2 serstakliga hava eyguni eftir:
.2.1 hvørjum standi landgongd, akkersketa og endar eru í, og hvussu tey eru fest, serstakliga tá sjóvarfallið skiftir, ella tá skipið liggur, har stórur munur er á flóð og fjøru. Um neyðugt skal hann síggja til, at alt hetta verður fingið í rættlag,
.2.2 skipsins djúpd, dýpi undir kjølinum, hvussu skipið er fermt, so sleppast kann undan vandamiklum halli og floti, meðan fermt ella uppskipað verður, ella meðan flyting av farmi ella barlast fer fram,
.2.3 hvussu veður- og sjólíkindi eru,
.2.4 at allar reglur viðvíkjandi trygdartilbúning og eldtrygd verða hildnar,
.2.5 hvussu nógv vatn er í sogum og tangum,
.2.6 hvussu nógv fólk er um borð, og hvar tey eru, serstakliga persónar, sum eru í avsíðis ella í afturlatnum rúmum, og
.2.7 at skipið vísir røtt ljós, og at signaltekin verða givin, um tað er neyðugt,
.3 seta neyðug tiltøk í verk til tess at verja skip, fólk umborð og farm, tá ið illveður er ella stormávaring frættist,
.4 taka øll fyrivarni at forða fyri, at skipið dálkar umhvørvið,
.5 í eini hættisligari støðu, har skipsins trygd er hótt, at geva ávaring, varskógva skipara, seta øll gjørlig tiltøk í verk til tess at forða fyri skipa-, fólka- ella farmaskaða og um neyðugt biðja um hjálp frá myndugleikum í landi ella frá skipum, sum eru í nánd,
.6 vita, hvussu kjølfest skipið er, so at sløkkilið úr landi, um eldur er í, fáa at vita um leið, hvussu nógv vatn kann pumpast um borð uttan at seta skipið í vanda,
.7 bjóða sær til at hjálpa skipum ella persónum, sum eru í neyð,
.8 ansa eftir, at eingin vanlukka ella skaði hendir, tá ið skrúvur fara at mala, og
.9 føra inn allar hendingar, sum týdning hava fyri skipið, í ta røttu skipsdagbókina.
Partur 4-4 - Vaktarhald á maskinvakt
103 Vakthavandi maskinmeistari skal serstakliga hava eyguni eftir:
.1 at tikin verða til eftirtektar øll boð, serligar mannagongdir og reglur viðvíkjandi viðurskiftum, har vandi kann standast av, og at sleppast kann undan vandum á øllum økjum, ið hann hevur ábyrgd av,
.2 vísaratalvum og stýrisskipanum, ansingini av øllum orkuveitingum, lutum og skipanum, sum verða nýttar,
.3 at alt verður gjørt til tess at halda allar dálkingarforskriftir, sum myndugleikarnir á staðnum krevja, og
.4 hvussu út sær í sogunum.
104 Vakthavandi maskinmeistari skal:
.1 geva ávaring, um okkurt hendir, sum hann heldur, vandi kann standast av, og hann skal seta øll gjørlig tiltøk í verk til tess at forða fyri skipa-, fólka- ella farmaskaða,
.2 síggja til, at vakthavandi brúgvayvirmaður hevur nóg mikið av orku, meðan fermt ella uppskipað verður. Eisini skal hann síggja til, at kravdar barlastaskipanir og skipanir, ið tryggja skulu kjølfesti skipsins, eru tøkar hjá brúgvayvirmonnum,
.3 við stuttum millumbilum ganga eftirlitstúrar at staðfesta møguligt ólag ella brek og beinan vegin skipa fyri umvæling av hesum til tess at tryggja skip, lossiarbeiði, havn og havnaumhvørvi,
.4 síggja til, at neyðturvilig trygdartiltøk eru sett í verk innan hansara arbeiðsøki, til tess at forða fyri óhappum ella brekum á skipsins ymisku elektrisku, elektronisku, oljutrýst, trýstluft og mekanisku skipanum,
.5 síggja til, at allar týðandi hendingar viðvíkjandi gongd, stilling ella umvæling av skipsins maskinum verða nøktandi uppskrivaðar.
Partur 4-5 - Vaktarhald í havn á skipum við vandamiklum farmi umborð
Almennar ásetingar
105 Skipari á einum og hvørjum skipi, ið er fermt við vandamiklum farmi, antin hann er sprongkvæmur, eldfimur, eitrandi, heilsuskaðiligur ella umhvørvisdálkandi, skal síggja til, at dygg vakt verður hildin. Á skipum, ið eru fermd við vandamiklum leysafarmi er hetta tryggjað, tá ið ein ella fleiri brúgvayvirmenn við nøktandi førleika og eftir umstøðunum undirmenn, eru umborð og eru tilbúnir. Hetta skal gerast hóast skipið liggur trygt bundið ella trygt til akkers í havn.
106 Á skipum, ið eru fermd við øðrum vandamiklum farmi enn leysafarmi, skal skiparin í fullan mun hava fyrilit fyri slagi av vandamiklum farmi, nøgd, pakking og stúving og fyri møguligum serligum viðurskiftum umborð, í sjónum ella á landi.
*******
Fylgiskjal nr. 2
VEGLEIÐING VIÐVÍKJANDI VAKTARHALDI
(Deild B-VIII í STCW-reglunum)
Deild B-VIII
Vegleiðing viðvíkjandi skikkan til tænastu
Fyribyrging av møði.
1 Frávik frá hvíldarreglunum kunnu gerast, tá “átrokandi rakstrarviðurskifti” so sum serliga týðandi skipsarbeiði, ið av trygdar- ella umhvørvisávum ikka kann bíða, ella viðurskifti, sum ikki líkindi vóru til at vænta, tá ið ferðin byrjaði.
2 Hóast eingin alment góðkend tøknilig allýsing er av “møði”, eigur ein og hvør, ið fæst við atgerðir umborð á skipum, at varnast tey viðurskifti, ið kunnu elva til møði, íroknað, men ikki avmarkað til, tey, ið ásett eru av IMO, og skal hetta takast til eftirtektar, tá ið avgerðir verða tiknar um atgerðir umborð á skipum.
3 Tá ið ásetingarnar um hvíld skulu lúkast, skal atlit havast at hesum viðurskiftum:
.1 fyriskipanir til at forða møði skulu tryggja, at ikki arbeitt verður ovurhonds nógvar tímar. Serliga eigur minsta hvílitíð ikki at skiljast soleiðis, at allir aðrir tímar kunnu brúkast til vaktargongu ella aðrar skyldur.
.2 títtleikin og longdin á tíðarskeiðum heima og mótroknað frítíð eru týðandi tættir at forða fyri, at menn lúgvast.
Deild B-VIII/2
Vegleiðing viðvíkjandi vaktarhaldstiltøkum og stevnumið, ið havast skulu í huga
1 Eftirfylgjandi atgerðarvegleiðing eigur at havast í huga hjá reiðarum, skiparum og vakthavandi brúgvayvirmonnum og maskinmeistarum.
Partur 1 - Vegleiðing viðvíkjandi sjóvinnubrøvum
(Ongar ásetingar)
Partur 2 - Vegleiðing viðvíkjandi tilrættislegging av sigling
(Ongar ásetingar)
Partur 3 - Vegleiðing viðvíkjandi vaktarhaldi til havs
(Ongar ásetingar)
Partur 3-1 - Vegleiðing viðvíkjandi vaktarhaldi á brúgv
Innførsla
2 Serlig vegleiðing kann vera neyðug fyri serskip eins og fyri skip, ið sigla við vandamiklum, eitrandi ella eldfimum farmi. Eftir umstøðunum skal skiparin greiða frá arbeiðsmannagongdini.
3 Tað hevur stóran týdning, at vakthavandi brúgvayvirmenn gera sær greitt, at dygg leiðsla er neyðug til tess at tryggja mannalív og ognir á sjónum og til at sleppa undan at dálka havumhvørvið.
Leiðsla av brúgvavakt
4 Reiðarí eiga at senda út vegleiðing um dygga brúgvamannagongd og eggja til at nýta minnislistar, ið hóska til tað einstaka skipið við atliti at altjóða reglugerðum og vegleiðingum í egnum landi.
5 Reiðarí eiga eisini at senda skiparum og brúgvayvirmonnum á øllum skipum sínum leiðbeining um, hvussu neyðugt tað er alla tíðina at endurskoða samanseting og uppgávur brúgvavaktarinnar við atliti at grundreglunum um vaktarhald, soleiðis at:
.1 nóg nógvir skikkaðir persónar eru á vakt til tess at tryggja, at allar uppgávur kunnu fremjast á dyggan hátt,
.2 øll, ið luttaka í brúgvavaktini, eiga at vera nøktandi skikkað og før fyri at gera sínar skyldur á góðan og munadyggan hátt. Í øðrum lagi skal vakthavandi brúgvayvirmaður hava í huga eina og hvørja avmarking í førleika ella skikkan hins einstaka, tá ið avgerðir verða tiknar viðvíkjandi sigling ella atgerðum,
.3 skyldur eiga at verða álagdar tann einstaka á ein greiðan hátt, ið ikki kann misskiljast, og viðkomandi skal vátta, at hann skilir sína ábyrgd,
.4 uppgávur skulu loysast samsvarandi einari greiðari raðskipan,
.5 ikki eiga at verða álagdar nøkrum luttakara á brúgvavakt fleiri skyldur ella torførari uppgávur enn tær, ið fremjast kunnu á dyggan hátt,
.6 einstaklingar skulu altíð setast í størv, har teir á besta og dyggasta hátt kunnu gera sínar skyldur, og eiga at verða fluttir í annað starv, um umstøðurnar krevja tað,
.7 persónar á brúgvavakt eiga ikki at fáa aðrar skyldur, uppgávur ella arbeiðsstað, fyrr enn vakthavandi brúgvayvirmaður hevur vissað seg um, at broytingin kann fremjast á dyggan og munandi hátt,
.8 tól og útgerð, ið mett verður neyðug til dygga fremjan av skyldunum eigur at vera til taks hjá viðkomandi luttakarum á brúgvavaktini,
.9 samskifti millum luttakarar á brúgvavaktini skal vera greitt, beinleiðis, eftirfarandi og av týdningi fyri arbeiðið,
.10 óneyðugt virksemi og órógv eigur at sleppast undan, doyvast ella burturbeinast,
.11 øll brúgvaútgerð eigur at virka til lítar, og um so ikki er, eigur vakthavandi brúgvayvirmaður at hava fyrilit fyri einum og hvørjum verandi breki í virkishátti, tá ið atgerðarligar avgerðir verða tiknar,
.12 allar neyðugar upplýsingar eiga at verða savnaðar, viðgjørdar og tulkaðar og at gerast lætt atkomuligar hjá teimum, ið tørva tær til tess at fremja sínar skyldur,
.13 óneyðugur útbúnaður eigur ikki at setast á brúgv ella nøkrum arbeiðisstaði, og
.14 luttakarar á brúgvavakt eiga altíð at vera til reiðar at fara til verka á munadyggan hátt, tá ið broytingar henda í verandi viðurskiftum.
Partur 3-2 - Vegleiðing viðvíkjandi vaktarhaldi í maskinrúmi
6 Serlig vegleiðing kann vera neyðug fyri serlig sløg av framtøkuskipanum ella hjálparskipanum og fyri skip, ið sigla við vandamiklum, eitrandi ella eldfimum farmi ella øðrum serligum farmi. Eftir umstøðunum skal maskinstjórin greiða gjølla frá arbeiðsmannagongdini.
7 Tað hevur stóran týdning, at vakthavandi maskinmeistarar gera sær greitt, at ein dygg fremjan av teirra skyldum er neyðug til tess at tryggja mannalív og ognir á sjónum og til at sleppa undan at dálka havumhvørvið.
8 Áðrenn hann yvirtekur maskinvaktina eigur maskinmeistari, ið loysir av,
.1 at vita, hvar tann trygdarútbúnaður er, sum verður nýttur í vandamiklum og eitrandi umhvørvi. Hann skal eisini duga at nýta henda útbúnað,
.2 vissa seg um, at útgerð til at veita fyrstuhjálp í vandastøðum er tøk, serliga tann, ið krevst til viðgerð av brenniskaðum og skáldingum, og
.3 tá ið skipið er í havn, trygt til akkers ella bundið at hava í huga:
.3.1 virksemi í sambandi við farmin, hvørji viðlíkahalds- og umvælingararbeiði verða gjørd og øll onnur arbeiði, ið ávirka vaktina, og
.3.2 hjálpimaskinur, sum verða nýttar til veitingar í ferðafólka- ella manningarrúmum, farmaatgerðir, vatnveitingar atgerðir og útstoytsskipanir.
Partur 3-3 Vegleiðing um radiovakt
Alment
9 Í radioreglugerðini er m. a. ásett, at allar radiostøðir skulu hava radioloyvi, at skiparin ella annar persónur, ið hevur ábyrgd av skipinum, hevur evstu ábyrgd av hesum, og at hon bert kann nýtast undir eftirliti av persóni við nøktandi førleika.
Radioreglugerðin ásetir harafturat, at neyðarkall bert kann sendast eftir boðum frá skipara ella øðrum persóni, ið hevur ábyrgd av skipinum.
10 Skiparin skal síggja til, at øll manning, ið hevur fingið ábyrgd av at senda út neyðarkall, hevur fingið upplæring, kunnleika og førleika at passa alla radioútgerð umborð. Hetta skal skrivast í skipsdagbókina ella radiodagbókina.
Vaktarhald
11 Aftrat krøvunum um radiovaktarhald eigur skiparin á einum og hvørjum havfarandi skipi at vissa seg um, at:
.1 radiostøð skipsins er nøktandi mannað við atliti at vanligum samskifti, serliga almennum sambandi, við fyriliti fyri teimum avmarkingum, ið radiotagnarskyldan áleggur teimum, ið hava lógarheimild at passa radioútgerðina, og
.2 radioútgerðin umborð og tiltaks orkukeldan, har ein sovorðin er, verður hildin í nøktandi rakstrardyggum standi.
12 Neyðug upplæring og upplýsing um nýtslu av radioútgerðini og um mannagongdir til neyð- og trygdarendamál skal regluliga gevast allari viðkomandi manning av tí persóni, ið sambært neyðskipanini er settur til at hava høvuðsábyrgd av radiosamskifti í vandastøðum. Hetta eigur at verða skrivað í radiodagbókina.
13 Skiparin á einum og hvørjum skipi, ið ikki er undirgivið SOLAS sáttmálanum, eigur at krevja, at nøktandi radiovakt verður hildin, soleiðis sum fyrisitingin hevur ásett, við atliti at radioreglugerðini.
Mannagongdir
14 Áðrenn fráferð eigur tann radiopassari, ið settur er til at hava høvuðsábyrgd av radiosamskifti í vandastøðum at vissa seg um, at:
.1 øll neyð- og trygdarútgerð og tiltaks orkukeldan eru í nøktandi rakstrardyggum standi, og at hetta er skrivað í radiodagbókina,
.2 øll skjøl, ið krevjast sambært altjóða sáttmálum, boð til skiparadiostøðir og onnur skjøl, ið umsitingin krevur, eru tøk og rættað við seinastu ískoytum, og at skiparin verður kunnaður, um eitthvørt vantar,
.3 radioklokkan er beint stillað sambært fyrisettum tíðarsignalum,
.4 antennur standa á røttum stað, eru óskaddar og fullgott íbundnar, og
.5 at regluligar veðurvánir og siglingarávaringar fyri leiðina, har siglt verður og eftir fyrispurningi frá skipara eisini fyri aðrar leiðir, eru dagførdar, og at slíkar fráboðanir verða givnar skiparanum.
15 Við fráferð og upplating av støðini eigur radiopassarin at:
.1 lurta á viðkomandi neyðfrekvensum, so hann frættir um eina møguliga neyðstøðu, og
.2 senda samskiftisfráboðan (navn, knøttstøðu og ætlingarstað v. m.) til strandastøðina á leiðini og eina og hvørja aðra viðkomandi strandastøð, haðani samskifti kann væntast.
16 Tá ið støðin er opin, eigur radiopassarin at:
.1 eftirkanna klokkuna í radiorúminum samsvarandi fyrisettum tíðarsignalum í minsta lagi eina ferð hvørt samdøgur,
.2 senda samskiftisfrágreiðing, tá skipið kemur í ella fer úr arbeiðisøki hjá strandastøð, haðani samskifti kann væntast, og
.3 senda frágreiðingar til skipasambandskervi samsvarandi skiparans leiðbeiningum.
17 Til sjós skal tann radiopassari, ið hevur høvuðsábyrgd av radiosamskiftinum í vandastøðum vissa seg um rakstrardyggleika á:
.1 “digital selective calling” (DSC) neyð- og trygdarradioútgerð við at gera royndarkall í minsta lagi eina ferð um vikuna, og
.2 neyð- og trygdarradioútgerð við at gera royndarkall í minsta lagi eina ferð um dagin, men uttan at senda nakað signal.
Úrslitið av hesum royndum eigur at skrivast í radiodagbókina.
18 Tann radiopassari, ið tekur sær av vanligum samskifti, eigur at vissa seg um, at munadygg vakt verður hildin á teimum frekvensum, haðani samskifti kann væntast við atliti at knøttstøðu skipsins í mun til strandastøðir og strandjarðarstøðir. Í samskifti eigur radiopassarin at fylgja viðkomandi ITU-leiðbeiningum.
19 Tá ið komið verður í havn, og støðin verður sløkt, skal tann radiopassari, ið hevur vakt, boða strandastøðini á staðnum og øðrum strandastøðum, ið samband hevur verið við, frá um komu skipsins í havn, og at støðin verður sløkt.
20 Tá ið støðin verður sløkt, skal tann radiopassari, ið hevur høvuðsábyrgd av radiosamskifti í vandastøðum:
.1 tryggja, at sendiantennan er bundin í jørð, og
.2 kanna eftir, um tiltaksorkukeldan er nøktandi lødd.
Neyðsamskifti og mannagongd
21 Neyðávaringar ella neyðarkall hava avgjørdan forgongurætt fram um allar aðrar sendingar. Allar støðir, ið fáa slík signal, skulu sambært radioreglugerðini beinan vegin gevast við øllum sendingum, ið kunnu órógva neyðsamskiftið.
22 Í sambandi við vandastøðu viðvíkjandi egnum skipi, skal tann radiopassari, ið hevur høvuðsábyrgd av radiosamskifti í vandastøðum, beinan vegin taka yvir ábyrgdina av, at mannagongdirnar í radioreglugerðini og í viðkomandi ITU-R leiðbeiningum verða fylgdar.
23 Tá ið neyðarkall verður móttikið:
.1 eigur vakthavandi radiopassari at boða skiparanum frá, og um tað er viðkomandi, eisini tí radiopassara, ið hevur høvuðsábyrgd av radiosamskifti í vandastøðum, og
.2 tann radiopassari, ið hevur høvuðsábyrgd av radiosamskifti í vandastøðum, eigur at meta um støðuna, og beinan vegin síggja til, at mannagongdirnar í radioreglugerðini og í viðkomandi ITU-R leiðbeiningum verða fylgdar.
Snarfráboðanir
24 Í samband við snarsamskifti viðvíkjandi egnum skipi eigur tann radiopassari, ið hevur høvuðsábyrgd av radiosamskifti í vandastøðum, beinan vegin at taka yvir ábyrgdina av, at mannagongdirnar í radioreglugerðini og í viðkomandi ITU-R leiðbeiningum verða fylgdar.
25 Í samskifti viðvíkjandi læknaráðum yvir radio eigur tann radiopassari, ið hevur høvuðsábyrgd av radiosamskifti í vandastøðum at fylgja mannagongdunum í radioreglugerðini og at halda seg til leiðbeiningarnar, ið útgivnar eru í viðkomandi altjóða skjølum (sí § 14.2) ella teim leiðbeiningum, sum tann ella teir, ið veita fylgisveinatænastu, hava givið.
26 Tá ið samskifti er í sambandi við sjúkraflutning sum lýst í 1. fylgiskjali til protokollina viðvíkjandi verju av ofrum av altjóða krígsatgerðum (protokol 1), ið hoyrir til Genevesáttmálan frá 12. august 1949, eigur tann radiopassari, ið hevur høvuðsábyrgd av radiosamskifti í vandastøðum, at fylgja mannagongdunum í radioreglugerðini.
27 Tá ið snarboð verður móttikið, eigur vakthavandi radiopassari at varskógva skiparan, og um tað er viðkomandi, eisini tann radiopassara, ið hevur høvuðsábyrgd av radiosamskifti í vandastøðum.
Trygdarsamskifti
28 Tá ið trygdarfráboðan skal sendast, eiga skiparin og vakthavandi radiopassari at fylgja mannagongdunum í radioreglugerðini.
29 Tá ið trygdarfráboðan verður móttikin, eigur vakthavandi radiopassari at gáa um innihaldið og gera samsvarandi leiðbeiningum skiparans.
30 Samskifti millum brúgvar eigur at fara fram á VHF kanal 13. Samskifti millum brúgvar er lýst í radioreglugerðini sum “Intership Navigation Safety Communications”.
Radiouppskriving
31 Ískoytisuppskrivingar í radiodagbókina eiga at gerast samsvarandi §§ 10, 12, 14, 17 og 33.
32 Ikki loyvdar sendingar og skaðiligar ónáðir eiga at staðfestast, í tann mun tilber skrivast í radiodagbókina og samsvarandi radioreglugerðini eigur umsitingin at verða kunnað um hetta saman við einum viðkomandi broti úr radiodagbókini.
Viðlíkahald av akkumulatorum
33 Battaríir, ið eru orkukelda hjá ymsum pørtum av radioútbúnaðinum, íroknað battaríir í sambandi við støðugar orkukeldur, hoyra undir ábyrgdarøkið hjá tí radiopassara, ið hevur høvuðsábyrgd av radiosamskifti í vandastøðum, og eiga at:
.1 eftirhyggjast dagliga meðan avløtt og uppløtt verður og um neyðugt at verða lødd full,
.2 kannast eina ferð um vikuna við flótivekt um til ber, ella har flótivekt ikki kann nýtast, við hóskandi løðikanning, og
.3 kanna akkumolatorarnar og íbindingarnar eina ferð um mánaðin av trygdarávum. Rúmið ella rúmini, har akkumulatorarnir standa, skulu eisini kannast.
Úrslitið av sovornum eftirliti eigur at skrivast í radiodagbókina.
Partur 4 - Vegleiðing um vaktarhald í havn
(Ongar ásetingar)
Partur 5 - Vegleiðing um fyribyrging av evnis- og alkoholmisnýtslu
34 Evnis- og alkoholmisnýtsla ávirkar beinleiðis skikkan og førleika sjófólksins at gera vaktarhaldsskyldur. Sjófólk, ið eru ávirkað av evnum ella alkoholi, eiga ikki at sleppa at hava vaktarhald, fyrr enn førleiki teirra er í lagi aftur.
1) Minking av vatndýpi undir skipi, og sum hendir, tá silgt verður, har grunt er. Hetta kemst partvís av, at skipið sum heild fær størri djúpd og lutvíst av broyttum floti. Hetta árin økist á grunnum vatni og minkar, tekur tú frá og siglir hóvligari.