Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. mai 2021Nr. 90
Kunngerð um fría heimferð við uppihaldi og um fíggjarliga trygd
Við heimild í § 68, § 70, § 71 a, stk. 4 og 5 og § 71 c, í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 133 frá 20. desember 2016 verður ásett:
Øki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri starvssett umborð á skipi, sbrt. § 1, stk. 1 og § 47 í løgtingslógini, uttan mun til nýtsluna av skipinum, tó undantikið á stuttleikaførum.
Stk. 2. Er ivi um, hvørt viðkomandi er fevndur av kunngerðini, tekur Sjóvinnustýrið avgerð í málinum, tá ið málið hevur verið til ummælis hjá viðkomandi feløgum fyri reiðarar og starvssett.
Rætturin til fría heimferð
§ 2. Rætturin til fría heimferð fevnir um:
1) Ferð frá staðnum, har starvssetti er staddur, tá ið rætturin til fría ferð fær gildi, og til atkomustaðið.
2) Vistarhald á sjálvari ferðini, í sambandi við uppihald á fráfaringarstaðnum, meðan bíðað verður eftir, at ferðin kann fáast í lag, og inntil komið verður til atkomustaðið. Vistarhald verður veitt við fyriliti fyri livikostnaðinum á viðkomandi staði.
3) Flutning av persónligum ognarlutum við samlaðari vekt upp á í mesta lagi 30 kg, tó ikki flutning av øðrum ognarlutum, ið eru ognaðir á ferðini.
§ 3. Ferðin skal leggjast til rættis soleiðis, at hon verður framd skjótast gjørligt. Vanligur ferðaháttur á heimferðini eigur at vera við flogfari og annars við einum og hvørjum almennum flutningsfari. Til ber at avtala annan serligan ferðahátt. Tá ið ferðin verður løgd til rættis, skulu fyrilit vera fyri ynskjum og heilsustøðu hjá starvssetta og fyri útreiðslunum.
§ 4. Tá starvssetti fer av skipinum, og heimferðin er til Føroya sbrt. § 8 í løgtingslógini, má kravið um heimferð verða sett fram samstundis, sum tann starvssetti sigur upp ella biður um at verða loystur úr starvi.
§ 5. Starvssetti kann siga frá sær rættin til fría heimferð. Hetta er tó ikki galdandi fyri ferðina til heimstaðin ella mynstringarstaðið í sambandi við røkt, sum er ein avleiðing av sjúku ella skaða. Um starvssetti hevur sagt frá sær rættin til fría heimferð, kann starvssetti ikki krevja endurgjald ístaðin.
§ 6. Útreiðslur til heimferð ber reiðarin ella arbeiðsgevarin, tá ið tann starvssetti fer frá:
1) uttanfyri heimlandið aftaná uppsøgn reiðarans ella aftaná, at tíðaravmarkað starvsavtala er endað,
2) orsakað av, at reiðarin er farin á húsagang,
3) orsakað av, at reiðarin ikki á lógligan hátt hevur sagt viðkomandi úr starvi,
4) í sambandi við uppsøgn ella egna fráfaring, sbrt. §§ 11-14 í løgtingslógini,
5) orsakað av sjúku ella skaða, ið er ella kann vera orsøkin til, at viðkomandi gavst í starvinum, ella
6) í sambandi við, at starvið heldur uppat orsakað av skipbroti.
Stk. 2. Fyri starvssett við bústaði í Føroyum endurrindar landið helvtina av útreiðslunum til heimferð við uppihaldi, tá ið starvssetti fer úr starvi aftaná tænastu í longri tíð sbrt. § 8, stk. 1 í løgtingslógini.
Stk. 3. Í teimum førum, har arbeiðsgevarin er ein annar enn reiðarin, áliggur skyldan at bera ferðaútreiðslurnar somuleiðis arbeiðsgevaranum.
Stk. 4. Um reiðarin ella arbeiðsgevarin ikki halda sínar skyldur, skal tann, ið er komin í reiðarans ella arbeiðsgevarans stað, fyribils bera ferðaútreiðslurnar, sbr. tó § 9.
§ 7. Starvssetti hevur ikki rætt til røkt ella fría heimferð, um viðkomandi svikafult hevur dult sjúkuna ella løstin við setanina. Sama er, um viðkomandi eftir setanina við vilja ella av grovum ósketni verður skaddur ella sjúkur.
Stk. 2. Starvssetti ber harafturat útreiðslur í sambandi við heimferðina aftaná, at freistirnar upp á ávikavist 16 ella 2 vikur, í § 30, stk. 2, sbr. § 35 í løgtingslógini, eru farnar.
§ 8. Fyri starvssett við bústaði í Føroyum rindar landið útreiðslurnar til heimferðina og til bústaðin í Føroyum, um talan er um sjúku sambært § 30, stk. 5 í løgtingslógini, ið hevur verið ella kann hava verið orsøk til, at starvið heldur uppat.
§ 9. Í teimum førum, har ein annar enn tey, sum sambært § 6, stk. 1-3 og § 8 skal bera ferðaútreiðslurnar, fyriskipa ferðina eftir reglunum í §§ 2, 3 og 5, skal viðkomandi taka atlit til vanliga góða fíggjarstýring.
Stk. 2. Í teimum førum, ið eru nevnd í stk. 1, skal tann, ið fyribils hevur goldið útreiðslurnar, tryggja sær neyðug skjalprógv at nýta í sambandi við endurgjaldskravið.
Fíggjarlig trygd
§ 10. Fyri heimferðarútreiðslur hjá starvssetta, ið reiðarin ella arbeiðsgevarin, um hann er ein annar enn reiðarin, hevur skyldu til at bera, skal hesin veita eina fíggjarliga trygd.
Stk. 2. Fíggjarliga trygdin skal verða sett av einum tryggingarfelagi, t.d. einum P&I-felagi.
Stk. 3. Reiðarin, ella arbeiðsgevarin, um hann er ein annar enn reiðarin, hevur skyldu at senda Sjóvinnustýrinum tryggingarskjalið, ið verður skrásett hjá Sjóvinnustýrinum. Sjóvinnnustýrið skal hava fráboðan um broytingar í tryggingartreytunum og skal hava eitt nýtt dagført tryggingarskjal, áðrenn nýggju treytirnar koma í gildi.
Stk. 4. Stk. 1-3 er ikki galdandi fyri fiskiskip.
Revsing
§ 11. Brot á §§ 6 og 10 verður revsað við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 3. Tá revsing verður áløgd eftir stk. 2, verða persónar, ið onnur enn reiðarin hava sett at gera arbeiði umborð á skipinum, eisini at meta sum knýttir at reiðaranum. Er samsvarsskjal útflýggjað til eitt annað felag ella persón, sambært koduni um tryggan skiparakstur ella loyvisbræv sambært ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki, MLC ella ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum, verða skiparin og sjófólkini eisini at meta sum knýtt at honum, sum skjalið er útflýggjað til.
Gildiskoma
§ 12. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 112 frá 21. august 2013 um fría ferð við uppihaldi og um fíggjarliga trygd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 27. mai 2021
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)