Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. august 2024Nr. 90
Kunngerð um uppihaldsrúm o.a. umborð á fiskiskipum
Við heimild í § 7, stk. 2, § 8, § 10, stk. 1, § 15, stk. 2 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 61 frá 17 mai. 2013, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri nýggj fiskiskip við eini longd L1 á 15 metrar ella longri og við dekki, samanber § 2, nr. 3.
Stk. 2. Reiðarí kunnu brúka hesa kunngerð fyri verandi fiskiskip sambært § 2, nr. 4, ístaðin fyri tær ásetingar, ið eru galdandi fyri teirra skip, tá ið henda kunngerð kemur í gildi.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) Sjófólk: Sjófólk, umframt skipari, sum eru fevnd av §§ 1 og 47 í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki.
2) Fiskiskip: Eitt skip, sum verður nýtt til vinnuliga veiðu eftir fiski, hvali, kópi, roysningi, skeljadjórum ella øðrum livandi tilfeingi úr sjónum, undir hesum eisini skip, sum eru útgjørd sum fiskiskip og kunnu hagreiða veiðu.
3) Nýtt fiskiskip: Eitt fiskiskip, har:
a) sáttmáli um bygging ella størri umbygging er gjørdur sama dag ella eftir, at hendan kunngerð er komin í gildi,
b) sáttmáli um bygging ella størri umbygging er gjørdur, áðrenn hendan kunngerð er komin í gildi, og sum verður latin eigarunum trý ár ella meira eftir gildiskomuna, ella
c) um so er, at sáttmálin um bygging ikki er gjørdur, tá ið hendan kunngerð kemur í gildi, men kjølurin er lagdur; ella byggingin, sum kann eyðmerkja eitt ávíst far, er byrjað; ella samlingin er byrjað, ið fevnir um minst 50 tons ella 1% av samlaðu mettu skrokkvektini, um síðstnevnda er minni.
4) Verandi fiskiskip: Eitt fiskiskip, sum ikki er eitt nýtt fiskiskip.
5) Longdin (L): Verður roknað sum 96% av samlaðu longdini á fríborði við 85% av minstu dýpd (moulded) mált frá kjøllinjuni ella sum longdin frá framendanum av stevninum til ásin av róðurstokkinum roknað á áðurnevnda fríborði, um tann longdin er tann størsta. Á skipum við kjølfalli skal fríborðið, sum longdin verður mátað á, vera javnfjar við konstruktiónsfríborðið.
6) Longdin L1: longdin mátað frá forkanti á húð, har hon sker yvirkant á dekki á framstevni, til afturkant á húð, har hon sker yvirkant á dekki í afturstavn. Á opnum bátum verður longdin mátað á ovara kanti á stokkinum.
7) Uppihaldsrúm: Kømur, messa, vesi, sjúkrastova, frítíðarrúm, skrivstovur o.a. til sjófólk.
Frávik o.a.
§ 3. Sjóvinnustýrið kann, aftaná málið hevur verið til ummælis hjá viðkomandi feløgum fyri reiðarar og sjófólk, loyva frávikum fyri fiskiskip, hvørs vanligu túrar eru styttri enn 24 tímar, og har sjófólkið ikki býr umborð, tá ið skipið liggur í havn. Frávikið er treytað av, at sjófólkini hava hóskandi umstøður til hvíld, kost og reinførislig endamál.
Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann, aftaná málið hevur verið til ummælis hjá viðkomandi feløgum fyri reiðarar og sjófólk, loyva undantøkum frá ásetingunum í hesi kunngerð til at taka fyrilit til áhugamál hjá sjófólkum við ymiskum sermerktum átrúnaðarligum og samfelagsligum siðvenjum. Frávikið er treytað av, at slík undantøk ikki hava verri kor við sær enn tey, sum kunngerðin ásetur.
Loftshædd
§ 4. Hóskandi loftshædd skal vera í øllum uppihaldsrúmum.
Stk. 2. Minsta loftshædd í øllum uppihaldsrúmum, har fult rásarúm er neyðugt, skal ikki vera minni enn 200 cm.
Op til og millum uppihaldsrúm
§ 5. Tað mugu ikki vera beinleiðis op til kømur frá lastarúmi og maskinrúmi ella frá kabússu, goymslurúmi, turkirúmi, vaskirúmi, felags baðirúmi og vesirúmi, lagurrúmi, rúmi, har máling verður goymd ella líknandi rúmi. Tann parturin av skotti, sum skilur hesi øki frá kømrunum og útvend skott, skulu vera gjørd úr stáli ella øðrum góðkendum tilfari og vera vatntætt og gasstætt.
Stk. 2. Felags vesirúm, sum er til fleiri enn tveir persónar, skulu vera sundurskild frá kømrum.
Bjálving
§ 6. Uppihaldsrúm skulu vera so væl bjálvað, at kondensur ella ovurhiting ikki koma fyri.
Stk. 2. Skott, panel, plátur, gólv og samankomingar skulu vera úr tilfari, sum eru egnaði til endamálið og kunnu vera við til at tryggja eitt heilsugott umhvørvi.
Øki plágað av moyggjabitum
§ 7. Á skipum, sum javnan sigla í økjum, sum eru plágað av moyggjabitum, skal skipast soleiðis fyri, at uppihaldsrúmini eru vard móti innrás av moyggjabitum og øðrum smákyktum.
Stk. 2. Skip, sum hava góðkenda luftskiftisskipan, verða mett at lúka kravið í stk. 1.
Útlufting og hiting
§ 8. Uppihaldsrúm skulu vera nóg væl útluftað, og luftskiftisskipanin skal støðugt geva fríska og góða luft, meðan sjófólkið er umborð.
Stk. 2. Øll rúm, sum verða nýtt til vesi, matgerð, sjúkraviðgerð, vaskihentleikar ella líknandi, skulu hava útlufting fyri seg, soleiðis at smitta, ringur luktur ella luft ikki spjaðir seg.
Stk. 3. Tað skal vera møguligt at hita skipið upp, undantikin fiskiskip, ið einans sigla í tropiskum veðurlagi.
Stk. 4. Á fiskiskipum við eini longd (L) á 24 metrar ella longri, skal vera møguligt at hita skipið við egnari hitaskipan. Tó er hetta ikki galdandi fyri fiskiskip, sum einans sigla í tropiskum veðurlagi. Hitaskipanin skal eftir tørvi kunna veita hita til allar umstøður og skal vera í gongd, tá ið sjófólk búleikast ella arbeiða umborð.
Stk. 5. Á fiskiskipum við eini longd (L) á 24 metrar ella longri, tó undantikið fiskiskip, sum regluliga sigla í økjum við miðalheitum veðurlagi, skal luftskiftisskipan vera umborð.
Stk. 6. Luftskiftisskipanin skal hava hóskandi filtur við luftinntakið og vera innrættað til serligu viðurskiftini, ið rakstur til sjós krevur, umframt at luftskiftisskipanin ikki má ikki elva til plágandi larm ella ristingar.
Stk. 7. Fyri at luftgóðskan altíð er góð, skal luftskiftisskipanin kunna stillast og vera sniðgivin og dimensjonerað sambært altjóða, føroyskum ella donskum standardi. Inniluftin skal vera støðugt nøktandi, óansæð veður og veðurlag, umframt at verja ikki-roykjarar móti tubbaksroyki.
§ 9. Á fiskiskipum, sum við eini longd (L) á 24 metrar ella longri, sbr. tó § 8, stk. 2, skal luftskiftisskipan vera á brúnni, í radiorúminum og sentraliseraðum maskinkontrolrúmum.
Ljósviðurskifti
§ 10. Øll uppihaldsrúm skulu hava hóskandi ljós.
Stk. 2. Har tað er møguligt, skal dagsljós upplýsa uppihaldsrúmið umframt elektrisk ljós. Tað skal tó vera møguligt at myrkaleggja kømur.
Stk. 3. El-ljós skulu verða sett upp soleiðis, at sjófólkini, sum brúka rúmið, fáa best burturúr teimum.
Stk. 4. Í kømrum skal vera ein lesilampa við avbrótara við hvørja koyggju.
§ 11. Til at lúka krøv um gott ljós kann ein altjóða, føroyskur ella danskur góðkendur standardur verða nýttur.
Serlig viðurskifti viðvíkjandi kømrum
§ 12. Ásetingar í kapitli 5 verða bert nýttar, tá ið krav er um kamar umborð á fiskiskipum.
Staðseting av kømrum
§ 13. Í tann mun konstruktiónin á skipinum loyvir tí, skulu kømur vera staðsett, har minst rørsla og ferðøking merkist.
§ 14. Kømur mugu ongantíð vera staðsett framman fyri kollisjónskottið.
Stødd av kømrum
§ 15. Kømur skulu hava eina hóskandi stødd og verða útgjørd við hóskandi hentleikum, og tað skal vera lætt at gera reint í rúminum.
Gólvvídd í kømrum
§ 16. Gólvvídd til hvønn persón í kømrum skal, umframt koyggjupláss og skápspláss, í minsta lagi vera:
1) Á fiskiskipum við eini longd (L) styttri enn 24 metrar: 0,75 m2.
2) Á fiskiskipum við eini longd (L) á 24 metrar ella longri, men undir 45 metrar: 1,5 m2.
3) Á fiskiskipum við eini longd (L) á 45 metrar ella longri: 2,0 m2.
Tal av kømrum
§ 17. Á fiskiskipum, sum eru fevnd av hesi kunngerð, skulu skipari og yvirmenn skipsins hava egið kamar.
Stk. 2. Á fiskiskipum við eini longd (L) styttri enn 45 metrar skulu ikki fleiri enn 4 persónar vera í hvørjum kamari.
Stk. 3. Á fiskiskipum við eini longd (L) á 45 metrar ella longri, skulu ikki fleiri enn tveir persónar vera í hvørjum kamari.
§ 18. Um krøvini sýnast órímilig ella ómøgulig at lúka í mun til stødd ella slag av fiskiskipi ella ætlaða nýtslu av fiskiskipinum, kann Sjóvinnustýrið í serligum førum geva undantaksloyvi frá krøvunum í § 17, stk. 1.
Stk. 2. Við somu treytum sum nevndar í stk. 1, kann Sjóvinnustýrið geva undantak frá krøvunum í § 17, stk. 2 fyri fiskiskip við eini longd (L) á 24 metrar ella longri.
§ 19. Á einum týðiligum staði í rúminum skal vísast til, hvussu nógvar persónar, rúmið er ætlað til. Hendan áskrift skal vera løtt at lesa og skal ikki kunna takast burtur.
Koyggjustødd
§ 20. Sjófólkini skulu hava eina koyggju í part.
Stk. 2. Madrassur skulu vera úr hóskandi tilfari.
Stk. 3. Á fiskiskipum við eini longd (L) á 24 metrar ella longri, skal minstamát innan á koyggjunum vera 198x80 cm.
Stk. 4. Á fiskiskipum við eini longd (L) styttri enn 24 metrar, skal minstamát innan á koyggjunum vera 198x58 cm.
Stk. 5. Koyggjurnar skulu ikki vera síð um síð.
Stk. 6. Tað mugu ikki vera fleiri enn tvær koyggjur yvir hvørji aðrari. Tað skal vera hóskandi glopp millum koyggjurnar, botn og gólv á niðastu koyggju og botn og loft á ovastu koyggju.
Innrætting av kømrum
§ 21. Kømur skulu verða innrættaði soleiðis, at tey eru høglig hjá sjófólki og løtt at halda.
Stk. 2. Millum annað skal sjófólkið hava eitt skáp í part, sum er nóg stórt til klæði og aðrar persónligar lutir, og eitt hóskandi skriviundirlag.
Stk. 3. Á fiskiskipum, sum eru fevnd av hesi kunngerð, skal harafturat vera eitt borð ella skriviborð og hóskandi tal av sitiplássum. Tað skal í minsta lagi vera eitt sitipláss fyri hvønn persón, kamarið er ætlað til. Klædnaskáp skulu harafturat kunna læsast og vera nóg stór til klæðir og aðrar persónligar lutir.
§ 22. Kømur skulu innrættast og staðsetast soleiðis, at privatlívið hjá sjófólki í mestan mun verður vart.
Serlig viðurskifti viðvíkjandi messuni
§ 23. Messan skal staðsetast so tætt sum møguligt við kabússuna og má ongantíð vera staðsett framman fyri kollissjónskottið.
Stk. 2. Á fiskiskipum, sum eru fevnd av hesi kunngerð, skal messan vera burtur frá kømrunum.
§ 24. Messurnar skulu hava eina hóskandi stødd, hentleikar, vera hóskandi møblerað og vera útgjørd, við atliti til arbeiðið á fiskiskipum, og til hvussu nógv sjófólk til eina og hvørja tíð fara at brúka tær.
§ 25. Á fiskiskipum við eini longd (L) á 15 metrar ella longri, skal atgongd vera til køliskáp, sum er nóg stórt til talið av sjófólki.
Stk. 2. Tað skal altíð vera møguligt at fáa leskidrykkir, undir hesum møguleiki fyri at fáa heitar drykkir og møguleiki fyri at fáa kalt drekkivatn.
Serlig viðurskifti viðvíkjandi reinførishentleikum
§ 26. Øll sjófólk umborð skulu hava lætta atgongd til reinførishentleikar, sum lúka minstu krøv til heilsu og reinføri, og eitt rímiligt vælverustøði.
§ 27. Reinførishentleikarnir skulu so vítt gjørligt tryggja privatlívið hjá sjófólkinum.
§ 28. Reinførishentleikar skulu vera innrættaðir soleiðis, at onnur rúm ikki verða dálkað.
§ 29. Frískt, heitt og kalt rennandi feskt vatn skal vera til taks við øll vaskistøð og í mongdum, sum tryggja reinførið hjá øllum umborð.
§ 30. Allir flatar í reinførisrúmum skulu vera gjørdir soleiðis, at teir eru lættir at gera reint.
Stk. 2. Gólv í reinførisrúmum skulu hava eitt gliðtrygt lag.
§ 31. Á fiskiskipum við eini longd (L) á 24 metrar ella longri, skulu øll sjófólk, sum ikki hava kamar við egnum reinførishentleikum, í minsta lagi hava atgongd til eitt baðikar ella brúsu, eitt vesi og eitt hondvask, ið er ætlað til í mesta lagi 4 persónar.
§ 32. Á fiskiskipum við eini longd (L) á 45 metrar ella longri, skal vera løtt atgongd til reinførishentleikar frá brúnni.
Stk. 2. Á fiskiskipum við eini longd (L) á 85 metrar ella longri, skal harafturat vera eitt vesi tætt við maskinrúmið.
Vaskihentleikar
§ 33. Hóskandi hentleikar at vaska og at turka klæðir skulu vera umborð.
Stk. 2. Á fiskiskipum við eini longd (L) á 24 metrar ella longri, skulu vera hóskandi hentleikar til at vaska, turka og strúka klæðir.
Stk. 3. Á fiskiskipum við eini longd (L) á 45 metrar ella longri, skulu hóskandi hentleikar vera at vaska, turka og strúka klæði í einum rúmi, sum er burtur frá kømrum, messum og vesum. Hóskandi hiti og luftskifting skal vera í rúminum, og turkisnórur ella annað at turka klæði við skal vera til taks.
Serlig viðurskifti viðvíkjandi sjúkrastovu
§ 34. Eitt rúm, sum kann verða brúkt til sjúk ella skadd sjófólk, skal altíð kunna ávísast umborð.
§ 35. Á fiskiskipum við 15 ella fleiri sjófólkum, har túrurin er longri enn 3 dagar, og á fiskiskipum við eini longd (L) á 45 metrar ella longri, skal sjúkrastova vera, sum einans er til sjúkraviðgerð.
Stk. 2. Tryggjast skal at:
1) sjúkrastovan er lætt atkomulig í øllum veðri,
2) sjúkrastovan er góð at vera í, og
3) sjúklingarnir fáa skjóta og góða røkt.
Stk. 3. Á skipum har, sjófólkini hava egið kamar við vesi og bað, kann í staðin fyri sjúkrastovuna sambært stk. 1, verða innrættað eitt viðgerðarrúm við hóskandi útgerð, undir hesum hondvaski og bráðviðgerðarplássi. Ein song er nóg mikið í viðgerðarrúminum, sama hvussu stórt skipið er.
Stk. 4. Tryggjast skal, at seingjarliggjandi sjófólk hava møguleika at kalla á hjálp.
Stk. 5. Tryggjast skal, at løstað sjófólk á tryggan hátt kann flytast frá skaðastaðnum til sjúkrastovuna ella viðgerðarrúmið.
Stk. 6. Tryggjast skal, at hóskandi samskiftismøguleikar eru frá sjúkrastovuni, so sjúkraviðgerin kann koma í samband við Radio-Medical.
Skáp til arbeiðsklæði
§ 36. Uttanfyri kømur, men ikki ov langt burturfrá, skal vera møguligt at heingja upp útbúnað og útgerð til vánaligt veður og aðra persónliga verndarútgerð.
Serlig viðurskifti viðvíkjandi seingjarklæðum og køksútbúnaði
§ 37. Hóskandi matamboð, seingjarklæðir og annað lín skal vera til øll sjófólk umborð.
Frítíðarhentleikar o.a.
§ 38. Á fiskiskipum við eini longd (L) á 24 metrar ella longri, skulu vera hóskandi frítíðarhentleikar, frítíðarrúm og frítíðarmøguleikar fyri øll sjófólk umborð.
Stk. 2. Messan kann eisini nýtast til frítíðarvirksemi.
Samskiftishentleikar
§ 39. Øll sjófólk umborð skulu hava atgongd til samskiftishentleikar, í tann mun tað er møguligt til ein rímiligan kostnað.
Reinar og góðar liviumstøður
§ 40. Uppihaldsrúm skulu haldast rein og vera búgvandi í. Vøra o.a. skal ikki setast í uppihaldsrúm, men einans persónligir lutir ella trygdarútgerð hjá sjófólkinum.
Eftirlit
§ 41. Skiparin ella tann, ið skiparin hevur latið hetta starv, skal við regluligum eftirlitum tryggja, at uppihaldsrúmini hjá sjófólki eru rein, búgvandi í, og í góðum standi.
Stk. 2. Úrslitini av slíkum eftirlitum skulu verða skrásett og atkomulig.
Revsiásetingar
§ 42. Um ikki harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, sum tilætlað ella av grovum ósketni ger ímóti ásetingum í §§ 4-41.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma o.a.
§ 43. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fara úr gildi:
1) Bekendtgørelse nr. 9 af 24. januar 1953 om skibsmandskabets opholdsrum m.v.
2) Bekendtgørelse nr. 11 af 15. januar 1960 om skibsmandskabets opholdsrum m.v. i færøske fiskeskibe.
3) Bekendtgørelse nr. 247 af 3. juni 1971 om skibsmandskabets opholdsrum m.v. i fiskeskibe.
4) Bekendtgørelse nr. 67 af 28. februar 1977 om opholdsrum m.v. i skibe.
Stk. 2. Konstruktiónskrøv í kunngerð nr. 95 frá 6. juli 2018 frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. til fiskiskip eru framvegis galdandi fyri verandi fiskiskip, um annað ikki er ásett í hesi kunngerð.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 28. august 2024
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Anna Borg Dahl (sign.)