Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. september 2007Nr. 90
Kunngerð um broyting í ymiskum kunngerðum í sambandi við Umhvørvisstovuna
§ 1
Í kunngerð nr. 49 frá 2. apríl 1990 um umhvørvisgóðkenning av brennistøðum og tyrvingarplássum verður í § 4 ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”.
§ 2
Í kunngerð nr. 40 frá 9. apríl 1992 um lívrunnið burturkast frá alivinnuni verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 8, 1. pkt. verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”.
2) Í § 9 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.
§ 3
Í kunngerð nr. 186 frá 5. november 1993 um spillvatnsevju verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, stk. 2, § 7, § 9, stk. 2, § 10 og § 12, stk. 2, 1. og 2. pkt. verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.
2) Í § 6, stk. 3 og § 12, stk. 1 verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”.
§ 4
Í kunngerð nr. 53 frá 3. mars 1994 um umhvørvisreglur verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 13, stk. 2, 2. pkt., § 32 og § 40 verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”.
2) Í § 20, stk. 2 og § 38, stk. 2 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.
3) § 31 verður orðað soleiðis:
”§ 31. Eftirlit hjá kommunufelagsskapi ella Umhvørvisstovuni. Kommunustýrum er, eftir at hava boðað landsstýrismanninum frá hesum, heimilað at leggja eftirlitsuppgávur sínar eftir hesi kunngerð til kommunufelagsskap ella Umhvørvisstovuna.
Stk. 2. Umhvørvisstovan hevur eftirlit við fyritøkum, virkjum og útbúnaði, sum kommunustýri eigur í ella rekur.
Stk. 3. Um kommunustýri ella kommunufelagsskapur ikki røkir tær eftirlitsuppgávur, sum eru álagdar kommunustýrinum eftir hesi kunngerð, kann Umhvørvisstovan geva kommunustýrinum boð um, hvussu viðurskiftini skulu fáast í rættlag, ella landsstýrismaðurin kann geva boð um, at eftirlitið heilt ella partvíst skal verða framt av Umhvørvisstovuni.
Stk. 4. Um illgruni er um álvarsligt brot á hesa kunngerð, kann Umhvørvisstovan fremja beinleiðis eftirlit uttan um eftirlitsmyndugleikan á staðnum.
Stk. 5. Eftirlit hjá Umhvørvisstovuni eftir stk. 1 og 3 verður útint fyri rokning kommunustýrisins .”
4) Í § 38, stk. 1 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuna” broytt til: ”Umhvørvisstovuna”.
§ 5
Í kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 um at leggja eftirlits- og umsitingaruppgávur eftir umhvørvisverndarlógini til Heilsufrøðiligu starvstovuna verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í heitinum og í § 1 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuna” broytt til: ”Umhvørvisstovuna”.
2) Í § 2, stk. 1 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovu” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.
3) Í § 2, stk. 2 verður ”Heilsufrøðiligu Starvstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.
4) Aftaná § 1, nr. 4 verður sett: “4a) hava eftirlit við treytum í loyvum og góðkenningum sambært § 36, nr. 3,”
§ 6
Í kunngerð nr. 147 frá 19. oktober 1995 um burturkast verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 2, § 4, stk. 2 og § 18, stk. 2 og 3 verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”.
2) Í § 1, stk. 2, § 18, stk. 1 og § 20, 1. pkt. verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuna” broytt til: ”Umhvørvisstovuna”.
3) Í § 12, stk. 1, § 18, stk. 2 og 4 og § 20, 2. pkt. verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.
§ 7
Í kunngerð nr. 30 frá 8. mars 2001 um at senda inn fráboðan sambært havumhvørvislógini verður gjørd henda broyting:
Í § 3, stk. 3 og § 4, stk. 2 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.
§ 8
Í kunngerð nr. 31 frá 8. mars 2001 um gjøld eftir havumhvørvislógini verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1 og í pkt. I í fylgiskjalinum verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.
2) Í § 3 og í pkt. II og III í fylgiskjalinum verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”.
§ 9
Í kunngerð nr. 33 frá 8. mars 2001 um móttøkuskipanir í føroyskum havnum fyri leivdir og blandingar av skaðiligum flótandi evnum, ið verða flutt sum leysafarmur (í bulk) verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í §§ 7 og 8 verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”.
2) Í § 9, stk. 1 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.
§ 10
Í kunngerð nr. 36 frá 8. mars 2001 um umhvørvisgóðkenning av snarferjuleiðum verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3, stk. 3, 1. pkt., § 4, stk. 2, nr. 3, § 5, 1. pkt., § 6 og § 7, stk. 1, nr. 3 verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”.
2) Í § 4, stk. 1 og § 5, 2. pkt. verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.
§ 11
Í kunngerð nr. 37 frá 8. mars 2001 um nýtslu og burturbeining av evnum og tilfari frá havstøðum verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3, stk. 1 og 2, § 8, § 11, stk. 1 og § 12, nr. 1 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.
2) Í § 4, stk. 4, § 5, stk. 1, § 6, stk. 1, 1. og 2. pkt., § 6, stk. 2, § 7, stk. 1, § 9, § 10, 1. og 2. pkt. og § 11, stk. 2 verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”.
§ 12
Í kunngerð nr. 38 frá 8. mars 2001 um aftursøkking av tilfari, sum er tikið upp av havbotninum verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, stk. 2 og § 11, stk. 1, 1. og 2. pkt. verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuni” broytt til: ”Umhvørvisstovuni”.
2) Í § 3, stk. 1, § 3, stk. 2, 1. og 2. pkt., § 4, § 5, stk. 2, § 6, stk. 5 og § 9 verður ”Heilsufrøðiliga Starvsstovan” broytt til: ”Umhvørvisstovan”.
3) Í § 6, stk. 3 verður ”Heilsufrøðiligu Starvsstovuna” broytt til: ”Umhvørvisstovuna”.
§ 13
Í kunngerð nr. 122 frá 25. november 2005 um burturbeining av burturkasti frá skipum o.ø. verður í § 11, stk. 2 “Heilsufrøðiliga starvsstovan” broytt til: “Umhvørvisstovan”.
§ 14
Í kunngerð nr. 124 frá 25. november 2005 um burturbeining av olju frá skipum o.ø. verður “Heilsufrøðiliga starvsstovan” broytt til: “Umhvørvisstovan”.
§ 15
Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2007.
Innlendismálaráðið, 28. september 2007
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)