Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. oktober 2008Nr. 90
Kunngerð um stuðul til mentan og list, sum broytt við kunngerð nr. 95 frá 12. september 2016
Við heimild í § 2, stk. 3, § 3, stk. 2 og § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m. verður ásett:
Stuðul
§ 1. 1) Stuðul verður latin eftir umsókn. Lýst verður alment og við einari umsóknarfreist upp á í minsta lagi 6 vikur.
Stk. 2. Umsókn, ið er móttikin, eftir at umsóknarfreistin er úti, verður ikki viðgjørd. Landsstýrismaðurin kann tó víkja frá hesi áseting, tá serstakar umstøður tala fyri fráviki.
Stk. 3. Stuðul kann í mesta lagi verða latin afturvendandi tiltaki trý fíggjarár á rað. Tó kann landsstýrismaðurin víkja frá hesi áseting, tá serstakar umstøður tala fyri fráviki.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann raðfesta tiltøk, sum hava týdning fyri føroyska mentan og list. Raðfest tiltøk verða ávíst í lýsingini, sbr. stk. 1.
Umsóknir
§ 2. Umsóknin verður skrivað á oyðublað til viðkomandi stuðulsøkið og skal í minsta lagi innihalda hesar upplýsingar:
1) Navn á ábyrgdara, p-tal ella v-tal, bústað, peningastovn og kontonummar,
2) lýsing av verkætlan ella tiltaki,
3) fíggjarætlan, útgreinaðar útreiðslur og inntøkur, og um fleiri fíggingarkeldur eru ella væntast, skulu hesar upplýsast,
4) upphædd, sum søkt verður um.
§ 3. Tá umsóknir um stuðul verða viðgjørdar, verða listarlig og mentanarlig eyðkenni at galda sum metingarstøði.
Stk. 2. Mentamálaráðið kann útvega sær hjálp frá serkønum innan viðkomandi mentanar- ella listaøki, sum søkt verður um stuðul til.
Útgjald
§ 4. Stuðulin verður goldin út sambært ásetingunum í § 15, stk. 1 í roknskaparkunngerðini.
Stk. 2. Mentamálaráðið letur TAKS upplýsingar um útgoldnan stuðul.
Stk. 3. Mentamálaráðið kann almannakunngera, hvør ið hevur fingið stuðul og hvussu nógv.
Roknskapur og eftirlit
§ 5. Stuðulsmóttakari skal lata inn roknskap, tá verkætlanin er endað ella í seinasta lagi 1. mars árið eftir játtanarárið. Henda áseting er eisini treyt fyri nýggjari tilsøgn um stuðul.
Stk. 2. Er stuðulsupphæddin 50.000 kr. ella meira, skal roknskapurin sum meginregla vera grannskoðaður. Mentamálaráðið kann tó altíð krevja ein roknskap grannskoðaðan.
Stk. 3. Stuðulsumsøkjari skal upplýsa um øll viðurskifti, sum kunnu elva til, at stuðulsgrundarlagið verður lækkað.
Stk. 4. Mentamálaráðið kann krevja stuðulsgrundarlagið nágreiniligari lýst og krevja innlit í skjøl hesum viðvíkjandi.
Stk. 5. Útgoldin stuðul, ið ikki er nýttur til endamálið, kann krevjast aftur.
Virðislønarnevnd
§ 6. Landsstýrismaðurin setir virðislønarnevnd við fimm limum at gera tilmæli um, hvør ið skal fáa virðisløn.
Stk. 2. Tríggir limir verða tilnevndir eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin velur tveir limir, har annar er formaður og hin er næstformaður.
Stk. 4. Nevndarlimirnir verða valdir fyri trý ár í senn og kunnu bert sita tvey skeið á rað.
Stk. 5. Nevndin orðar grundgeving fyri tilmæli.
Stk. 6. Mentamálaráðið hevur skrivstovuhaldið hjá nevndini.
Sømdargáva
§ 7. Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini lívslanga heiðursgávu, nevnd sømdargáva, til navngivið listafólk, so leingi viðkomandi er á lívi.
Stk. 2. Til tess at fáa sømdargávu skal listafólkið hava útinnt listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð.
Stk. 3. So hvørt listafólk fer úr skipanini, skal støða takast til, um annað listafólk eigur at fáa lívlanga sømdargávu.
Mentanarvirðisløn Landsins
§ 8. Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini heiðursgávu, nevnd Mentanarvirðisløn Landsins, at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útinnt listarligt avrik.
Stk. 2. Bert listarlig eyðkenni kunnu galda sum metingarstøði fyri arbeiðið hjá nevndini. Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal virðislønarevnið hava skapað listaverk á høgum støði.
Heiðursgáva Landsins
§ 9. Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini heiðursgávu, nevnd Heiðursgáva Landsins.
Stk. 2. Til tess at fáa Heiðursgávu Landsins skal virðislønarevnið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Stk. 3. Aðrar heiðursgávur kunnu eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi.
Alment
§ 10. Landsstýrismaðurin ger av, nær á árinum og á hvønn hátt Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgáva Landsins, og møguliga aðrar heiðursgávur verða handaðar.
Stk. 2. Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgáva Landsins og aðrar heiðursgávur verða handaðar av landsstýrismanninum ella øðrum í hansara stað.
Gildiskoma
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 28. oktober 2008
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýriskvinna
/ Olaus Jespersen (sign.)