Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. juli 2019Nr. 91
Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág
Við heimild í § 18, stk. 6 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verður ásett:
§ 1. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 521 kr., verður einki tilskot veitt.
§ 2. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 521 kr. ella størri, er tilskotið:
1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 521 kr. ella størri, men minni enn 1.041 kr.,
2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 1.041 kr. ella størri, men minni enn 2.083 kr.,
3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 2.083 kr. ella størri, men minni enn 5.521 kr.,
4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 5.521 kr. ella størri, og
5) 100% av tí partinum, sum er 2.479 kr. ella størri hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár og hjá fyritíðarpensjónistum.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 77 frá 24. mai 2018 um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 1. juli 2019
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)