Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. juli 1988Nr. 91
Kunngerð um skipskokkaroynd, sum broytt við kunngerð nr. 93 frá 11. juli 1988
Við heimild í § 7 í løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgving við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Fyrireiking til skipskokkaroynd fer fram á teimum í lógini ásettu støðum eftir góðkenning frá Landsskúlafyrisitingini.
§ 2. Ein og hvør, sum hevur verið á
a) grundskeiði, sum Landsskúlafyrisitingin hevur góðkent, og síðan havt lærutíð í kokkayrkinum til longdar í minsta lagi 23 mánaðir og av hesum í minsta lagi 12 mánaðir við havskipum ella
b) hevur lærutíð í kokkayrkinum til longdar minst 33 mánaðir og av hesum í minsta lagi 18 mánaðir við havskipum og hevur verið á góðkendum skeiði í eldsløkking og í nýtslu av bjargingarútgerð v.m., kann verða upptikin á skipskokkaskeiði.
§ 3.1) Frálærutíðin er 20 vikur á 40 tímar og fevnir um hesar lærugreinir:
Føroyskt
Danskt
Enskt
Rokning/støddfrøði
Tænastukunnleiki
Heilsufrøði
Føðsluevnisfrøði og reinføri
Amboðslæra og viðlíkahald
Eldhúslæra
Proviantering og vørukunnleiki
Matgerð
Baking
§ 4. Til skipskokkaroynd verða 13 próvtøl givin:
|
Føroyskt |
1 próvtal í skrivligum |
|
Danskt |
1 próvtal í skrivligum |
|
Enskt |
2 próvtøl, harav eitt í skrivligum |
|
Rokning/støddfrøði |
1 próvtal í skrivligum |
|
Tænastukunnleiki |
1 próvtal í munnligum |
|
Heilsufrøði |
1 próvtal í munnligum |
|
Føðsluevnisfrøði og reinføri |
1 próvtal í skrivligum |
|
Proviantering og vørukunnleiki |
2 próvtøl, harav eitt í skrivligum |
|
Matgerð |
2 próvtøl fyri tvær verkligar royndir |
|
Baking |
1 próvtal fyri eina verkliga roynd |
§ 5. Landsskúlafyrisitingini verður heimilað at áseta nærri reglur um, hvussu undirvísingin skal fara fram, lærukrøv og próvtøkureglur.
§ 6. Tann, sum eftir hesi kunngerð hevur staðið skipskokkaroynd, fær prógv frá Landsskúlafyrisitingini.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.