12. mai 2022Nr. 91
Kunngerð um broyting í kunngerð um bygningar fólkakirkjunnar
(Góðkenning broytt til ummæli og málslig dagføring)
§ 1
Í kunngerð nr. 13 frá 11. februar 2000 um bygningar fólkakirkjunnar, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Er talan um bygning eldri enn 100 ár, skal ummæli fáast frá Tjóðsavninum.”
2. Í § 3 og § 11, stk. 3, 2. pkt. verður “fornminnissavninum” broytt til: “Tjóðsavninum”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 12. mai 2022
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)