Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. juni 2011Nr. 91
Kunngerð um loyvisbræv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól
Við heimild í § 35, stk. 1 nr. 3, § 63 og § 66, í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000, um arbeiðsumhvørvi verður ásett:
Kranar og lyftitól
§ 1. Mekaniskt riknir kranar og líknandi lyftitól, ið kunnu lyfta eina byrðu uppfrá og sum hava í minsta lagi eina mekaniska rørslu, umframt at kunna lyfta og lora, kann bert passast av persóni, ið hevur loyvisbræv at passa hesi tól.
Stk. 2. Kravið um loyvisbræv sambært stk. 1 er ikki galdandi fyri:
1) Kranar og líknandi lyftitól, t.d. traverskranar, har lastin av byrðuni altíð er innanfyri stuðulsøkið hjá krananum, soleiðis at byrðan ikki kann fáa kranan at koppa. Mest loyvda lastin er 5 tons.
2) Konsolkranar, har mest loyvda lastin er 5 tons.
3) Lastbilakranar, har mest loyvda lastin ikki fer upp um 8 tonsmetrar.
4) Kranar og líknandi lyftitól, har byrðan verður flutt soleiðis, at hetta ikki kann hava við sær, at persónar kunnu koma til skaða, um byrðan dettur ella fer at sveiggja.
5) Kranar og líknandi lyftitól, ið verða nýtt til seriulyft við einum til endamálið gjørdari lyftiútgerð, so sum at lyfta evnir í einari ávísari arbeiðsgongd, og har lyftihæddin í mesta lagi er 1,5 m frá undirlendinum.
Stk. 3. Kravið um loyvisbræv er heldur ikki galdandi fyri entreprenørmaskinur, ið kunnu nýtast sum kranar í sambandi við teirra vanligu arbeiðsuppgávu, um so er, at:
1) eingir persónar eru tætt hjá, tá byrðan verður lyft, flutt ella sett. Tó er loyvt at stýra byrðuni upp á pláss tá hon verður sett,
2) byrðan ikki verður lyft hægri enn 1 metur yvir undirlendi,
3) maskinurnar verða eftirhugdar og viðlíkahildnar sambært ávísing veitaranna, og
4) veitarans brúkara- og viðlíkahaldsávísingar eru í maskinuni.
Stk. 4. Undantøkini í stk. 2 og 3, tó ikki stk. 2, pkt. 4, eru ikki galdandi fyri samlyft av byrðum og at lyfta persónar.
Gaffiltrukkar og gaffilstáplarar
§ 2. Gaffiltrukkar og gaffilstáplarar, ið hava mekaniska byrðalyfting øðrumegin við loddrættari mastur (stólpa) og hava mekaniska koyring, kunnu bert passast av persónum, ið hava loyvisbræv at passa hesi tól.
Stk. 2. Kravið um loyvisbræv sbr. stk. 1 er ikki galdandi fyri:
1) Gaffiltrukkar og gaffilstáplarar, har lyftihæddin er í mesta lagi 1 m lyftihædd.
2) Gaffiltrukkar og gaffilstáplarar, sum eru stýrdir av skinnarum e.ø. undir, til síðuna ella yvir, t.d. sporbundnir heintitrukkar ella hillastáplarar.
3) Gaffiltrukkar og gaffilstáplarar, umborð á skipum ið verða passaðir av manningini.
4) Landbúnaðartraktorar við gaffillyftibúnaði ella líknandi útgerð, ið lyfta byrðuna øðrumegin við loddrættari mastur (stólpa) , tá ið mesta lyftihædd ikki fer upp um 3,3 m og tann, ið passar tólið, hevur í minsta lagi loyvisbræv at føra traktorar. Lyftarin eigur bert at verða nýttur til jarðarbeiði og kann ikki av maskinstøðum o.t. verða útleigaður við fólki til vinnuligt endamál.
Stk. 3. Gaffiltrukkar, ið hava ásettan kranaarm, ið kann røra seg sjálvstøðugt, mugu bert passast av persónum, ið hava kranføraraloyvisbræv.
Teleskoplessari
§ 3. Teleskoplessarar, ið hava mekaniska lyfting av byrðuni plaseraða á gaflum við endan á armi, ið kann skjótast aftur og fram, mugu bert passast av persónum, ið hava loyvisbræv at passa gaffiltrukk.
Stk. 2. Teleskoplessarar, ið eru útgjørdir til at kunna nýtast til kranaarbeiði, mugu bert passast av persónum, ið hava loyvisbræv til at passa krana.
Stk. 3. Stk. 2 er tó ikki galdandi fyri teleskoplessarar, ið hava ásettan oka til bingjur, og sum verða nýttir á farmastøðum. Til tað krevst loyvisbræv til gaffiltrukk.
Sløg av loyvisbrøvum
§ 4. Á fylgiskjali 1 sæst hvørji sløg av loyvisbrøvum ein persónur skal hava fyri at kunna passa (føra) ein krana, gaffiltrukk, gaffilstáplara, teleskoplessara ella annað tól.
Stk. 2. Arbeiðseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni dagførir nýggj lyftitól á fylgiskjali 1 eftir tørvi.
Krøv til loyvini
§ 5. Arbeiðsgevarin skal síggja til, at teir persónar, ið passa frammanfyri nevndu tól, hava neyðug loyvisbrøv sum svara til viðkomandi tól.
§ 6. Loyvisbrøv sambært hesi kunngerð kunnu einans gevast persónum, ið:
1) eru fyltir 18 ár,
2) kunnu vísa læknaváttan, ið prógvar, at teir eru skikkaðir til at passa hesi tól, og
3) hava staðið ástøðiliga og verkliga roynd í at passa tólini.
Undirvísing
§ 7. Arbeiðseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni setur krøvini til royndirnar fyri tey ymsu sløgini av loyvisbrøvum.
Stk. 2. Í samráð við Arbeiðsumhvørvisráðið ger arbeiðseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni leiðreglur fyri snið, innihald og tíðarbrúk til frálæru at kunna passa tey ymsu lyftitólini.
Stk. 3. Arbeiðseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skrivar út loyvini grundað á prógv frá skúla, sum er góðkendur av arbeiðseftirlitinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Afturtøka
§ 8. Arbeiðseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni kann taka eitt loyvisbræv aftur, varandi ella fyri ávísa tíð, um tann, ið passar eitt tól, við grovum ósketni, ella av heilsuligum orsøkum, verður mettur óegnaður til tess.
Stk. 2. Um mett verður, at persónur, sum hevur mist loyvisbrævið sbrt. stk. 1, aftur er egnaður at hava loyvisbræv, skal persónurin standa nýggja roynd.
Frávik og kæra
§ 9. Arbeiðseftirlitið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni kann í einstøkum førum loyva frávik frá hesi kunngerð, tá hetta verður mett rímiligt og ráðiligt. Tá mett verður, um frávik skal gevast, skal vekt leggjast á hesi viðurskifti:
1) væntandi møguleikar at leggja arbeiðið til rættis,
2) vavið av uppgávuni, hvussu leingi hon varir og hvussu vandamikil hon er,
3) møguleikan fyri, at aðrir við loyvisbrævi ikki kunnu útinna uppgávuna, og
4) tað upplæring og vegleiðing, ið viðkomandi kann fáa.
§ 10. Avgerðir, tiknar av arbeiðseftirlitinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eftir hesi kunngerð, kunnu kærast til Vinnukærunevndina innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.
Revsing
§ 11. Um ikki hægri revsing er heimilað sambært aðrari lóggávu, verður við bót, hefti ella fongsli í upp til eitt ár, hann revsaður, ið:
1) fremur brot á § 1, stk. 1 og stk. 4, § 2, stk. 1 og stk. 3, § 3, stk. 1 og stk 2 og stk. 3, § 4, stk. 1 og § 5,
2) ikki ger eftir boðum, givin eftir hesi kunngerð, ella
3) setir til viks treytir fyri frávik eftir hesi kunngerð.
Stk. 2. Fyri brot á § 4, stk. 1 kann arbeiðsgevarin verða sektaður við bót, sjálvt um brotið ikki kann roknast gjørt við vilja ella ósketni.
Stk. 3. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelagi ella lutafelagi, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.
Stk. 4. Er brotið framt av landinum, einari kommunu ella kommunalum felagsskapi, kann landið, kommunan ella kommunali felagsskapurin verða sektað.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2011.
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi kunngerð nr. 89 frá 12 november 1979 um kranføraraprógv við seinni broytingum og kunngerð nr. 59 frá 18. juli 1985 um loyvisbræv at koyra gaffiltrukk við seinni broytingum.
Stk. 3. Ásetingarnar í § 3, stk. 1 og 3 koma tó fyrst í gildi 1. januar 2012.
Stk. 4. Kranføraraprógv B, D og E geva rætt til at passa teleskoplastarar til 1. januar 2012.
Vinnumálaráðið, 20. juni 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)
Skjal nr. 1
Loyvisbrøv til kranar, gaffiltrukkar og onnur lyfti- og flutningstól
Slag av loyvisbrævi
|
Kranaslag
|
Onnur tól
|
Sambærligt við onnur loyvisbrøv
|
A | Tårndrejekraner (byggekraner), havnekraner (skinnekørende), svingkraner, højbanekraner, skibsværftskraner o.l. |
| A-certifikat gælder også for C-kraner. |
B | Mobilkraner | Slæbeskovlsmaskiner, der bruges som kran. | B-certifikat gælder også for C-kraner og entreprenørmaskiner, der bruges som kran.
B-certifikat erhvervet før den 1. januar 2000 gælder også for D- og E-kraner.
B-certifikat gælder også for teleskoplæssere med gafler |
C | Certifikatkrævende kraner, fx portalkraner og traverskraner undtagen kraner nævnt under A, B, D, E og G. |
|
|
D | Lastbilmonterede kraner over 8 tonsmeter til og med 25 tonsmeter. | Traktormonterede kraner, der bruges til af- og pålæsning af gods, kræver D-certifikat, når den tilladelige belastning er over 8 tonsmeter til og med 25 tonsmeter.
Ved andet end af- og pålæsningsarbejde, kræves D-certifikat op til 25 tonsmeter.
Teleskoplæssere op til 25 tonsmeter, der indrettes og bruges til kranarbejde.
Gaffeltrucks monteret med selvstændig bevægelig kranarm kræver D-certifikat op til 25 tonsmeter. | D-certifikat gælder også for C-kraner og entreprenørmaskiner, der bruges som kran.
D-certifikat gælder også for teleskoplæssere med gafler.
D-certifikat gælder også for teleskoplæsser monteret med løfteåg til containere, og som anvendes i terminalområder. |
E | Lastbilmonterede kraner over 25 tonsmeter. | Traktormonterede kraner, kræver E-certifikat, når den tilladelige belastning er over 25 tonsmeter.
Teleskoplæssere over 25 tonsmeter, der indrettes og bruges til kranarbejde.
Gaffeltrucks monteret med selvstændig bevægelig kranarm kræver E-certifikat over 25 tonsmeter. | E-certifikat gælder også for C- og D-kraner og entrepre-nørmaskiner, der bruges som kran.
E-certifikat gælder også for teleskoplæsser med gafler.
E-certifikat gælder også for teleskoplæsser monteret med løfteåg til containere, og som anvendes i terminalområder. |
G | Entreprenørmaskiner, der bruges som kran. |
|
|
Gaffiltrukkar o.l.
Slag av loyvisbrævi
|
Tekniskt hjálpartól
|
A | Gaffelstabler, der kan betjenes gående (førerstangsgaffeltruck, evt. med ståplade). |
B | Gaffeltruck, som føreren skal stå eller sidde på.
Traktorer med gaffelløfteraggregat eller med lignende udstyr, der løfter byrden langs en lodret mast.
Teleskoplæsser som har mekanisk løft af byrden placeret på gafler for enden af en udskydelig arm.
Teleskoplæsser monteret med løfteåg til containere, og som anvendes i terminalområder. |
Teleskoplessarir
Slag av loyvisbrævi
|
Teknisk hjálpartól
|
Sambærligt við onnur loyvisbrøv
|
A | Teleskoplæssere, som har mekanisk løft af byrden placeret på gafler for enden af en udskydelig arm.
Teleskoplæsser monteret med løfteåg til containere, og som anvendes i terminalområder. | A-certifikat gælder også for traktorer med gaffelløfteraggregat eller med lignende udstyr, der løfter byrden langs en lodret mast. |
B | Teleskoplæsser, der indrettes og bruges til kranarbejde. | B-certifikat gælder også for teleskoplæsser monteret med løfteåg til containere, og som anvendes i terminalområder. |
Onnur teknisk hjálpartól
Vísandi til § 4, dagførir Arbeiðseftirlitið nýggj lyftitól v.m. eftir tørvi
Slag av loyvisbrævi
|
Teknisk hjálpartól
|
Sambærligt við onnur loyvisbrøv
|
|
|
|
|
|
|