Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. september 1989Nr. 91
Kunngerð um gjøld fyri skipauppmáling
Við heimild í § 9, stk. 1 í løgtingslóg nr. 90 frá 10. juni 1982 um skipauppmáling hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Fyri millumlanda málibræv (1969) aftaná uppmáling eftir § 3, stk. 1 í lógini verður avgjald kravt, sum er 2 kr. fyri hvørt bruttotonsatalið, sum skipið er mált til, tó í minsta lagi 200 kr.
§ 2. Fyri nýtt millumlanda málibræv (1969) ella fyri rætting í málibrævi aftaná ummáling eftir § 3, stk. 2 í lógini verður avgjald kravt, sum er 1 kr. fyri hvørt bruttotonsatalið, sum skipið er mált til, tó í minsta lagi 100 kr.
§ 3. Fyri millumlanda málibræv (1969) til skip keypt uttanlands, og sum hevur gilt millumlanda málibræv (1969) við yvirtøkuna, verður avgjald kravt, sum er 2 kr. fyri hvørt bruttotonsatalið, sum skipið er mált til, tó í minsta lagi 100 kr.
§ 4. Fyri øll onnur málibrøv ella máliprógv íroknað før undir 24 m til longdar aftaná uppmáling verður avgjald kravt, sum er 200 kr.
Stk. 2. Fyri øll avrit av málibrævi ella máliprógvi verður avgjald kravt, sum er 200 kr.
§ 5. Fyri útgávu ella rætting av Suez- og Panamakanalmálibrøvum verður avgjald kravt, sum er 50 oyru av hvørjum bruttotonsi, sum skipið í tílíkum føri verður mált til.
§ 6. Brot av tonsi verður ikki tikið við í útrokning av avgjaldi, og oyru í avgjaldinum detta burtur.
§ 7. Skipaeigarin kemur undir avgjaldsskylduna og verður avgjaldið kravt landskassans vegna av teimum, sum eru settir at inna skipauppmálingina í samráð við Føroya Gjaldstovu.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.