Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. august 2010Nr. 91
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands
§ 1
Í kunngerð nr. 90 frá 27. september 2006 um gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 5, stk. 1 og § 10, stk. 1 verður ”tí føroyska sjúklingaheiminum í Keypmannahavn” broytt til: ” Sjúklingahotellinum Tórshavn”.
2) Í § 5, stk. 1 verður ”tað føroyska sjúklingaheimið í Keypmannahavn” broytt til: ”Sjúklingahotellið Tórshavn”
3) Í § 10, stk. 1 verður ”tað føroyska sjúklingaheimið” broytt til: ”Sjúklingahotellið Tórshavn”.
4) Í § 5, stk. 1 og 2 og § 10, stk. 1 og 2 verður ”Hovedstadens Sygehusfællesskab” broytt til: ”Region Hovedstaden”.
5) § 7, stk. 3 verður orðað soleiðis:
”Stk. 3. Treytin fyri at kunna verða ávístur sum fylgjari er, at fylgjarin er myndugur og er førur fyri at átaka sær uppgávuna sum fylgjari. Fylgjarin skal ikki hava aðrar ábyrgdir, meðan viðkomandi er fylgjari hjá sjúklinginum.”
6) Í § 10, stk. 3 og 4 verður ”Almanna- og heilsumálaráðið” broytt til: ”Leiðarin á Sjúklingahotellinum”.
7) § 10, stk. 5, 2. pkt. verður strikað.
8) Aftan á § 10 verður sett:
”§ 10a. Ávístir fylgjarar rinda 150,00 kr. um samdøgrið hvør fyri uppihald á sjúklingahotelli o.l., har matur er íroknaður uppihaldinum, tó í mesta lagi 1.500,00 kr. um mánaðin”.
9) § 11, 1. pkt. verður ”tað føroyska sjúklingaheimið í Keypmannahavn” broytt til: ” Sjúklingahotellið Tórshavn”.
10) § 11, 2. pkt. verður orðað soleiðis: ”Sjúkrahúsverkið kann endurrinda sjúklinginum 100,00 kr. um samdøgrið fyri kostútreiðslur”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 15. september 2010.
Heilsumálaráðið, 30. august 2010
Aksel V. Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)