Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. juli 2019Nr. 92
Kunngerð um broyting í kunngerð um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin
(Tvingsilsbøtur, revsireglur, áseting um tulkingarhátt o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin, sum broytt við kunngerð nr. 32 frá 28. mars 2017 og kunngerð nr. 161 frá 6. desember 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 120 q, stk. 1, 3, 5 og 6, og §§ 126 og 143 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum broytt við løgtingslóg nr. 95 frá 15. september 2014, verður ásett:”
2. Í § 1 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Eitt og hvørt hugtak, sum ikki er nágreinað í hesi kunngerð, men sum er nágreinað í standardinum hjá OECD, Standard for Automatic Exchange of Financial Account Information in Tax Matters, sum eisini fevnir um viðmerkingarnar til standardin, skal tulkast og nýtast í samsvari við standardin.”
3. Í § 2, stk. 1 verður aftan á “Føroyum” sett: “, sum ikki er ein ikki-fráboðandi fíggjarligur stovnur”.
4. Í § 2 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Máliskan: Fíggjarligur stovnur í einum luttakandi rættardømi merkir:
1) ein Fíggjarligur stovnur, sum er heimahoyrandi í einum Luttakandi rættardømi, tó undantikið ein deild hjá einum Fíggjarligum stovni, sum liggur uttan eitt Luttakandi rættardømi, og
2) ein deild hjá einum Fíggjarligum stovni, sum ikki er heimahoyrandi í einum Luttakandi rættardømi, um deildin liggur í einum Luttakandi rættardømi.”
5. § 44, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Máliskan: Likamligur persónur við ræði, merkir likamligur persónur við ræði á eini Eind.”
6. § 44, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Máliskan: Likamligur persónur við ræði, skal tulkast á ein hátt, sum er í samsvari við máliskuna veruligur eigari í § 2, stk. 9 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme og á ein hátt, sum samsvarar við tilmælini frá Financial Action Task Force.”
7. Í § 47 verða sum stk. 2 og 3 sett:
“Stk. 2. Passiv inntøka fevnir um hesar partar av bruttoinntøkuni:
1) Vinningsbýti.
2) Rentur.
3) Inntøkur, sum svara til rentur.
4) Leiga og nýtslugjald, burtursæð frá leigu og nýtslugjaldi, sum er vunnið sum partur av aktivum rakstri av eini fyritøku, sum í minsta lagi lutvíst verður rikin av starvsfólki í einum NFE.
5) Javngjaldsveitingar.
6) Nettovinningur við sølu ella umbýti av fíggjarognum, sum er atvold til ta áðurnevndu passivu inntøkuna.
7) Netttovinningur frá tiltøkum undir hesum futures, forwarders, optionum og líknandi tiltøkum.
8) Nettovinningur av valuta.
9) Nettovinningur av swaps.
10) Upphæddir frá Tryggingaravtalum við kontantvirði.
Stk. 3. Tá talan er um eitt NFE, sum regluliga handlar fíggjarognir, fevnir passiv inntøka, uttan mun til stk. 2, ikki um inntøku í vanligum handli í virksemi, har viðkomandi virkar sum seljari.”
8. Í § 59 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Fráboðandi fíggjarligir stovnar kunnu velja at gera sáttmála við tænastuveitarar til tess at lúka treytirnar fyri hóskandi umhugsni, sum galda fyri slíkar Fráboðandi fíggjarligar stovnar sambært hesi kunngerð, men hesar skildur verða verandi ábyrgdin hjá teimum Fráboðandi fíggjarligu stovnunum.”
9. Í § 71 verður “Persónur í útlandinum, Føroyum ella Grønlandi” broytt til: “Persónur, sum tað verður fráboðað um”.
10. Í § 84, stk. 1 verður “ella hjá einum NFE” broytt til: “ella hjá einum Passivum NFE”.
11. Tvær staðni í § 96, stk. 1 og í § 96, stk. 2 verður “Persónur í útlandinum, Danmark ella Grønlandi” broytt til: “Persónur, sum tað verður fráboðað um”.
12. Aftan á § 108 verða sum kapittul 10 a, 10 b og 10 c settir:
“Kapittul 10 a
Tvingsilsbøtur
§ 108 a. Um tað ikki verður fráboðað rættstundis sambært § 54 kann TAKS geva boð um hetta innan eina nærri ásetta freist, umframt at dagligar tvingsilsbøtur skulu rindast frá freistdegnum at rokna og inntil boðini verða fylgd.
Kapittul 10 b
Revsireglur
§ 108 b. Við sekt verður revsaður tann fráboðanarskyldugi Fíggjarligi stovnurin, sum tilætlað ella av grovum ósketni ikki rættstundis fremur mannagongdirnar fyri hóskandi umhugsni sambært § 60, stk. 3, ella kapitlunum 4-8, letur vera við at útinna sína fráboðanarskyldu sambært § 102 ella gevur skeivar, villleiðandi ella ófullfíggjaðar upplýsingar.
Stk. 2. Við sekt verður tann revsaður, sum tilætlað ella av grovum ósketni gevur skeivar, villleiðandi ella ófullfíggjaðar upplýsingar í eini eginváttan, um ikki hægri revsing er uppiborin sambært revsilógini.
Kapittul 10 c
Tulking, gildiskoma o.a.
§ 108 c. Henda kunngerð skal tulkast í samsvari við OECD standardin um automatiskt umbýti av upplýsingum um fíggjarkontur í skattaviðurskiftum, Standard for Automatic Exchange of Financial Account Information in Tax Matters, sum eisini fevnir um viðmerkingarnar til standardin.”
13. Skjal 1 í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin verður orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, tó so at skjal 1 hevur virknað frá 1. apríl 2019.
Fíggjarmálaráðið, 1. juli 2019
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Skjal 1
“Skjal 1
Luttakandi rættardømir
Hesi lond verða mett sum Luttakandi rættardømir frá 2019 at rokna:
1) Albania 2) Andorra 3) Anguilla 4) Antigua & Barbuda 5) Argentina 6) Aruba 7) Australia 8) Azerbaijan 9) Bahamas 10) Bahrain 11) Barbados 12) Belgia 13) Belize 14) Bermuda 15) Bonaire, Sint Eustatius og Saba 16) Brasilia 17) Bretland 18) British Virgin Islands 19) Brunei Darussalam 20) Bulgaria 21) Cayman Islands 22) Cook Islands 23) Costa Rica 24) Curacao 25) Danmark 26) Dominica 27) Ecuador 28) Estland 29) Eysturríki 30) Finnland 31) Frakland 32) Ghana 33) Gibraltar 34) Grenada 35) Grikkaland 36) Grønland
|
37) Guernsey 38) Holland 39) Hong Kong 40) India 41) Indonesia 42) Italia 43) Írland 44) Ísland 45) Isle of Man 46) Ísrael 47) Japan 48) Jersey 49) Kanada 50) Kasakhstan 51) Kekkia 52) Kili 53) Kina 54) Kolumbia 55) Korea 56) Kroatia 57) Kuwait 58) Kypros 59) Letland 60) Libanon 61) Liberia 62) Liechtenstein 63) Litava 64) Luxembourg 65) Macau 66) Malaysia 67) Malta 68) Marshall Islands 69) Mauritius 70) Mesiko 71) Monaco 72) Montserrat 73) Nauru
|
74) New Zealand 75) Nigeria 76) Niue 77) Noreg 78) Pakistan 79) Panama 80) Portugal 81) Póland 82) Qatar 83) Rumenia 84) Russland 85) Saint-Barthélemy 86) Saint Kitts & Nevis 87) Saint Lucia 88) Saint Vincent and the Grenadines 89) Sameindu Arabisku Emiratini 90) Samoa 91) San Marino 92) Saudi Abrabia 93) Schweiz 94) Seychelles 95) Singapore 96) Sint Maarten 97) Slovakia 98) Slovenia 99) Spania 100) Suður Afrika 101) Svøríki 102) Trinidad and Tobago 103) Turkaland 104) Turk sand Caicos 105) Týskland 106) Ungarn 107) Uruguaq 108) Vanuatu
|
Landsstýrismaðurin kunngerð á hvørjum ári ein dagførdan lista yvir Luttakandi rættardømir.”