Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juni 2021Nr. 92
Kunngerð um hvílutíð hjá sjófólki við fiskiskipum
Við heimild í § 55, stk. 1 og § 68 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri sjófólk, sbrt. § 1, stk. 1 og § 47 í løgtingslógini, sum arbeiða umborð á fiskiskipum.
§ 2. Í hesari kunngerð merkir:
1) Hvílutíð: Eitt samanhangandi tíðarskeið, ið ikki er styttri enn 1 tími, og sum er uttanfyri arbeiðstíðina.
2) Arbeiðssamdøgur: Eitt 24-tíma tíðarskeið, ið verður roknað frá fyrstu ferð sjófólkið byrjar at arbeiða í einum samdøgri.
3) Vika: Eitt tíðarskeið uppá 7 samanhangandi samdøgur.
§ 3. Sjófólk skulu hava regluliga hvílutíð, ið er so mikið long, at heilsa og trygd teirra er vard.
Stk. 2. Hvílutíðin hjá sjófólki, 18 ár og eldri, skal í minsta lagi vera 10 tímar í einum arbeiðssamdøgri. Hvílutíðin kann í mesta lagi verða býtt í tvey hvílutíðarskeið, har annað í minsta lagi skal vera 6 tímar. Tað kunnu í mesta lagi vera 14 tímar millum tvey fylgjandi hvílutíðarskeið.
Stk. 3. Samanlagt skal hvílutíðin í einari viku í minsta lagi vera 77 tímar.
§ 4. Við fyrivarni fyri heilsu og trygd hjá sjófólkunum umborð, kann verða vikið frá § 3, stk. 2 og 3, tá ið fiskiskapur ella hagreiðing av tí veidda gera tað neyðugt.
Stk. 2. Sjófólk, sum verða áløgd arbeiði í ætlaðum hvílutíðarskeiði, sbrt. stk. 1, skulu hava hvílutíð afturfyri beinanvegin eftir, at íkomnu viðurskiftini eru hildin uppat.
§ 5. Hvílutíðin hjá sjófólki undir 18 ár skal samanlagt í minsta lagi vera 12 tímar í einum arbeiðssamdøgri.
Stk. 2. Hvílutíðin skal vanliga vera í tíðarskeiðinum millum kl. 24.00 og kl. 05.00.
Stk. 3. Fyri sjófólk undir 18 ár, sum ganga vakt, kann hvílutíðin í mesta lagi verða býtt í tvey hvílutíðarskeið, av hvørjum annað hvílutíðarskeiðið í minsta lagi skal vera 9 tímar og vera í tíðarskeiðinum millum kl. 24.00 og kl. 05.00.
Stk. 4. Tað kunnu í mesta lagi vera 12 tímar millum tvey fylgjandi hvílutíðarskeið.
Stk. 5. Samanlagt skal hvílutíðin í einari viku í minsta lagi vera 84 tímar.
Stk. 6. Stk. 2 og 3 eru ikki galdandi fyri sjófólk undir 18 ár, sum eru undir einari av Mentamálaráðnum góðkendari útbúgving, um tað av hesari orsøk er neyðugt at leggja hvílutíðina øðrvísi.
§ 6. Skiparin kann krevja, at sjófólk arbeiðir, tá ið hetta er neyðugt fyri trygdina á skipinum, fólkunum umborð, fonginum ella fyri at hjálpa øðrum skipum ella persónum í havsneyð.
Stk. 2. Tá ið ein støða er íkomin sum nevnd í stk. 1, kann verða vikið frá §§ 3-5.
§ 7. Brot á §§ 3, 4, ella § 5, stk. 1 og 3-5 verða revsað við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 3. Tá revsing verður áløgd eftir stk. 2, verða persónar, ið onnur enn reiðarin hava sett at gera arbeiði umborð á skipinum, eisini at meta sum knýttir at reiðaranum. Er samsvarsskjal útflýggjað til eitt annað felag ella persón sambært koduni um tryggan skiparakstur ella loyvisbræv sambært ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki, MLC ella ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum, verða skiparin og sjófólkini eisini at meta sum knýtt at honum, sum skjalið er útflýggjað.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 2. juni 2021
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)