5. juni 2003Nr. 92
Kunngerð um broyting í kunngerð um skráseting av motorakførum o.ø.
§ 1
Í kunngerð nr. 83. frá 22. oktober 2002 um broyting í kunngerð um skráseting av motorakførum o.ø., verður gjørd henda broyting:
§ 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Prutl, sum er tikið í nýtslu, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, skal verða skrásett og hava fingið nummarspjaldur innan 1. oktober 2003.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 5. juni 2003
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)