Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. september 2016Nr. 92
Kunngerð um broyting í kunngerð um skráseting av skotvápnum
(Tillaging av ásetingum um seriunummar, vápnaprógv og p-tal)
§ 1
Í kunngerð nr. 74 frá 28. juni 2016 um skráseting av skotvápnum verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, nr. 1, litra d verður aftan á “Seriunummar á skotvápninum.” sett: “Er ikki gjørligt at lesa alt seriunummarið, so bert tann part, sum letur seg lesa.”
2. Í § 3, nr. 2, litra f verður aftan á “Vápnaprógvnummar” sett: “, um ánarin hevur vápnaprógv”.
3. Í § 6, stk. 3, nr. 1, litra b verður “og p-tal” strikað.
4. Í § 6, stk. 3, nr. 1, litra f verður aftan á “Vápnaprógvnummar” sett: “, um seljarin hevur vápnaprógv”.
5. Í § 6, stk. 3, nr. 3, litra b verður “og p-tal” strikað.
6. Í § 6, stk. 4, nr. 1, litra b verður “og p-tal” strikað.
7. Í § 6, stk. 4, nr. 1, litra f verður aftan á “Vápnaprógvnummar” sett: “, um seljarin hevur vápnaprógv”.
8. Í § 7, stk. 3, nr. 3, litra b verður “og p-tal” strikað.
9. Í § 8, stk. 2, nr. 2, litra b verður “og p-tal” strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 7. september 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)