Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. juni 2020Nr. 92
Kunngerð um skipsdagbøkur
Við heimild í § 9 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, verður ásett:
§ 1. Skipsdagbók skal verða førd umborð á hesum skipum:
1) Øllum skipum, uttan mun til stødd, sum eru í altjóða sigling.
2) Skipum við einum bruttotonsatali upp á 300 ella omanfyri, sum eru í innanoyggja sigling.
Stk. 2. Kravið í stk. 1, nr. 1 er ikki galdandi fyri fiskiskip, ið sigla í heimasigling.
§ 2. Skipsførarin førir skipsdagbókina. Undir eftirliti skipsførarans og samábyrgd stýrimansins kann annar persónur enn skipsførarin føra skipsdagbókina.
Stk. 2. Viðkomandi, sum førir skipsdagbókina, hevur ábyrgdina av, at skrásettu upplýsingarnar eru rættar.
Stk. 3. Skipsførarin skal hava eftirlit við, at skipsdagbókin verður førd nágreiniliga og sambært galdandi fyriskipanum.
§ 3. Skipsdagbókin skal verða førd sambært fylgjandi tíðarætlan:
1) Hvørt samdøgur, meðan skipið liggur í havn.
2) Hvørja vakt, meðan skipið er á sjónum.
Stk. 2. Tað, ið fer fram á teirri einstøku vaktini, kann fyribils verða skrásett í einari kladdu. Tá vaktin er liðug skulu upplýsingarnar skjótast gjørligt verða skrásettar í skipsdagbókina.
§ 4. Skipsdagbókin skal verða førd á greiðan og siðiligan hátt. Tað, sum einaferð er skrásett, skal ikki seinni verða skavað út, strikað ella á annan hátt verða gjørt ólesiligt. Um tað av onkrari orsøk verður neyðugt at fremja eina rætting í dagbókini, skal rættingin ístaðin skoytast upp í sum ein viðmerking.
Stk. 2. Skipsdagbøkurnar skulu verða førdar á føroyskum, donskum ella enskum máli.
§ 5. Skipsdagbókin skal innihalda nágreiniligar upplýsingar um allar hendingar og øll viðurskifti, sum kunnu vera av týdningi fyri reiðarar, eigarar av farmi, tryggjarar ella onnur viðkomandi. Skrásetast skulu nágreiniligar upplýsingar um øll óhapp, sum skipið ella farmurin verður fyri, undir hesum orsøkirnar til og umstøðurnar kring óhappið og tey tiltøk, sum í sambandi við óhappið vórðu sett í verk. Hetta er eisini galdandi fyri øll óhapp av týdningi, sum onkur av persónunum umborð verður fyri.
§ 6. Skipsdagbókin kann verða førd talgilt, eins og talgildar skrásetingar í skipsdagbókina kunnu heilt ella partvíst koma í staðin fyri handligar skrásetingar í skipsdagbókina.
Stk. 2. Handligar og talgildar skrásetingar skulu fremjast á slíkan hátt, at tað ikki seinni ber til at broyta tær. Tað skal bara bera til at fremja talgildar skrásetingar, um eitt persónligt loyniorð verður nýtt.
Stk. 3. Skrásetingar, sum eru goymdar talgilt, skulu verða tryggjaðar við einum dagligum trygdaravriti.
§ 7. Tá ein skipsdagbók er fylt út, ella av aðrari orsøk ikki kann nýtast longur, skal skipsførarin syrgja fyri, at ein nýggj verður fingin til vega.
Stk. 2. Allar skipsdagbøkur, undir hesum eisini kladdur og talgildar skrásetingar, skulu goymast í minsta lagi í 1 ár frá tí degi, tá seinasta skrásetingin varð framd. Um eitt sakarmál er í gongd, sum viðvíkir einari ferð hjá skipinum í tíðarskeiðinum, dagbókin fevnir um, skal dagbókin goymast, inntil málið er endaliga avgjørt.
§ 8. Vanrøkir skipsførari ella stýrimaður skyldur sínar sambært § 1, § 2, stk. 2 ella 3, §§ 3-5 ella § 7, kann viðkomandi verða revsaður við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært kapitli 5 í revsilógini.
§ 9. Kunngerðin kemur í gildi tann 1. juli 2020, og samstundis fara úr gildi bekendtgørelse nr. 170 af 16. marts 1995 for Færøerne om skibsbøger og bekendtgørelse nr. 242 af 26. august 1953 om skibsdagbog og maskindagbog.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 11. juni 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)