17. oktober 2006Nr. 92
Kunngerð um broyting í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum
§ 1
Í kunngerð nr. 138 frá 13. desember 2005 um áseting og javning av almannaveitingum verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, undir punktinum “Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.” verður aftaná “Gjald í sambandi við føðing eftir § 6” sett: “, stk. 1”.
2) Í § 1, undir punktinum “Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.” verður “Gjald til uppihald áðrenn og aftaná føðing eftir § 6 1.080,95 (eingangsupphædd)” broytt til: “Gjald til uppihald tveir mánaðir áðrenn og ein mánað aftaná føðing eftir § 6, stk. 1 1.080,95 (mánaðarliga)”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá januar mánaða 2006.
Almanna- og heilsumálaráðið, 17. oktober 2006
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)