Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. august 2024Nr. 92
Kunngerð um kost og drekkivatn o.a. umborð á fiskiskipum
Við heimild í § 53, stk. 1 og 4 og § 68 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 51 frá 7. mai 2019 og í § 8, § 10, stk. 1, § 15, stk. 1 og 2 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri nýggj fiskiskip við longd L1 á 15 metrar ella longri. §§ 3-8 eru umframt galdandi fyri verandi fiskiskip við longd L1 á 15 metrar ella longri.
Stk. 2. Reiðarí kunnu brúka ásetingarnar í §§ 9-14 fyri verandi skip í staðin fyri tær ásetingar, ið eru galdandi fyri teirra skip, tá ið henda kunngerð kemur í gildi.
Stk. 3. Ásetingarnar í §§ 9-13 um kabússurúm og proviantrúm og § 14 um drekkivatnsskipanir eru ikki galdandi fyri nýggj fiskiskip uttan dekk.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) Sjófólk: Sjófólk, umframt skipari, sum eru fevnd av §§ 1 og 47 í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki.
2) Fiskiskip: Eitt skip, sum verður nýtt til vinnuliga veiðu eftir fiski, hvali, kópi, roysningi, skeljadjórum ella øðrum livandi tilfeingi úr sjónum, undir hesum eisini skip, sum eru útgjørd sum fiskiskip og kunnu hagreiða veiðu.
3) Nýtt fiskiskip: Eitt fiskiskip, har:
a) sáttmáli um bygging ella størri umbygging er gjørdur sama dag sum ella eftir, at hendan kunngerð er komin í gildi,
b) sáttmáli um bygging ella størri umbygging er gjørdur, áðrenn hendan kunngerð er komin í gildi, og sum verður latin eigarunum trý ár ella meira eftir gildiskomuna, ella
c) um so er, at sáttmálin um bygging ikki er gjørdur, tá hendan kunngerð kemur í gildi, men kjølurin er lagdur; ella byggingin, sum kann eyðmerkja eitt ávíst far, er byrjað; ella samlingin er byrjað, ið fevnir um minst 50 tons ella 1% av samlaðu mettu skrokkvektini, um síðstnevnda er minni.
4) Verandi fiskiskip: Eitt fiskiskip, sum ikki er eitt nýtt fiskiskip.
5) Drekkivatn: Alt vatn, sum antin óviðgjørt ella eftir viðgerð er ætlað til drekkivatn, matgerð ella annað húsligt endamál, sama hvaðani vatnið er komið, og um tað kemur úr rørskipan, ella tað er útflýggjað úr tangabili, tangaskipi, í fløskum ella øðrum pakkitilfari.
6) Longdin L1: longdin mátað frá forkanti á húð, har hon sker yvirkant á dekki á framstevni, til afturkant á húð, har hon sker yvirkant á dekki í afturstavn. Á opnum bátum verður longdin mátað á ovara kanti á stokkinum.
Kostur
§ 3. Kosturin umborð skal verða settur saman við støði í almennu kostráðunum, soleiðis at neyðuga innihaldið av proteini, fiti og kolhydratum saman við vitaminum, mineralum og søltum er í kostinum.
Stk. 2. Kosturin skal vera so fjølbroyttur sum gjørligt og taka seg væl út.
Stk. 3. Kosturin skal setast saman og tillagast eftir árstíð, farleið og veðurlagi.
Stk. 4. Í mest møguligan mun skulu feskar rávørur brúkast. Djúpfrystar rávørur kunnu javnsetast við feskar rávørur.
Stk. 5. Í tann mun tað ber til, verða føroyskar rávørur raðfestar í matgerðini.
Stk. 6. Kosturin skal gerast til og borðreiðast undir fullgóðum reinføri.
§ 4. Kosturin skal verða býttur í tríggjar høvuðsmáltíðir og við eini ella fleiri millummáltíðum. Nóg nógvur kostur skal vera, so øll umborð verða mett.
§ 5. Kostur skal tillagast mentan og átrúnaðarligu sannføringini hjá sjófólkinum umborð.
§ 6. Kostur og drekkivatn umborð skal vera sjófólkinum ókeypis í mynstringartíðarskeiðnum, um ikki annað er avtalað í kollektivum sáttmála.
Drekkivatn
§ 7. Drekkivatnið umborð skal vera av nóg góðari góðsku og atkomuligt í nóg stórum mongdum í mun til talið av sjófólki umborð.
Eftirlit
§ 8. Skiparin ella tann, ið skiparin hevur latið hetta starv, skal við regluligum eftirliti tryggja, at:
1) tað er nóg mikið av mati og drekka umborð,
2) matur og drekka verða goymd á ein hátt, sum tryggjar, at heilsuvandi ikki stendst av hesum umborð, og
3) kabússur, undir hesum innbúgv og útgerð til matgerð, eru í so góðum standi, at tey ikki elva til heilsuvanda umborð.
Stk. 2. Úrslitini av slíkum eftirlitum skulu vera skrásett og atkomulig við sýn.
Kabússa
§ 9. Kabússuútgerð skal vera umborð og um møguligt í eini kabússu fyri seg.
Stk. 2. Kabússan skal verða innrættað í eini hóskandi stødd, hava gott ljós, góða útlufting og vera løtt at halda rein. Tað skulu vera kókiamboð og umstøður at kóka, rustfrítt vask og hóskandi borðpláss til at matgera. Eisini skal møguleiki vera fyri at goyma proviant kalt og væl, nær við kabússuna.
Stk. 3. Á fiskiskipum við longd L1 á 15 metrar ella longri skal vera kabússa.
§ 10. Tilfar, sum verður brúkt til at gera skott innan, panel og plátur, gólv og samlingar í kabússuni, skal vera egnað til endamálið og vera við til at tryggja eitt heilsugott umhvørvi.
Stk. 2. Kabússan skal vera innrættað við innbúgvi, sum er hóskandi í mun til støddina á skipinum og tal av sjófólkið við skápum, borðum og skuffum úr tilfari, ið er lætt at gera reint.
§ 11. Í kabússuni skal vera atgongd til drekkivatn gjøgnum eina rørskipan. Tappingarkrani til sjógv má ikki vera í kabússuni.
Kabússuútgerð
§ 12. Kabússuútgerðin skal vera bygd og innrættað soleiðis, at arbeiðið í kabússuni fer fram við fullgóðum reinføri. Atlit skulu eisini takast til krøv um vernd av heilsu, trygd og um fyribyrging av ólukkum við tí endamáli at tryggja eitt sømiligt arbeiðsumhvørvi og sømilig livikor fyri sjófólkið umborð.
Stk. 2. Burturkast skal goymast í afturlatnum og hóskiliga innsiglaðum íløtum og skal burturbeinast úr økjum, har matvørur verða hagreiddar.
Stk. 3. Gott reinføri skal verða hildið í kabússu og matvørugoymslum.
Proviantrúm
§ 13. Hóskandi og nøktandi møguleiki skal vera at goyma proviant. Køliskipan og frystiskipan skal vera til matvørur, sum spillast skjótt.
Stk. 2. Á skipum við eini longd L1 á 15 metrar ella longri, skulu eisini vera køliskáp ella annað til at goyma matvørur í lágum hita.
Drekkivatnsskipan og drekkivatnstangar
§ 14. Tá ið drekkivatnsskipan, undir hesum drekkivatnstangi, verður gjørd, skal tryggjast, at skipanin og tangin eru bygd, innrættað og viðlíkahildin soleiðis, at drekkivatnið altíð hevur góða góðsku og ikki er heilsuskaðiligt fyri nakran umborð.
Stk. 2. Áðrenn drekkivatnsskipanin verður tikin í nýtslu, skal ein evnafrøðilig og bakteriufrøðilig greining gerast av drekkivatninum í skipanini sambært góðkendum standardi.
Stk. 3. Um tað verður staðfest, at drekkivatnið er dálkað, skulu skipanin, tangar og leiðingar sóttreinsast. Viðurkendar føroyskar, danskar ella altjóða vegleiðingar kunnu nýtast til at lúka krøv um sóttreinsan.
§ 15. Skiparin hevur skyldu at tryggja, at §§ 3-14 í hesi kunngerð verða fylgdar.
Revsiásetingar
§ 16. Um ikki harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, sum tilætlað ella av grovum ósketni ger ímóti ásetingum í §§ 3-15.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma o.a
§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd.
Stk. 2. Konstruktiónskrøvini í ásetingunum, sum hava verið í gildi higartil, eru enn galdandi fyri verandi skip, um ikki annað er ásett í hesi kunngerð.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 20. august 2024
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)