Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. juni 1990Nr. 92
Kunngerð um síla- og laksaveiðu
Við heimild í løgtingslóg nr. 77 frá 12. juni 1990 um fiskiveiði á innaru landleiðini og í áum, vøtnum og løkum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Tað er ikki loyvt í síla- og laksaveiðu á vøtnum, í áum, í løkum, á firðum, í sundum og 30 metrar frá landi, mált frá hægstu fjøru, at nýta annað veiðiamboð enn tráðu við húki, ætlaður fiskinum at taka. Tað er tí m.a. ikki loyvt at stinga, brúka ljós, pilka ella nýta reiðskapin til at krøkja við. Veiða verður rokna ólóglig, um fiskurin ikki hevur tikið húkin.
§ 2. Tað er ikki loyvt at seta gørn nærri landi enn 30 m, mált frá hægstu fjøru, við áarósa mugu tó ikki gørn setast ella nót kastast ella dragast nærri enn 100 m roknað frá ósamunnanum, mált frá hægstu fjøru. Frá hesi reglu kann landsstýrið eftir umsókn veita undantaksloyvi til veiðu av sild við gørnum og til at kasta nót eftir sild og seiði á leiðum, har slíkur veiðiháttur er vanligur.
§ 3. Tað er ikki loyvt í vøtnum, áum og løkum, har síl ella laksur hevur tilhald, at ørkymla bakkar ella grava ella velta í teimum ella taka eyr, soleiðis at tilhaldsstøð ella gýtingarpláss nervast. Undantikin er tó hann, sum eftir úrskurði frá vatnsýnisnevnd grevur burtur bakka til tess at veita burtur skaðavatn.
§ 4. Tað er ikki loyvt at veita eiturevni ella onnur evni, eitt nú seyðavask, sum kann skaða síl ella laks, í vøtn, áir ella løkir.
§ 5. Tað er ikki loyvt at veiða síl ella laks í áum ella løkum frá 1. september til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir.
§ 6. Tað er ikki loyvt at veiða sjósíl ella laks, sum er undir 30 cm til longdar, mált frá tranti til ytsta enda av stertinum. Undirmátsfiskur skal beinanvegin sleppast út aftur, livandi um tað er gjørligt.
§ 7. Landsstýrinum er heimilað at gera undantøk frá reglunum frammanfyri, tá talan er um veiðu til tess at útvega klekingarstøðum rogn til vitskaplig endamál.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.