Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. oktober 2026Nr. 92
Kunngerð um at boða frá fuglaveiðu og almannakunngering av veiðuhagtølum
Við heimild í § 17, stk. 5, í løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu (Fuglaveiðulógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 7. mai 2025, verður ásett:
Allýsingar
§ 1. Øll veiða av hesum fuglasløgum skal fráboðast Havstovuni:
1) Lomvigi (Uria aalge).
2) Lundi (Fratercula arctica).
3) Skrápur (Puffinus puffinus).
4) Álka (Alca torda).
5) Havhestur (Fulmarus glacialis).
6) Skarvur (Phalacrocorax aristotelis).
7) Súla (Morus bassanus).
8) Kráka (Corvus cornix).
9) Ravnur (Corvus corax).
10) Skúgvur (Stercorarius skua).
11) Svartbakur (Larus marinus).
12) Likka (Larus fuscus).
13) Rita (Rissa tridactyla).
14) Fiskimási (Larus argentatus).
15) Skatumási (Larus canus).
16) Valmási (Larus hyperboreus).
17) Fransamási (Chroicocephalus ridibundus).
18) Onnur másasløg, m.a. heygsmási (Leucophaeus pipixcan), hattarmási (Chroicocephalus philadelphia) og lítil valmási (Larus glaucoides).
Fráboðan um veiðu við byrsu
§ 2. Veiða við byrsu av fuglasløgum, nevnd í § 1, skal fráboðast um heimasíðuna hjá Havstovuni (www.hav.fo).
Stk. 2. Saman við fráboðanini skulu hesar upplýsingar latast:
1) Hvar og nær veitt varð,
2) tal av veiðufólki við byrsu, og
3) tal av veiddum fugli, býtt á hvørt fuglaslag.
Fráboðan um aðra veiðu
§ 3. Saman við fráboðan um aðra fuglaveiðu enn ta, nevnda í § 2, skulu hesar upplýsingar latast:
1) Hvar og nær veitt varð,
2) veiðuháttur, t.d. at fleyga fugl, fanga fugl við glúpi ella ræna egg,
3) tal av veiðufólki, ið tóku fuglin ella rændu eggini, og
4) tal av veiddum fugli ella tiknum eggum, býtt á hvørt fuglaslag.
§ 4. Tann, sum fráboðar veiðu eftir §§ 2 og 3, skal upplýsa navn og teldupostadressu. Bara ein frá hvørjari veiðuferð skal boða frá veiðuni.
Stk. 2. Freistin at boða frá veiðuni er 14 dagar aftaná veiðudagin.
§ 5. Havstovan nágreinar í leiðbeining, hvussu veiðan skal skrásetast í skipanini.
§ 6. Havstovan almannakunnger veiðuhagtølini fyri undanfarna árið á heimasíðu síni 1. mars á hvørjum ári, fyrstu ferð 1. mars 2028.
§ 7. Um ikki hægri revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, sum brýtur ásetingarnar í §§ 2 og 3.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2027.
Vinnumálaráðið, 28. oktober 2026
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)