Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. juli 2019Nr. 93
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2019
(Inngangur dagførdur, kvota til vinnuligar royndir hækkað og umsóknarfreistin broytt og áseting um gjald fyri eygleiðara broytt)
§ 1
Í kunngerð nr. 176 frá 21. desember 2018 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2019 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 5, stk. 2, § 28, stk. 1, § 34, stk. 1 og 2, § 39, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 2-4 og 6-10 og stk. 3, § 44, stk. 1, § 46, stk. 3, § 47, stk. 2, § 58, stk. 5, § 61, stk. 3 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 9. mai 2019, verður ásett:”
2. Í § 12, stk. 1 verður “500 tons” broytt til: “1.900 tons”.
3. Í § 22, stk. 2 verður “1. juni 2019” broytt til: “8. august 2019”.
4. § 38, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Fiskifarið ber útreiðslurnar til kost og innivist av at hava eygleiðara frá Vørn umborð.”
5. § 38, 3. pkt. verður strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 1. juli 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)