Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. september 2016Nr. 93
Kunngerð um vápnaprógv
Við heimild í § 3 c, § 3 h og § 7, stk. 3 í løgtingslóg nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 22. mai 2015, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Tað er forboðið persónum, ið ikki hava vápnaprógv, at flyta inn, útvega sær, hava inni ella ganga við skotvápni, slættpípaðari haglbyrsu og luftbyrsu, sum er størri enn kaliber 5,5 mm., smb. § 1, stk. 1, nr. 1 og § 2, stk. 1, nr. 1. í løgtingslógini.
§ 2. Persónar, ið tann 1. januar 2016 ella áðrenn, lógliga áttu skotvápn, nevnd í § 1, stk. 1, nr. 1 og § 2, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini, skulu einans útvega sær vápnaprógv, um teir skulu nýta hesi til skjóting.
§ 3. Persónar millum 16 og 18 ár, og sum hava staðið vápnatrygdarskeið, hava loyvi at nýta høglbyrsur, tá teir eru saman við persónum, ið hava vápnaprógv og eru 25 ár ella eldri.
Kapittul 2
Vápnatrygdarskeið
§ 4. Persónar, fyritøkur og onnur sum sambært § 16, stk. 1, eru góðkend av Umhvørvisstovuni at halda vápnatrygdarskeið, skulu bjóða hesi skeið út javnan og í minsta lagi eina ferð um árið.
§ 5. Vápnatrygdarskeiðið skal vera minst 8 tímar og innihalda ein verkligan part, ein ástøðiligan part og roynd í báðum pørtum.
§ 6. Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni góðkennir lesiætlanina fyri ástøðiliga partin og krøv til skjótiroynd o.a. fyri verkliga partin av skeiðnum.
§ 7. Persónar, sum eru 15 ár og 6 mánaðir ella eldri, kunnu taka vápnatrygdarskeið.
§ 8. Tá persónur hevur staðið vápnatrygdarskeiðið, skal skeiðshaldarin geva honum váttan um hetta.
Útlendskt vápnatrygdarskeið
§ 9. Persónur, ið hevur staðið vápnatrygdarskeið uttanlands ella sum liður í síni útbúgving, kann fáa tað útlendska vápnatrygdarskeiðið góðkent, um hetta verður mett at vera á minst sama støði sum tað føroyska.
§ 10. Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni góðkennir útlendsk vápnatrygdarskeið.
Stk. 2. Góðkenningin er treytað av, at
1) ástøðiligi parturin í útlendska vápnatrygdarskeiðnum fevnir um minst somu evni sum tað føroyska og gevur minst líka góðan ástøðiligan førleika at nýta skotvápn trygt, og at
2) verkligi parturin í útlendska vápnatrygdarskeiðnum fevnir um minst somu evni sum tað føroyska og gevur minst líka góðan verkligan førleika at nýta skotvápn trygt.
Stk. 3. Tá eitt útlendskt vápnatrygdarskeið er góðkent, fær viðkomandi persónur váttan um hetta.
Kapittul 3
Vápnaprógv
At søkja um vápnaprógv
§ 11. Persónar, sum eru 18 ár ella eldri og hava staðið vápnatrygdarskeiðið, kunnu søkja um vápnaprógv, sbr. tó § 13, nr. 1, litra a og b.
Stk. 2. Persónar, sum eru føddir 31. desember 1985 ella áðrenn, og sum tann 1. januar 2016 ella áðrenn, lógliga áttu skotvápn nevnd í løgtingslógini § 1, stk. 1, nr. 1 ella § 2, stk. 1, nr. 1, nýtast ikki at hava staðið vápnatrygdarskeið fyri at søkja um vápnaprógv.
§ 12. Umsókn um vápnaprógv verður latin Umhvørvisstovuni talgild ella á pappíri.
Stk. 2. Søkt verður um vápnaprógv á oyðiblaði, sum Umhvørvisstovan ger.
Stk. 3. Á oyðiblaðnum skulu í minsta lagi vera hesar upplýsingar: Navn, P-tal, bústaður, postnummar og býur.
§ 13. Saman við oyðiblaðnum sambært § 12, stk. 2 skulu hesi skjøl leggjast við umsóknini:
1) Váttan um staðið vápnatrygdarskeið.
a) Persónar, føddir 31. desember 1985 ella áðrenn, skulu ikki lata inn váttan um vápnatrygdarskeið. Tá verður viðmerkt á oyðiblaðið, at viðkomandi ikki hevur vápnatrygdarskeið.
b) Persónar, sum hava fingið útlendsk vápnatrygdarskeið góðkent sum javnsett við føroyskt vápnatrygdarskeið sambært § 10, viðleggja hesa váttan.
2) Revsiváttan, sum ikki er eldri enn 6 mánaðir.
§ 14. Lýkur umsøkjarin treytirnar um aldur og møguligt vápnatrygdarskeið, útflýggjar Umhvørvisstovan viðkomandi eitt vápnaprógv, sum skal hava upplýsingar um navn, bústað, føðidag, nummar á vápnaprógvi og útflýggjanardag.
Stk. 2. Vápnaprógv, sum verða útflýggja persónum, sum ikki hava staðið vápnatrygdarskeið, skulu hava frámerki, sum vísir, at viðkomandi ikki hevur staðið vápnatrygdarskeið.
§ 15. Vápnaprógv verður ikki útflýggjað einum umsøkjara, um tað sæst í revsiváttanini, at viðkomandi er dømdur fyri
1) grovt brot á vápnalógina sambært § 192 a í revsilógini,
2) manndráp sambært § 237 í revsilógini,
3) grovan harðskap sambært §§ 245 og 246 í revsilógini,
4) hóttan sambært § 266 í revsilógini, ella
5) rán sambært § 288 í revsilógini.
Stk. 2. Vápnaprógv verður heldur ikki útflýggjað, um tað er skjalprógvað, at viðkomandi er dømdur fyri brot á § 2 a í løgtingslógini, ella at viðkomandi orsakað av sálarligum trupulleikum ella menningartarni ikki er egnaður at eiga ella nýta skotvápn. Í ivamálum kann Umhvørvisstovan biðja um ummæli frá einum sakkønum.
Afturtøka av vápnaprógvi
§ 16. Verður Umhvørvisstovan gjørd varug við, at ein persónur, sum hevur vápnaprógv, ikki longur verður hildin at vera egnaður at eiga ella nýta skotvápn, skal Umhvørvisstovan taka vápnaprógvið aftur frá viðkomandi.
Stk. 2. Slík fráboðan skal verða send Umhvørvisstovuni skrivtliga saman við skjalprógvi frá einum sakkønum, t.d. løgreglu, lækna, sálarlækna e.tíl. Í serligum førum kann Umhvørvisstovan móttaka fráboðanina munnliga og eftirfylgjandi útvega skjalprógv fyri metingini hjá einum sakkønum parti.
Gestavápnaprógv
§ 17. Persónar, sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, kunnu søkja Umhvørvisstovuna um gestavápnaprógv, um teir hava gildigt vápnaprógv frá sínum heimlandi.
Stk. 2. Vápnatrygdarskeiðið, sum teir hava staðið, skal vera á minst sama støði, sum føroyska vápnatrygdarskeiðið, sbr. § 10.
Stk. 3. Gestavápnaprógvið er líkt tí vanliga vápnaprógvinum sambært § 14, stk. 1, men er bert galdandi í 3 mánaðir frá útflýggjan.
Kapittul 4
Góðkenningar
Góðkenning av vápnatrygdarskeiðsútbjóðara
§ 18. Umhvørvisstovan góðkennir teir persónar, fyritøkur og onnur, ið ætla at bjóða út vápnatrygdarskeið. Góðkenningin er treytað av, at vápnatrygdarskeið verður bjóðað út minst eina ferð um árið.
Stk. 2. Persónar, sum standa fyri undirvísingini í vápnatrygdarskeiðunum, skulu hava góðkenning sum skjótivegleiðarar.
Stk. 3. Váttan um góðkenning sum skeiðsútbjóðari verður útflýggjað viðkomandi umsøkjara.
Góðkenning sum skjótivegleiðari
§ 19. Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni góðkennir skjótivegleiðarar. Fyri at verða góðkendur sum skjótivegleiðari, skal umsøkjarin hava staðið donsku flugtskydningsinstruktør skjótiútbúgvingina ella eina skjótiútbúgving, sum er á eins høgum støði.
Stk. 2. Váttan um góðkenning sum skjótivegleiðari verður útflýggjað viðkomandi umsøkjara.
Kapittul 5
Gjøld
Gjald fyri vápnatrygdarskeið
§ 20. Persónar, fyritøkur og onnur kunnu krevja gjald fyri luttøku í vápnatrygdarskeiði.
Stk. 2. Almennir stovnar og skúlar, sum skipa fyri vápnatrygdarskeiði, kunnu somuleiðis krevja gjald fyri luttøku. Gjaldið kann tó ikki vera hægri enn veruligi kostnaðurin av tænastuni.
Gjald fyri vápnaprógv og gestavápnaprógv
§ 21. Fyri at fáa vápnaprógv ella gestavápnaprógv útflýggjað skal rindast eitt gjald upp á 250 kr. til Umhvørvisstovuna.
Kapittul 6
Kæra
§ 22. Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni sambært § 15, § 16, stk. 1, § 17, stk. 1 og § 18, stk. 1 í hesi kunngerð, kunnu kærast til Vinnukærunevndina. Kærufreistin er 4 vikur.
Kapittul 7
Revsing
§ 23. Brot á §§ 1 og 3 og § 18, stk. 1 og 2 verða revsað við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
Kapittul 8
Gildiskoma
§ 24. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tó kemur forboðið í § 1 í gildi 1. januar 2017.
Løgmansskrivstovan, 7. september 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)