Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. september 2014Nr. 93
Kunngerð um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini
Við heimild í § 9 í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin) verður ásett:
Kapittul 1
Samsýning til kommunustýrislimir
§ 1. Bý- ella bygda(r)ráðið skal áseta í kommunustýrisskipanini,
1) um samsýning skal veitast kommunustýrislimunum fyri einstøku fundirnar, sbr. § 2,
2) um samsýningin skal vera ein føst árlig samsýning, hvør upphæddin á føstu samsýningini tá skal vera, sbr. § 3, og
3) hvørt fundarpeningur ella endurgjald eisini verður latið eftir § 4.
Fundarsamsýning
§ 2. Fundarsamsýning kann verða latin einstøku kommunustýrislimunum fyri
1) luttøku á kommunustýrisfundum,
2) luttøku á øðrum fundum í sambandi við útinning av starvinum sum kommunalt valdur limur,
3) skeiðluttøku, sum bý- ella bygdar(r)ráðið hevur góðkent, og
4) annað virksemi eftir umbøn frá bý- ella bygda(r)ráðnum ella eini fastari nevnd.
Stk. 2. Samsýningin fyri fundir sambært stk. 1 er tann til eina og hvørja tíð galdandi takstur hjá landinum, sum ásett í avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Felag Tænastumanna Landsins. Tann 1. oktober 2013 vóru takstirnir hesir:
1) Fundur styttri enn 3 tímar kr. 530.
2) Fundur millum 3 og 5 tímar kr. 1.060.
3) Fundur longri enn 5 tímar kr. 1.590.
Føst samsýning
§ 3. Árliga fasta samsýningin til einstøku kommunustýrislimirnar fyri tey í § 2, stk. 1 nevndu tiltøk, sbr. tó § 4, er treytað av íbúgvaratalinum í kommununi tann 1. januar í valárinum, tá ið avgerð sambært § 1 verður tikin.
Stk. 2. Árliga fasta samsýningin kann í mesta lagi verða henda:
1) 0-499 íbúgvar: 24 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 1.
2) 500-999 íbúgvar: 24 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 2.
3) 1.000-1.999 íbúgvar: 27 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 2.
4) 2.000-4.999 íbúgvar: 24 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 3.
5) 5.000-9.999 íbúgvar: 36 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 3.
6) 10.000 íbúgvar ella fleiri: 48 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 3.
Onnur samsýning ella endurgjald
§ 4. Umframt fasta samsýning kann samsýning verða latin eftir reglunum í § 2, stk. 2 fyri
1) luttøku á øðrum fundum í sambandi við útinning av starvinum sum kommunalt valdur limur,
2) skeiðluttøku, sum bý- ella bygdar(r)ráðið hevur góðkent, og
3) annað virksemi eftir umbøn frá bý- ella bygda(r)ráðnum ella eini fastari nevnd.
Stk. 2. Ístaðin fyri samsýning, kann endurgjald verða latið fyri skjalprógvaða mista inntøku, orsakað av fundum og virksemi, sum nevnt í stk. 1, nr. 1-3. Endurgjaldið fyri hvønn dagin kann tó ikki verða hægri enn kr. 1.800.
Stk. 3. Verða aðrir fundir, skeiðluttøka ella virksemi, sum nevnt í stk. 1, nr. 1-3, samsýnt eftir øðrum reglum, verður eingin samsýning latin frá kommunustýrinum.
Nevndarsamsýning
§ 5. Bý- ella bygda(r)ráðið skal áseta í kommunustýrisskipanina,
1) um nevndarsamsýning skal veitast fyri einstøku fundirnar, sbr. § 6, stk. 1, ella
2) um nevndarsamsýningin skal verða ein føst árlig samsýning, og hvør upphæddin á føstu samsýningini tá skal verða, sbr. § 6, stk. 2.
§ 6. Nevndarsamsýning fyri einstøku fundirnar fylgir reglunum í § 2, stk. 2.
Stk. 2. Árliga fasta samsýningin, ið er treytað av íbúgvaratalinum í kommununi tann 1. januar í valárinum, tá ið avgerð sambært § 1 verður tikin, til einstøku nevndarlimirnar kann í mesta lagi verða henda:
1) 500-999 íbúgvar: 12 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 1,
2) 1.000-1.499 íbúgvar: 18 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 1,
3) 1.500-4.999 íbúgvar: 12 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 2,
4) 5.000 -9.999 íbúgvar: 15 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 2, og
5) 10.000 íbúgvar ella fleiri: 17 ferðir upphæddina í § 2, stk. 2, nr. 3.
Stk. 3. Samanlagda samsýningin sambært stk. 2, nr. 1-4 til limir í føstu nevndunum, kann tó ongantíð verða størri enn tann samsýning, sum borgarstjórin fær sambært § 10.
Nevndarformenn
§ 7. Bý- ella bygda(r)ráðið kann áseta í kommunustýrisskipanina, at formenn í føstu nevndunum skulu fáa fasta formanssamsýning. Verður ásett, at føst formanssamsýning skal veitast, skal eisini upphæddin á føstu samsýningini ásetast.
Stk. 2. Árliga fasta samsýningin til einstøku nevndarformenninar kann í mesta lagi verða 2 ferðir nevndarsamsýningina sambært § 6, stk. 2, sbr. tó stk. 4.
Stk. 3. Um føst samsýning verður latin til nevndarformann, fær hesin ikki aðra samsýning fyri arbeiði í avvarðandi nevnd, sbr. tó stk. 4 og § 4.
Stk. 4. Í kommunum við 10.000 ella fleiri íbúgvum kann bý- ella bygda(r)ráðið, hóast stk. 2, áseta í kommunustýrisskipanina, hvør samsýningin til nevndarformenn skal verða, og um nevndarformenn eisini kunnu fáa samsýning sambært reglunum í § 5 fyri arbeiði í avvarðandi nevnd.
Stk. 5. Samanlagda samsýningin til nevndarformenn sambært stk. 1 kann tó ongantíð verða størri enn helvtin av teirri samsýning, sum borgarstjórin fær sambært § 10.
Tiltakslimir
§ 8. Er tiltakslimur komin inn fyri kommunustýrislim ella nevndarlim, fær viðkomandi samsýning eftir somu reglum sum kommunustýrislimurin ella nevndarlimurin. Tiltakslimur fær tó einans lutfalsliga samsýning fyri tað tíðarskeið, hann fyribils er limur.
Stk. 2. Skal tiltakslimur einans taka lut á einstøkum fundi, fær viðkomandi tó bert fundarsamsýning sambært § 2.
Kapittul 2
Samsýning til onnur
§ 9. Onnur enn kommunustýrislimir kunnu fáa fundarpening fyri arbeiði í nevndum o.tíl., sum bý ella bygda(r)ráðið hevur valt tey í.
Stk. 2. Fundarpeningur sambært stk. 1 verður latin eftir reglunum í § 2.
Kapittul 3
Samsýning til borgarstjórar
Samsýning til borgarstjórar
§ 10. Bý- ella bygda(r)ráðið skal áseta í kommunustýrisskipanina, hvør samsýningin til borgarstjóran skal vera, sbr. tó stk. 2 og 3.
Stk. 2. Samsýningin til borgarstjóran, ið er treytað av íbúgvaratalinum í kommununi tann 1. januar í valárinum, tá ið avgerð sambært § 1 verður tikin, verður roknað við støði í galdandi lønartalvu sambært avtaluni millum Fíggjarmálaráðið og Felag Tænastumanna Landsins, og kann í mesta lagi verða henda íroknað viðbót:
1) 0-499 íbúgvar, ájavnt við 32. lønarflokk, stig 1,
2) 500-999 íbúgvar, ájavnt við 35. lønarflokk,
3) 1.000-1.499 íbúgvar, ájavnt við 36. lønarflokk,
4) 1.500-4.999 íbúgvar, ájavnt við 37. lønarflokk,
5) 5.000-9.999 íbúgvar, ájavnt við 38. lønarflokk og
6) 10.000 íbúgvar ella fleiri, ájavnt við 39. lønarflokk.
Stk. 3. Samsýningin sambært stk. 2 er harumframt treytað av setanarbrøkinum hjá borgarstjóranum soleiðis, at samtykta samsýningin altíð skal faldast við tí setanarbrøki, sum borgarstjórin hevur sambært § 6, stk. 2 og § 58, stk. 1, nr. 2 í lógini.
Stk. 4. Hevur bý- ella bygda(r)ráðið valt fyribils borgarstjóra eftir § 24, stk. 2, í lógini, fær hesin samsýning eftir somu reglum sum borgarstjórin.
Stk. 5. Ein varaborgarstjóri, sum fær samsýning eftir reglunum í § 10, hevur einans rætt til samsýning eftir stk. 4, um viðkomandi hevur tikið sær av borgarstjórauppgávuni í minsta lagi 5 vikur í sama roknskaparári.
Stk. 6. Borgarstjórin kann ikki fáa aðra samsýning enn sambært reglunum í stk. 2 og 3.
Samsýning til varaborgarstjórar
§ 11. Bý- ella bygda(r)ráðið skal áseta í kommunustýrisskipanina, um varaborgarstjórar skulu fáa fasta varaborgarstjórasamsýning.
Stk. 2. Samsýning sambært stk. 1 kann í mesta lagi verða 10% av samsýningini, ið verður givin borgarstjóranum sambært § 10.
§ 12. Hevur bý- ella bygda(r)ráðið valt fyribils varaborgarstjóra eftir § 24, stk. 2, í lógini, fær hesin samsýning eftir somu reglum sum varaborgarstjórin, sbr. § 11.
Kapittul 4
Eftirløn o.a. til borgarstjórar
Eftirløn
§ 13. Umframt samsýningina sambært § 10 verður borgarstjóra rindað 15% í eftirlønargjaldi.
Stk. 2. Í eftirlønarskipanini skal vera aldurseftirløn, avlamiseftirløn og hjúnarfelaga- og barnaeftirløn. Eftirlønarskipanin skal tryggja:
1) lívslanga eftirlønartrygging, ið verður útgoldin hvønn mánað leypandi. Eftirlønartryggingin skal verða útgoldin fyrstu ferð, tá ið borgarstjórin er 60 ár ella seinni, tá ið hann fer frá fyri aldur,
2) avlamiseftirlønartrygging, um vinnuføri hjá honum, áðrenn hann skal fara frá, er minkað niður í ein triðing ella minni av fullum vinnuføri, og um hann fer frá av hesi grund. Avlamiseftirlønin skal verða útgoldin hvønn mánað leypandi, og vera líka stór sum aldursrentan hjá 67 ára gomlum, og
3) børnunum eina eftirløn upp á 10%, foreldraleysum tó 20%, av aldursrentuni, í minsta lagi til tey fylla 18 ár, og í mesta lagi til tey fylla 24 ár.
Stk. 3. Fyri borgarstjóra, sum onkursvegna ikki kann verða við í einari eftirlønartryggingarskipan, tí t.d. heilsan bilar, skal eftirlønargjaldið verða goldið í eina uppsparingarskipan, sum partarnir semjast um.
Bíðiløn
§ 14. Tá ið borgarstjóri fer frá, fær hann borgarstjórasamsýning eftir hesi reglu:
1) Borgarstjóri í minni enn 4 ár, samsýning í 3 mánaðir, og
2) borgarstjóri í 4 ár ella fleiri, samsýning í 6 mánaðir.
Stk. 2. Bíðilønin er ikki eftirlønargevandi.
Eftirsitiløn
§ 15. Doyr borgarstjóri, meðan hann er í starvi, fær eftirsitandi hjúnafelagi ella samlivari og børn undir 21 ár samsýning í 6 mánaðir.
Kapittul 5
Felags reglur
Undantøk
§ 16. Tær kommunur, sum hava aðra góðkenda skipan viðvíkjandi eftirløn, bíðiløn, eftirsitiløn o.a. til borgarstjóran, kunnu tó halda fram við skipanini, um bý- ella bygda(r)ráðið ásetir hetta í kommunustýrisskipanina.
Stk. 2. Samtykkir bý- ella bygda(r)ráðið, at ein av skipanunum, sum verður varðveitt sambært stk. 1, seinni skal broytast, skal landsstýrismaðurin góðkenna broytingina.
Útgjald
§ 17. Føst samsýning til kommunustýrislimir, borgarstjórar, varaborgarstjórar, nevndarformenn og nevndarlimir verður goldin mánaðarliga frammanundan við 1/12 av árligu upphæddini fyri hvønn byrjaðan mánaða.
Stk. 2. Samsýning til tiltakslimir sambært § 8 og onnur sambært § 9, verður goldin mánaðarliga afturút.
Íhald
§ 18. Samsýning verður goldin til og við endan á tí mánaði, tá ið viðkomandi ikki er í starvinum longur, ella til viðkomandi ikki hevur røkt starvið samanhangandi í 3 mánaðir.
Stk. 2. Er frávera grundað á sjúku, barnsburð ella ættleiðing, hevur viðkomandi tó rætt til samsýning í upp til 6 mánaðir.
Kapittul 6
Gildiskoma
§ 19. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 92 frá 28. juni 2013 um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini.
Fíggjarmálaráðið, 9. september 2014
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)