Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. juni 2003Nr. 93
Kunngerð um veterinerar marknaeftirlitsstøðir (BIP-støðir)
Við heimild í §§ 17 og 18, § 39, stk. 1 og § 48, stk. 2 í Ll. nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) verður ásett:
Øki og allýsingar
§ 1. Kunngerðin ásetur reglur fyri stovnan og innrætting av veterinerum marknaeftirlitsstøðum (BIP-støðum) til at hava eftirlit við innflutningi úr triðjalondum.
Stk. 2. Triðjaland er eitt land, sum ikki er limur í ES, og sum ikki hevur gjørt avtalu við ES um marknaeftirlit við:
1) dýrum og dýraúrdráttum,
2) sáði, eggum og embryonum úr dýrum,
3) tøðum, hoyggi, hálmi og dýrafóðri,
4) øðrum úrdráttum og lutum, sum kunnu vera við til at breiða út sjúku ella zoonotisk smittuevni.
Stk. 3. Ein marknaeftirlitsstøð er ein eftirlitsstøð, sum er útnevnd og góðkend av ES-Kommissiónini til at gera veterinert eftirlit við livandi dýrum ella teim úrdráttum, sum nevndir eru í stk. 1 og 2, tá hesi koma til Føroya úr triðjalandi.
Stk. 4. Ein operatørur er ein havn, lufthavn, partafelag, lutafelag ella annar løgfrøðiligur persónur.
Stovnan og fígging
§ 2. Ein marknaeftirlitsstøð kann ikki verða tikin í nýtslu, fyrr enn hon stendur á ES-listanum yvir marknaeftirlitsstøðir, sum eru góðkendar til marknaeftirlit.
Stk. 2. Umsókn um stovnan av marknaeftirlitsstøð skal verða send Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum letur Vinnumálaráðnum, Veterinerdeildini, eitt tilmæli um hetta.
Stk. 3. Metir Vinnumálaráðið, Veterinerdeildin, at marknaeftirlitsstøðin líkur tey krøv, sett verða slíkari støð, sendir Vinnumálaráðið, Veterinerdeildin, ES-Kommissiónini eitt viðmæli um, at marknaeftirlitsstøðin verður góðkend.
§ 3. Operatørurin fíggjar sjálvur bygning og allan fastan útbúnað.
Stk. 2. Operatørurin syrgir sjálvur fyri, at marknaeftirlitsstøðin til eina og hvørja tíð líkur tey krøv, ES setur marknastøðum. Vinnumálaráðið, Veterinerdeildin, kann gera eina vegleiðing um, hvørji krøv skulu verða sett í sambandi við innrætting av marknaeftirlitsstøðum.
Stk. 3. Operatørurin skal geva Heilsufrøðiligu Starvsstovuni loyvi til at nýta hølir, útbúnað og starvsfólk á marknaeftirlitsstøðini. Hetta skal vera givið ókeypis.
Stk. 4. Operatørurin kann krevja gjald frá innflytarum fyri veitingar eftir stk. 1-3.
§ 4. Leysur útbúnaður, íroknað telduútbúnaður og onnur arbeiðstól eins og eftirlitsstarvsfólk verða fíggjað av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Stk. 2. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann krevja gjald frá innflytarum í sambandi við, at marknaeftirlit verður havt við vøru teirra. Hetta verður gjørt eftir galdandi reglum um gjøld fyri veitingar v.m. hjá Heilsufrøðiligu Starsstovuni.
Eftirlit og afturtøka av góðkenning
§ 5. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við, at operatørurin heldur ásetingarnar í § 3, stk. 2.
§ 6. Í serstøkum førum, og serliga um talan er um at tryggja fólka- og dýraheilsu, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan taka góðkenningina hjá marknaeftirlitsstøðini aftur. Hetta verður gjørt í samráð við Vinnumálaráðið, Veterinerdeildina.
Stk. 2. Vinnumálaráðið, Veterinerdeildin, kann mæla ES-Kommissiónini til, at góðkenningin av einari marknaeftirlitsstøð verður tikin aftur, um so er, at treytirnar eftir § 3, stk. 2 ikki verða fylgdar, ella marknaeftirlitsstøðin sera sjáldan verður brúkt.
Stk. 3. Endurgjald verður ikki veitt operatøri í sambandi við afturtøku av góðkenning eftir stk. 1 og 2.
Stk. 4. Verður góðkenningin hjá einari marknaeftirlitsstøð tikin aftur eftir stk. 1 ella 2, kann støðin bert koma á aftur ES-listan yvir góðkendar marknaeftirlitsstøðir eftir mannagongdini í §§ 2 og 3.
Revsireglur og gildiskoma
§ 7. Við bót verður tann revsaður, sum brýtur reglurnar í § 2, stk. 1 og 2 og § 3, stk. 2, 1. pkt.
Stk. 2. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 10. juni 2003
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)