Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. mai 2022Nr. 93
Kunngerð um broyting í kunngerð um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin
(Rættingar, dagføringar og broytingar)
§ 1
Í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin, sum broytt við kunngerð nr. 32 frá 28. mars 2017, kunngerð nr. 161 frá 6. desember 2018, kunngerð nr. 92 frá 1. juli 2019 og kunngerð nr. 24 frá 24. mars 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 11, nr. 4 verður orðað soleiðis:
“4) ein Frítikin stovnur fyri felags íløgu, ella”.
2. Í § 37 verður “stonað” broytt til: “stovnað”.
3. § 59, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Fráboðandi fíggjarligir stovnar kunnu nýta tær mannagongdir fyri hóskandi umhugsni, sum galda fyri Nýggjar kontur, upp á Kontur sum longu eru til, og tær mannagongdir fyri hóskandi umhugsni, sum galda fyri Hávirðiskontur, upp á Lágvirðiskontur.”
4. § 60 a, stk. 2, nr. 2 verður orðað soleiðis:
“2) 5 ár við atliti at eini ikki-fráboðanarskyldugari kontu at rokna frá endanum av árinum eftir hvørt ár, ið tann fráboðandi stovnurin viðger kontuna, sbrt. mannagongdunum um hóskandi nærlagni, sum eina ikki-fráboðanarskylduga kontu.”
5. § 66, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis:
“1) leita í pappírsgoymslum, sum nærri lýst í § 69, stk. 2, og”
6. § 67 verður orðað soleiðis:
“§ 67. Uttan mun til, um ábendingar eftir § 63 verða staðfestar, er ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur ikki skyldugur til at viðgera ein Kontueigara sum heimahoyrandi í einum rættardømi í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, um:
1) Kontueigaraupplýsingarnar rúma einari núverandi postadressu ella bústaðaradressu í viðkomandi rættardømi í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, eitt ella fleiri telefonnummur í viðkomandi rættardømi í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, og einki telefonnummar í Føroyum, ella standandi boð við atliti at Fíggjarligum kontum burtursæð frá Innskotskontum um at flyta pening til eina kontu í einum rættardømi í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, og tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin útvegar ella áður hevur kannað og arkivført skjalprógv so sum:
a) eina eginváttan frá Kontueigaranum um tað ella tey rættardømir í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, har Kontueigarin er heimahoyrandi, sum ikki fevnir um viðkomandi rættardømi, og
b) eitt Próvskjal, sum staðfestir, at Kontueigarin ikki er skattliga heimahoyrandi í viðkomandi rættardømi.
2) Kontueigaraupplýsingarnar rúma eina galdandi fulltrú ella undirskrivingarrætt, sum er tillutaður einum persóni við eini adressu í hesum rættardømi í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, og tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin útvegar ella áður hevur kannað og arkivført próvskjal so sum:
a) eina eginváttan frá Kontueigaranum um tað ella tey rættardømir í útlandinum, Danmark ella Grønlandi, har Kontueigarin er heimahoyrandi, sum ikki fevnir um viðkomandi rættardømi, ella
b) eitt Próvskjal, sum staðfestir, at Kontueigarin ikki er skattliga heimahoyrandi í viðkomandi rættardømi.”
7. § 69 verður orðað soleiðis:
“§ 69. Hevur fráboðandi fíggjarstovnurin elektroniskt leitbarar dátugrunnar, sum innihalda felt fyri og skráseta allar upplýsingar, sum nevndar eru § 70, er tað eingin skylda eisini at leita eftir teimum í pappírarkivunum.
Stk. 2. Um elektronisk leitbarir dátagrunnarnir ikki lofta øllum hesum upplýsingum, skal tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin við atliti at Hávirðiskontum eisini kanna tey núverandi kundamálsskjøl og, í tann mun tey ikki eru partur av núverandi kundamálsskjølum, hesi skjøl við tilknýti til kontuna, sum tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin hevur innheitað innanfyri tey síðstu fimm árini, fyri hvørja av teimum ábendingum, sum eru nevndar í § 63:
1) Tað seinasta Próvskjal, sum er innheintað við atliti at kontuni,
2) tann seinasta kontustovningaravtalan ella kontoskjalið,
3) tey seinastu próvskjøl, sum eru innheintað av Fráboðandi fíggjarliga stovninum sambært mannagongdunum til AML/KYC-mannagongdir ella onnur stýringsendamál,
4) eina og hvørja galdandi fulltrú og undirskrivingarrætt, og
5) eini og hvørji galdandi boð, tó ikki við atliti til eina Innskotskontu, um at flyta pening.”
8. § 98, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Fyri at kunna áseta samlaðu salduna ella virðið av teimum Fíggjarligu kontunum, sum eru ogn hjá einum likamligum persóni, er ein Fráboðandi fíggjarligur stovnur skyldugur til leggja saman allar Fíggjarligar kontur sum verða førdar í tí Fráboðandi fíggjarliga stovninum ella eini Tilknýttari eind, men bert í tann mun KT-skipanirnar í Fráboðandi fíggjarliga stovninum sambinda viðkomandi Fíggjarligu kontur til eina dátukyknu sum t.d. kontunummar ella Skattgjaldaranummar og loyva, at kontusaldur ella kontuvirðir verða løgd saman.”
9. § 106, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Persónar, sum fráboðast skal um, ella Eindir við Persónum við ræði, sum fráboðast skal um, skulu fyri tí fráboðanarskylduga upplýsa tær í § 102, stk. 1, nr. 1 nevndu upplýsingar, sbr. tó § 104.”
10. § 106, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Kann tað ikki greiðast, tá ein Fráboðanarskyldug fíggarlig konta verður stovnað, hvønn fráboðanin skal viðvíkja, verða tær í stk. 1-3 nevndu upplýsingar latnar um tann, sum tann fráboðanarskyldugi hevur stovnað rættarviðurskiftini við. Tá tað er greitt, hvønn fráboðanin skal viðvíkja, verða eyðmerkisupplýsingarnar latnar um hendan.”
11. Skjal 1 í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin verður orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 17. mai 2022
Uni Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Skjal 1
“Skjal 1
Luttakandi rættardømir
Hesi lond verða í 2022 roknað sum luttakandi rættardømir:
1) Albania 2) Andorra 3) Anguilla 4) Antigua & Barbuda 5) Argentina 6) Aruba 7) Australia 8) Azerbaijan 9) Bahamas 10) Bahrain 11) Barbados 12) Belgia 13) Belize 14) Bermuda 15) Brasilia 16) Bretland 17) British Virgin Islands 18) Brunei Darussalam 19) Bulgaria 20) Cayman Islands 21) Cook Islands 22) Costa Rica 23) Curacao 24) Danmark 25) Dominica 26) Ecuador 27) Estland 28) Eysturríki 29) Finnland 30) Frakland 31) Ghana 32) Gibraltar 33) Grenada 34) Grikkaland 35) Grønland 36) Guernsey 37) Holland 38) Hong Kong 39) India |
40) Indonesia 41) Italia 42) Írland 43) Ísland 44) Isle of Man 45) Ísrael 46) Jamaica 47) Japan 48) Jersey 49) Kanada 50) Kasakhstan 51) Kekkia 52) Kenya 53) Kili 54) Kina 55) Kolumbia 56) Korea 57) Kroatia 58) Kuwait 59) Kypros 60) Letland 61) Libanon 62) Liberia 63) Liechtenstein 64) Litava 65) Luxembourg 66) Macau 67) Malaysia 68) Maldivoyggjar 69) Malta 70) Marokko 71) Marshall Islands 72) Mauritius 73) Mesiko 74) Moldova 75) Monaco 76) Montserrat 77) Nauru 78) New Caledonia |
79) New Zealand 80) Nigeria 81) Niue 82) Noreg 83) Oman 84) Pakistan 85) Panama 86) Peru 87) Portugal 88) Póland 89) Qatar 90) Rumenia 91) Russland 92) Saint Kitts & Nevis 93) Saint Lucia 94) Saint Vincent and the Grenadines 95) Sameindu Arabisku Emiratini 96) Samoa 97) San Marino 98) Saudi Abrabia 99) Schweiz 100) Seychelles 101) Singapore 102) Sint Maarten 103) Slovakia 104) Slovenia 105) Spania 106) Suður Afrika 107) Svøríki 108) Turkaland 109) Turk sand Caicos Islands 110) Týskland 111) Ungarn 112) Uruguay 113) Vanuatu
” |