17. oktober 2006Nr. 93
Kunngerð um broyting í kunngerð um afturgjaldsskyldu viðvíkjandi útreiðslum til egnan bústað
§ 1
Í kunngerð nr. 43 frá 24. mars 1993 um afturgjaldsskyldu viðvíkjandi útreiðslum til egnan bústað verða gjørdar hesar broytingar:
1) Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 24, stk. 1, nr. 3 og § 24, stk. 5, 3. pkt. í “Lov for Færøerne om offentlig forsorg” (forsorgarlógini), jbr. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 20. desember 2005 og § 12, stk. 8 í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 9. mai 2005, verður ásett:”
2) Í § 1, stk. 1, 3. pkt. verður “fólka- og avlamispensjónslógunum“ broytt til “almannapensjónslógini”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og heilsumálaráðið, 17. oktober 2006
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)