Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. juni 2020Nr. 93
Kunngerð um broyting í kunngerð um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri roknskaparskyldug
(COVID-19 longd freist at lata inn sjálvuppgávu hjá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum o.ø.)
§ 1
Í kunngerð nr. 89 frá 14. september 2006 um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu fyri roknskaparskyldug, sum broytt við kunngerð 54 frá 30. apríl 2020, verður § 2 orðað soleiðis:
1. “§ 2. Seinasta freist at lata inn sjálvuppgávu hjá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum o.ø., sbr. § 1, stk. 1, nr. 7-17 og § 2 í skattalógini, er 31. august í álíkningarárinum.”
2. “§ 2. Seinasta freist at lata inn sjálvuppgávu hjá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum o.ø., sbr. § 1, stk. 1, nr. 7-17 og § 2 í skattalógini, er 1. juli í álíkningarárinum.”
§ 2
Stk. 1. § 1, nr. 1 kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 1, nr. 2 kemur í gildi 1. januar 2021.
Fíggjarmálaráðið, 18. juni 2020
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)